Formaðurin í størsta andstøðuflokkinum í Bretlandi Labour, Keir Starmer, fer, sum tað ljóðar frá keldum í flokkinum, at leggja uppskot fram um at banna fyri øllum nýggjum menningarætlanum innan olju og gass á bretska landgrunninum. Tað fevnir tó ikki um longu latin loyvi.
Hesi tíðindini ber bretska ávísin Sunday Times sunnudagin. Sambært ónavngivnum keldum í Labour flokkinum fer formaðurin Keir Starmer í næstum at leggja fram uppskot um at forða fyri nýggjum útbyggingum í Norðsjónum. Hetta skal vera partur av einum politiskum útspæli frá flokkinum um heilt at steðga CO2 útlátinum. Partur av hesum sigst eisini at vera eitt lyfti um at banna nýggjum leitiloyvum i Norðsjónum. Samtíðis fer Starmer at kunngera, at ein Labour stjórn einans fer at lata lán til grønar íløgur.
Kortini fer Labour at varðveita verandi framleiðslu av olju og gassi komandi tíggjuára skeiðini, samtíðis sum arbeitt verður við grøna orkuskiftinum. Flokkurin fer heldur ikki at steðga loyvum, sum stjórnin longu hevur latið. Tað merkir so helst, at hesar møguliga komandi avgerðir, um Labour kemur aftur til valdið, ikki fara at fevna um loyvi til útbyggingar av teimum risastóru olju- og gasskeldunum nærhendis føroyska markið, Rosebank og Cambo. Tí feløgini Equinor og Ithaca hava longu ognað sær leiðirnar gjøgnum teirra leitiloyvi. Uppfylla umsóknirnar um at byggja út verandi treytir ber neyvan til hjá eini stjórn at koldøma tær.
Ætlanin hjá Labour, um útmeldingarnar eru rættar, møtir harða mótstøðu frá eitt nú stórum fakfeløgum og orkuumhvørvinum í Bretlandi. Víst verður á vandan, at hetta kann koma at skaða ella forkoma orkutrygdini, sum hevur so stóran týdning fyri Bretland. At vera sjálvbjargin við orku, tvs. bæði olju og gassi eins og grønari orku eru fortreytin fyri orkutrygdina hjá Bretlandi verður sagt.
GMB, ið er størsta framleiðslufakfelagið í Bretlandi við meira enn 600.000 limum, ávarar nú størsta andstøðuflokkin um avleiðingarnar, fer hann at gera álvara av at vilja stegða øllum nýggjum olju- og gassvirksemi kemur hann til valdið eftir komandi val um tvey ár ella so.
-Tað er eitt sjálvsmál ikki at troyta olju- og gasstilfeingið í undirgrundini sigur aðalskrivarin í felagnum við Finacial Times.
Áður hevur formaðurin í Labour sagt seg vilja góðtaka útbyggingar og leitiøki, sum longu hava fingið loyvi frá stjórnini. Aðalskrivarin í stóra fakfelagnum GMB, Smith, sigur við Financial Times, at um ætlanin hjá Labour er at taka hvørkratak um Norðsjóvaroljuna, fer tað at vera til óbótaligan skaða fyri bæði fyri arbeiðsmarknaðin og fyri umhørvið, tí Bretland fer framvegis at hava tørv á at innflyta olju og gass úr øðrum londum, sum hevur nógv størri útlát.
-Her er eisini talan um etik. Skulu vit halda fram við at stuðla slíkum stjórnum sum teimum í Miðeystri og Russlandi, ella taka vit ábyrgd fyri okkara egna útláti og skapa arbeiðispláss og gera íløgur her? Smith aðalskrivari sigur víðari við Financial Times, at olju- og gassfeløg hava ein týðandi leiklut, tá talan er um at útvega íløgur í varandi orkukeldur í framtíðini.
-Tað gevur onga meining at taka hvørkratak um ídnaðin. Vit mugu arbeiða saman við ídnaðinum til tess at fáa hann at gera íløgur í grøna tøkni í framtíðini.
Aðalskrivarin í mæta fakfelagnum GMB sigur víðari, at hann fer vegna allar sínar limir at taka málið upp á komandi fundi í "Labour’s National Policy Forum”, sum hevur fund í summar og leggur aftrat, at hansara fakfelag fer at gera alt tað kann fyri at leggja trýst á Labour á komandi floksfundi í oktober í Liverpool.
Hann sigur, at støðan í flokkinum er ein onnur enn tann hjá leiðsluni. Flokkurin skilur, at talan er um trygdina hjá tjóðini, tá talan er um framtíðar orku. -Okkara størsta avbjóðing er at hava orku til bæði streym og hita komandi tríggjuáraskeiðið.
Málið hevur veruliga sett dagsskránna í orkukjakinum í Bretlandi, tí núverandi stjórn er sannførd um, at tað er rætt at halda fram við olju- og gassvirkseminun í mong ár aftrat. Hósdagin segði Graham Stuart, sum er veðurlagsmálaráðharri í Bretlandi, at stjórnin er pliktað til at lata nýggj olju- og gassloyvi í Norðsjónum, sum sjálvandi skulu vera í tráð við útlátspolitikkin.
Philip Evans, sum er veðurlagstalsmaður hjá Greenpeace sigur í sama viðfangi, at hesi úttalilsi frá stjórnini eru beint ímóti støðuni í heiminum um, at øll olju- og gassboring skal vera í tráð við 1,5 stig málið. Hann vísir til, at hetta er eisini støðan hjá IEA og ST aðalskrivaranum eins og hundraðtals vísindamonnum. Ætlar stjórnin at liva upp til málini í Paríssáttmálanum, so eigur hon at venda øllum nýggjum olju- og gassvirksemi bakið.
Eitt umboð fyri Labour sigur í eini viðmerking, at ein nýggj Labour stjórn fer ikki at skrúva fyri gassinum beinanvegin og fer eisini at loyva feløgunum at halda fram við at útbyggja Norðsjóvar leiðir, har tey longu hava fingið loyvi til tess.
-Olja og gass fara at halda fram við at hava ein týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum móti net-null útláti, og royndirnar og vitanin hjá olju- og gassarbeiðarum fara at hava alstóran týdning nú vit flyta okkum til aðrar orkukeldur.
Innan olju- og gassvinnuna serstakliga í Skotlandi hava úttalilsini hjá Labour leiðaranum møtt stórari mótstøðu. Stjórin fyri "Aberdeen and Grampian Chamber of Commerce”, Ryan Crighton, sigur, at oljuvinnan stuðlar uppundir 200.000 arbeiðspláss í økinum, sum letur 1,5 mia. pund í skatti til samfelagið. Eftir at hava ment hesa vinnuna í 50 ár ber ikki til við einum høggi at geva henni mønustingin sigur hann til ætlanina hjá Labour.
Eisini stjórin í OEUK, Offshore Energies UK, sum er vinnufelagið hjá orkufeløgum, David Whitehouse sigur, at sjálvandi skulu broytingar gerast í orkuskipanini. Hetta mugu vinnan og politikararnir gera í felag. Ætlanin hjá Labour gevur tey heilt skeivu signalini í so máta.
Í Sky News sunnudagin segði ein av fremstu leiðarunum í Labour, at ætlanin er ikki at skrúva fyri oljuvinnuni her og nú, men heldur at tryggja, at gongdin verður so burðardygg sum tilber. Hann sigur, at málið snýr seg so sanniliga eisini at minka um høgu orkurokningarnar hjá vanliga fólkinum.
Støðan í løtuni er tann, at almenni eftirlits- og loyvistovnurin í Bretlandi, NSTA, North Sea Transition Authority, í løtuni er við at leggja seinastu hond á viðgerðina av umleið 100 umsóknum, sum komu inn í 33. útbjóðingini til olju- og gassleiting í Norðsjónum og vestan fyri Hetland.
Verandi forsætisráðharrin í Bretlandi, Rishi Sunak, er fyri at lata hesi loyvini. Og tað ljóðar, at tey verða latin longu í summar. Eisini ljóðar, at NSTA fer at geva grønt ljós til útbyggingina av Rosebank kelduni við markið í juni. Tað er stjórnin í London, sum hevur seinasta orðið at siga í slíkum málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald