Uttanlands

Bretska oljuvinnan: Steðgið ikki útbygging

 -Koma ikki nýggjar olju- og gassútbyggingar, so fer Bretland at fáa ein álvarsligan trupulleika komandi ártíggjuni. Landið fer at vera heilt bundið at innfluttari olju og gassi úr øðrum londum.

Umhvørvisfólk frá Greenpeace og øðrum felagsskapum gera vart við seg og krevja av myndugleikunum, at teir ikki geva loyvi til útbygging av nýggju oljukelduni Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Bretska stjórnin vísir hesum aftur. Mynd The Herald.

Umhvørvisfólk frá Greenpeace og øðrum felagsskapum gera vart við seg og krevja av myndugleikunum, at teir ikki geva loyvi til útbygging av nýggju oljukelduni Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Bretska stjórnin vísir hesum aftur. Mynd The Herald.

2021-11-22 12:10 Author image
Jan Müller
placeholder


Hetta er niðurstøðan hjá felagnum hjá hundraðtalstúsund oljuarbeiðarum í Bretlandi, OGUK, Oil and Gas UK. Slík støða fer aftur at fáa aðrar avleiðingar sum standast av ikki at vita, nær mangul fer at verða á olju og gassi á altjóða marknaðinum og eisini avleiðingar av hækkandi prísum.

Nú umhvørvisfelagsskapir og eisini leiðandi politikarar í Skotlandi hava úttalað, at loyvi eiga ikki at verða givin til nýggjar oljuútbyggingar hevur stjórnin hjá Boris Johnson í London boðað frá, at Bretland fer at hava tørv á olju og gassi í fleiri áratíggju aftrat, og tí er neyðugt framhaldandi at byggja út nýggjar olju- og gasskeldur.  

Nú í eina tíð hevur tað serstakliga verið varpað ljós á eina stóra olju- og gasskeldu, sum liggur tætt upp at føroyska markinum, nevniliga Cambo. Oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell hava leingi lagt til rættis eina útbygging og søktu fyrr í ár  um loyvi at fara í gongd. Enn liggur umsóknin hjá fakliga myndugleikanum, OGA, Oil and Gas Authority, sum helst fer at koma við einum svari um ikki alt ov langa tíð.

Eftir útmeldingarnar í seinastuni frá bæði stjórnarleiðaranum í Skotlandi og Bretlandi hevur forkvinnan í vinnufelagnum Oil and Gas UK,, Deirdre Mitche, ávarað um tær avleiðingar, sum vilja standast av, um politikararnir nú fara at steðga nýggjum útbyggingum. Tað kann gerast ein vanlukka fyri Bretland bæði hvat viðvíkur veitingartrygdini, arbeiðsplássini og skattainntøkur.  

“Um vit skerja okkara egnu veiting av olju og gassi skjótari , enn vit kunnu minka um eftirsspurningin, tá fara vit at hava fyri neyðini at innflyta enn meira av olju- og gassi, sum vit hava tørv á. Okkara innflutningsrokningar fara at vaksa uttan nakra minking í útlátinum.

Hetta merkir, at vit fara at hava tørv at útbyggja nýggjar olju- og gassgoymslur rætt og slætt fyri at kunna varðveita okkara heimligu framleiðslu.”

Hon sigur víðari, sambært skotska blaðnum The Herald, at hesar nýggju útbyggingarnar fara at verja brúkararnar,  veita Bretlandi orku við lægri útláti, minka um tørvin á at innflyta orku og stuðla 200.000 borgarum, sum arbeiða í olju- og gassvinnuni, um somu tíð sum hesi  virka fyri grøna orkuskiftinum og lægri útláti.

Forkvinnan hjá oljuarbeiðarunum sigur eisini, at oljuvinnan hevur gjørt avtalu við myndugleikarnar til tess at hjálpa við at røkka málinum um nul útlát.  Avtalan millum vinnuna og myndugleikarnar verður nevnd, “The North Sea Transition Deal”.

Oil and Gas UK hevur víst á, at verða nýggjar útbyggingar sum eitt nú Cambo ikki framdar,  so fer tað at hava avleiðingar fyri bretsku veitingartrygdina. Tá fer framleiðslan at minka munandi, t.d. fer gassframleiðslan í 2030 at minka við  75%. Tað merkir, at búskapurin, sum fyri tað mesta dúvar uppá kolvetni til orkuframleiðslu, fer at verða budnin at veitingum úr útlandinum.

Felagið vísir á, at tær komandi útbyggingarnar talan er um á bretska landgrunninum, og har fleiri liggja eystan fyri føroyska markið, fara at liva upp til krøvini í grøna orkuskiftinum um at minka um útlátið, tí tær fara at teljast millum heimsins reinastu. M.a. verður miðjað ímóti, at bæði verandi og nýggir olju- og gasspallar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland, skulu rekast við  streymi frá havvindmyllum.

Umboðsmaður fyri bretsku stjórnina segði nú um dagarnar, at eingin onnur týðandi oljutjóð er farin so langt sum Bretland við at stuðla uppundir skiftið til eina framtíð við lægri útláti. Tað verður tørvur á olju og gassi við lægri útláti í mong ár aftrat, meðan vit samtíðis skifta til varandi orkukeldur verður sagt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder