Nú hendi tað, sum bretska oljuvinnan setti sína vón til ikki skuldi henda, nevniliga, at nýggja stjórnin ger greitt, at hon fer ikki at leggja seg út í avgerðina hjá Hægstarætti, sum herfyri feldi dóm um nýggjar og strangari umhvørvistreytir fyri olju- og gassvirksemi.
Tað var eitt sakarmál, sum umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace hevði lagt móti stjórnini fyri at steðga útbyggingum av oljuleiðum í Norðsjónum. Nakað, sum eftir øllum at døma eisini rakar ella fevnir um útbyggingar, sum longu eru í gongd, eitt nú tætt við Føroyar.
Umhvørvisfólk fegnast um avgerðina hjá Hægstarætti at skerpakrøvini til olju- og gassútbyggingar.
Stjórnin hevur annars áður gjørt greitt, at hóast hon ætlar at banna nýggjari leiting eftir olju og gassi, so fer hon ikki at taka aftur longu givin loyvi til eitt nú útbyggingar av olju- og gassleiðum í Bretlandi. Ein av hesum er Rosebank nærhendis Føroyum, sum norska Equinor longu er í ferð við at byggja út til framleiðslu.
Ikki er heilt greitt, hvørjar avleiðingar seinasta avgerðin hjá stjórnin ikki at vilja verja verandi givnu loyvini fer at fáa fyri eitt nú Rosebank útbyggingina. Stjórin í Equinor hevur fyrr úttalað, at skal felagið brádliga til at leggja um útbyggingina til nógv strangari umhvørvisreglur, tá kann hetta skapa trupulleikar. Um Equinor við hesum metir, at øll verkætlanin rillar, er ilt at meta um. Neyvan er tað so tó at avleiðingar vera.
Altjóða stjórin hjá Equinor fyri leiting og framleiðslu segði á ONS altjóða oljumessuni í Stavanger nú um dagarnar, at Equinor fer at halda fram við Rosebank hóast skattabroytingar, men um stjórnin heldur fram við at gera broytingar í loyvisskipanum, tá verður tað meira trygt og búskaparliga forsvarligt at gera íløgur aðrastaðni enn í Bretlandi. Hann ávarar við hesum bretsku myndugleikarnar um ikki at gera uppaftur nýggjar broytingar í loyvum og skattaskipan. Sjálvur heldur hann, at ein verkætlan sum Rosebank hevur alstóran týdning fyri orkutrygdina og fyri arbeiðspláss. Eisini hevur menning av olju- og gassleiðum stóran týdning fyri at kunna fíggja grøna orkuskiftið.
Framleiðsluskipið, sum nú verður gjørt klárt til at taka ímóti olju á Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar um 1-2 ár
Enn ein avleiðing av manglandi áhuganum hjá stjórnini at verja rættindini og givnu loyvini kann gerast, at aðrar útbyggingar eitt nú enn ein við føroyska markið, Cambo, stendur í óvissuni. Nú um dagarnar boðaði fyristøðufelagið Ithaca Energy tó frá, at bæði Rosebank og Cambo eru á skinnaranum tvs. Rosebank verður útbygt, meðan Cambo stendur til at fáa endaliga góðkenning frá íleggjarunum í næstu framtíð. Nú er so spurningurin, um seinasta avgerðin hjá stjórnini fer at koppa hesi ætlanini eisini. Ithaca er partur av báðum hesum keldunum.
Nýggi bretski orkuráðharrin Ed Miliband hevur fingið alla ta stóru olju- og gassvinnuna í Bretlandi á barrikadurnar. Vinnan heldur hansara framtíðar ætlananir fyri vinnuna fara at taka grundarlagið undan henni. Fleiri orkufeløg hava longu hótt við, at tey fara at gevast við at gera íløgur í orkuútbyggingar í Bretlandi, sleppur Miliband at halda fram við sínum politikki.
Tað er sera avgjørdi og kompromileysi orkuráðharrin, Ed Miliband, sum er upphavsmaðurin til ta nærum ófrávíkiligu støðuna mótvegis olju- og gassvinnuni, ið nú ger greitt, at stjórnin fer ikki at kæra dóm hjá Hægstarætti. Hann er eisini maðurin, sum vil steðga allari nýggjari oljuleiting umframt at brandskatta vinnuna. Miliband, sum vil gera Bretland til eitt av heimsins stórveldum innan reina grøna orku, vil raðfesta grønar íløgur fremst og skunda undir grøna orkuskiftið, og í sama viðfangi steðga nýggjum olju- og gassvirksemi.
Seinasta útmeldingin frá einum øðrum aðalráði undir forsætisráðharranum Keir Starmer, er tann, at stjórnin hevur ongar ætlanir um at taka aftur loyvini, sum longu eru latin oljufeløgum. Sagt verður at hesi eru við til at tryggja framtíðar orkuveitingina og búskparligan vøkstur. Eisini bretski skattamálaráðharrin heitir á vinnuna um at sissa seg, tí myndugleikarnir ætla at brúka tíðina fram til fíggjarlógaruppskotið skal leggjast fram til at fáa ein dialog við vinnuna um, hvørjar broytingar skulu gerast til tess, at vinnan kann liva við framtíðar orkupolitikkinum.
Um somu tíð sum umhvørvisfelagsskapir hálova avgerðini hjá stjórnini ikki at kæra dómin hjá Hægstarætti so harta teir stjórnina fyri ikki at vilja ógylda loyvini og harvið taka tey aftur.
Øll tann stóra orkuvinnan í Bretlandi er í villareiði, nú eitt stig fyri og annað eftir hjá nýggju stjórnini gongur beint ímóti áhugamálunum hjá vinnuni og er við til at máa sjálvt tilverugrundarlagið undan hesi sera stóru vinnu.
Felagið hjá vinnuni OEUK, Offshore Energy UK, heitir staðiliga á stjórnina um ikki at leggja fótonglar fyri vinnuna, nú hon tryggjar hundraðtúsundtals arbeiðspláss og er við til at geva sítt stóra íkast til samfelagsbúskapin, umframt at hon er ein týðandi liður í grøna orkiuskiftinum.
Felagið, sum umboðar meira enn 400 feløg og fyritøkur innan bæði olju og gass, varandi orku og aðrar orkutættir, ávarar um langtíðar avleiðingarnar av tí politikki, sum Labour er við at seta í verk. Hesin fer at gera tað bæði torført og sera ótrygt at gera íløgur í bretsku orkuskipanina. Privatir íleggjarar eru longu farnir at taka seg aftur og brúka íløgurnar í øðrum londum ístaðin.
Stjórin í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, David Whitehouse, heitir á stjórnina um at taka vinnuna við uppá ráð, tá avgerðir skulu takast um framtíðina hjá vinnuni.
Tað er bara ein spurningur um tíð, til uppsøgnir í hópatali fara at síggjast aftur orsakað av rikna politikkinum sigur formaðurin í OEUK, David Whitehouse. Felagið roynir áhaldandi at koma á tal við umboð fyri nýggju stjórnina og leggja fram tilfar og kunning um vandamiklu støðuna. Ávarað verður um vandan við at hækka verandi skattin uppaftur meira og gera skattaskipanin enn strangari fyri olju- og gassvinnuna.
Eitt vegamót í hesum máli verður so 31. oktober, tá stjórnin fer at leggja fram sítt fyrsta fíggjarlógaruppskot. Tá fæst m.a. at vita, hvønn skattapolitikk hon fer at seta í verk á orkuøkinum. Nakað, sum óbeinleiðis eisini kann fáa avleiðingar fyri Føroyar og vinnuna her.
So tætt við føroyska markið eru stóru olju- og gasskeldurnar Rosebank og Cambo. Útbyggingin av Rosebank er í gongd, og í løtuni leitar orkufelagið Ithaca eftir øðrum felag at gerast partur av útbygging av Cambo.
Verður Cambo útbygt, so er møguleiki fyri, at keldurnar Tornado og Suilven longur syðri eisini verða útbygdar og knýttar í Cambo. So her stendur nógv uppá spæl, nú bretskir myndugleikar møguliga fara at skerpa treytirnar fyri nýggjum útbyggingum. Útbyggingar av olju- og gassleiðum eystan fyri føroyska markið kunnu fáa stóran týdning Føroyar, tá hugsað verður um tænastuveitingar av ymsum slag. Eisini kann slíkt virksemi ávirka framtíðar leitihugin føroysku megin markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald