2023-11-14 20:54
Við at taka slíka avgerð gongur forsætisráðharrin beint ímóti ætlanunum hjá størsta andstøðuflokkinum Labour, sum - kemur hann til valdið um gott og væl eitt ár - fer at seta forboð fyri nýggjari leiting á bretska landgrunninum.
Labour leiðarin Keith Starmer hevur gjørt greitt, at Labour fer ikki at steðga verandi loyvum, men fer heldur ikki at loyva nýggjum. Tvs. at hann fer at góðtaka nýggjar útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar. Eygleiðarar halda, at ætlanin hjá Sunak at hava eina útbjóðing á hvørjum ári, skal skiljast sum, at kemur Labour til valdið, so koma teir eisini at loyva úrslitinum av nýggjastu útbjóðingunum undir teimum konservativu.
Rishi Sunak hevur annars gjørt greitt, at hann vil halda lív í oljuvinnuni til tess at gera Bretland meira óheft at innflutninginum av olju og gassi eitt nú úr diktaturlondum.
Heimsins størsta orkufelag Shell fekk nú um dagarnar tillutað fleiri nýggj leitiloyvi eftir olju og gassi á Atlantsmótinum skamt frá føroyska markinum.
Umhvørvisfelagsskapir eru alt annað enn fegnir um ætlanina hjá Sunak, sum kemur stutt eftir, at stjórnin hevur givið grønt ljós til stóru Rosebank útbyggingina eystan fyri Føroyar. Teir halda hetta verða í stríð við Parísavtaluna, sum Bretland eisini hevur undirskrivað. Nú hótta umhvørvisfelagsskapir at fara í rættin við stjórnini til tess at steðga loyvunum til útbyggingar.
Herfyri vórðu latin umleið 30 nýggj leitiloyvi til orkufeløg, sum løgdu boð inn í seinastu 33. útbjóðingini. Tilsamans 72 feløg søktu um 115 loyvi og verða fleiri teirra latin í næstum. Millum loyvini, sum vórðu latin, vóru fleiri til orkurisan Shell, sum eftir øllum at døma aftur varpar ljós á Atlantsmótið, eitt ár eftir at felagið tók seg úr einum oljufundi í økinum. Næstu mánaðirnar fáa vit at vita, hvørji nýggj leitiloyvi verða latin eitt nú eystan fyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald