Ráðharrar í bretsku stjórnini hava umrøtt møguleikan fyri at seta í verk bann móti nýggjari oljuleiting í Norðsjónum - sum eitt stig á leiðini at ganga burtur frá fossilari orku, nakað, sum kann fara at raka skotska búskapin meint. Hetta skrivar The Telegraph. Tíðindini eru ikki váttað og onnur tíðindi siga, at líkt er ikki til, at meiriluti er fyri slíkari avgerð.
Bretland hevur annars samtykt at røkka null útláti av vakstrarhúsgassum í 2050, og í tí sambandi verður roynt at skunda undir útbyggingina av varandi orku. Oljuvinnan hevur m.a. sett sær fyri í framtíðini at reka oljupallar við orku frá vindorkulundum. Blaðið skrivar, at ein avgerð at steðga oljuleiting kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri skotska búskapin, sum í stóran mun byggir á skattainntøkur frá oljuvinnuni eins og týdningin mongu arbeiðsplássini í hesi vinnuni hava fyri Skotland. Av teimum 270.000 størvunum í oljuvinnuni í Bretlandi hoyra 39% ella umleið 100.000 til í Skotlandi.
Tað verða fyritøkur í Bretlandi og teirra starvsfólk, sum fara at verða rakt og koma at gjalda prísin, um ávísir ráðharrar í bretsku stjórnini fáa sín vilja at gera álvara av ætlanini at steðga oljuleiting í Norðsjónum. Hetta sigur ein kelda í oljuvinnuni. , sum The Telegraph hevur tosað við. Tað ljóðar annars , at ein orsøkin til, at hetta málið er komið fram nú, er komandi altjóða veðurlagsráðstevnan, COP26, sum verður hildin í Glasgow í november. Ikki minst Greenpeace og tey grønu í Bretlandi vilja hava stjórnina at steðga oljuleiting eins og danska stjórnin hevur gjørt tað.
Kendi skotski oljumiðilin Energy Voice, sum eisini ger nógv burtur úr tíðindunum ella rættari gitingunum, sigur frá sínum keldum, at ráðharrar í stjórnini hava ikki meiriluta fyri sínum møguliga uppskoti at steðga oljuleitingini.
Myndugleikarnir í Bretlandi hava annars í eina tíð arbeitt við at endurskoða vanligu útbjóðingarnar til oljuleiting á bretska landgrunninum. Tann avgerðin varð tikin í september í fjør. Tað er so m.a. henda ætlan, ið hevur fingið ávísar politikarar og ráðharrar til at arbeiða fyri, at als eingi nýggj loyvi til oljuleiting skulu latast.
Umboð fyri oljuvinnuna vísa á, at tað er at skjóta seg í fótin, um politikararnir nú taka grundarlagið undan oljuvinnuni og forða henni í at finna nýggjar oljugoymslur og útbyggja hesar. At steðga oljuleiting nú fer bert at raka veitingarvinnuna meint og endin verður tann, at Bretland fyrr ella seinni verður noytt til at innflyta orku, meðan tað samtíðis útflytur størv og vitan. Víst verður á, at tað í stóran mun er verandi olju- og gassvinna, sum gongur á odda í orkuskiftinum við at minka um CO2 útlát eins og at fanga og goyma tað.
Umboð fyri skotsku stjórnina vísa á, at tey eru hvørki kunnað ella spurd um ætlaða steðgin í oljuleitingini. Víst verður á, at oljuvinnan hevur ein týðandi leiklut í at tryggja Skotlandi orkuveitingartrygd og at nettupp vitanin og royndirnar hjá vinnuni eru ein trygd fyri at røkka á mál ella koma víðari við nýggjari tøkni, sum kann minka um CO2 útlátið so sum t.d. at fanga og goyma hetta, (CCS).
Eisini fakfelagið hjá olju- og gassvinnuni í Bretlandi, OGUK, Oil and Gas UK, hevur funnist at ætlanini at steðga leiting og vísir á, at hon kann seta kíla í royndirnar at røkka null útláti í framtíðini. Fyri at kunna røkka hesum máli má oljuvinnan eisini verða tikin við uppá ráð og vera partur av skiftinum heldur enn at vera sett uttanfyri.
Fyri at vísa týdningin, sum oljuvinnan í Bretlandi, leggur í tess framtíðar arbeiði og virði, endurgeva vit her ein av oddamonnunum í Oil and Gas UK, Mike Tholen:
“By working together, we can help deliver the energy transition, providing the oil and gas the UK will need for decades to come while cutting the impact on the environment. Any curtailment of activity by licencing constraints risks impeding the UK’s ability to deliver a net-zero future, damaging our domestic supply chain and increasing energy imports whilst exporting the jobs and skills.
“Our industry is leading the way on green technologies including the switch to hydrogen and long-term storage of CO2. Achieving this through UK companies will require significant investment and we continue to work constructively with the government to show this industry has the essential expertise and commitment to ensure delivery”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald