Bretskir miðlar gera nógv burtur úr vitjanini hjá bretska ráðharranum fyri Skotlandi, Ian Stewart, í Føroyum seinastu dagarnar. Konservativi ráðharrin dylur ikki fyri, at hann er einki minni enn hugtikin av mongu tunlunum í Føroyum og her ikki minst Eysturoyartunlinum, sum hann hevði høvi at royna og síggja á ferðini.
Ein av miðlunum, sum ger nógv burtur úr vitjanini, er Shetland News, sum vísir mynd av einum ovurfegnum ráðharra frammanfyri einastandandi listarverkið hjá Tróndi Patursyni í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum.
Ráðharrin hevur eftir øllum at døma fingið nógvan íblástur á Føroyaferðini við sær til Skotlands. Skotar eins og oyggjarbúgvarnir kring Skotland vilja fegnir fylgja menningini innan flutning og læra av royndunum hjá øðrum, eitt nú føroyingum, ikki minst nú teir standa til at skula endurnýggja sín egna ferjuflota.
Eitt oyggjaland sum t.d. Hetland er fullkomiliga bundið at ferjum. Ber til at skifta hesar út við tunlar er stóri spurningurin, sum nú verður settur í Skotlandi. Og ber til at brúka Føroyar sum lærupláss.
Nú Bretland er farið út úr ES, sum vanliga brúkar nógvar pengar til menning av útjaðarum so sum skotsku oyggjunum, roynir bretska stjórin at fylla tómrúmið út gjøgnum grunnar at verða við til at fíggja menningini í bæði Hetlandi, Orkoyggjum og Hebridunum. Her kemur spurningurin um samferðsluna eisini inn í myndina. Og í tí sambandi var vitjanin hjá bretska Skotlandsráðharranum í Føroyum eisini at stórum týdningi. Hvat kunnu skotar og tess oyggjabrúgvar læra av føroyskum royndunum at byggja tunlar á landi og undir havinum. Nógvar av ferjunum í Skotlandi eru við at gerast ov gamlar og mugu tí skiftast út. Og tá kemur eisini spurningurin inn í myndina, um til ber at menna samferðslukervið við tunlum eisini.
Ian Stewart sigur við Shetland News eftir vitjanina í Føroyum, at hann nú fer at hyggja eftir møguleikanum at gera broytingar í samferðsluni og møguliga skifta út ferjur við tunlar, har hetta letur seg gera og er rætt. Men kostnaðurin hevur nógv at siga.
“I think it’s worth having the conversation. I’ve looked into the tunnel system they have in the Faroes. It’s too early to know whether, if you add up the cost of that against replacement ferries in the long term, what’s the best solution. But it’s something I’m very happy to look at., sigur ráðharrin m.a. og heldur fram:
“Ultimately it’s a matter for those on the islands as to whether this is something they’d like to see developed in the future. Cost is a factor, as it is for ferry renewals, but it’s more than about the pounds and pence – the Faroes have shown how such tunnels can help their communities not only survive, but thrive.”
Bretski ráðharrin sigur, at tað sjálvandi er upp til íbúgvararnar í oyggjunum at meta um, antin teir ynskja at varðveita ferjurnar ella eisini vilja royna nýggjar leiðir. Og sjálvandi veldst hetta eisini um kostnaðin. Hann vísir á, at kostnaðurin sjálvandi eisini hevur nógv at siga. M.a. tí legði hann leiðina til Føroya fyri at fáa eina heildarmynd. Hann sigur seg skilja væl oyggjabúgvarnar, tá seinkingar eru ella aðrar orsøkir til, at ferjusambandið ikki riggar. Tað vilja tunlar sjálvandi broyta.
Undir vitjanini í Føroyum hevði bretski ráðharrin fyri Skotland eisini høvi til at umrøða orkuspurningar og her ikki minst ætlaninar at gera Hetland til eina grøna orkuoyggj og í hesum sambandi varð Orion verkætlanin í Hetlandi eisini umrødd. Henda ætlan var eisini frammi, tá kendi orkuserfrøðingurin Gunther Newcombe, sum er ein av lyklapersónunum fyri fyri verkætlanini, vitjaði í Føroyum í farnu viku sum gestur hjá Føroya Orkuídnaðarbólki. Hann vitjaði bæði í Tinganesi, hjá SEV, Umhvørivsstovuni og á Jarðfeingi, har hann greiddi frá Orion verkætlanini, sum setir út í kortið, hvussu Hetland kann røkka null útláti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald