Fyrsta áfyllingin av gassi í nýggju gassleiðingina Nord Stream 2 úr Russlandi til Týskaland er byrjað og verður rørleiðngin og flutningurin royndarkoyrd komandi tíðina. Enn restar at fáa endaligu góðkenningina av gassflutninginum frá týskum myndugleikum.
Gassleiðingin er 1200 kilometrar long og gongur frá økinum nærhendis St. Petersburg til Greifswald í Týskalandi. Tað er russiska olju- og gassfelagið Gazprom, sum stendur fyri verkætlanini. Felagið er ogn hjá russiska statinum. Russland, sum longu útflytir stórar nøgdir av gassi gjøgnum aðrar rørleiðingar, eigur stórar nøgdir av gassi í undirgrundini í Sibiria og øðrum pørtum av landinum.
Russiska gassverkætlanin, sum er gjørd í tøttum samstarvi við Týskaland, hevur verið umstrídd nú í fleiri ár. Eitt skifti var arbeiðið heilt steðgað, tá táverandi amerikanski forsetin Donald Trump setti í verk boykott av verkætlanini við tí grundgeving, at Evropa og Vesturheimurin fóru at vera bundin at russiskum gassi í framtíðini, nakað, sum hótti trygdina.
Tá Joe Biden tók við sum forseti avgjørdi hann at síggja burtur frá boykottinum hjá undanmanninum og gav grønt ljós til víðari útbyggingina. Hann vildi við hesum vísa sín góða vilja í samstarvinum við Týskaland, sum hevur tvíhildið um týdningin Nord Stream 2 hevur fyri Týskaland.
Nú er gassleiðingin tó aftur komin á breddan, tí Russland noktar fyri at økja um gassflutningin, nú Evropa er rakt av eini gasskreppu, har eftirspurningurin bara veksur við tí úrsliti, at prísurin er farin upp í loft.
Tað er eisini greitt, at málið um russiska gassið fyllur eisini nógv í týskum politikki og harvið eisini í ES. Grøni flokkurin í Týskalandi, sum sær út til at gerast tungan á vágskálini, tá nýggj stjórn skal skipast, vil ikki síggja gass sum framtíðar orkukelda.
Orkustøðan í Týskalandi er, hóast stórar íløgur verða gjørdar í varandi grøna orku, sera torgreidd, nú landið hevur avgjørt bæði at sleppa sær av við kjarnorku og kolaorku. Tað merkir, at landið er tvungið til at brúka gass soleingi grøna orkan ikki er tøk í nóg stóran mun. Hetta merkir, at Týskaland eins og fleiri onnur lond í Evropa, sum royna at fara burtur frá fossilari orku, hava tørv á gassi bæði úr Russlandi og Norra. Spurningurin er bara, hvussu leingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald