Uttanlands

Cambo-keldan nær føroyska markið: Halda fram uttan Shell

-Vit ætla at halda fram við útbygging av Cambo oljukelduni, hóast Shell hevur tikið seg aftur. Hon hevur alt ov stóran týdning til at verða steðgað nú.

Cambo oljukeldan, sum liggur bert fáar kilometrar eystan fyri føroyska markið, hevur fylt  nógv í bretskum miðlum í seinastuni og enn er óvist, hvør lagnan verður hjá hesi risastóru oljukeldu, sum eisini kann fáa týdning fyri føroyska oljuleiting í framtíðini. Nógv bendir á, at bretska stjórnin fer at halda fram við oljuútbyggingum.

Cambo oljukeldan, sum liggur bert fáar kilometrar eystan fyri føroyska markið, hevur fylt  nógv í bretskum miðlum í seinastuni og enn er óvist, hvør lagnan verður hjá hesi risastóru oljukeldu, sum eisini kann fáa týdning fyri føroyska oljuleiting í framtíðini. Nógv bendir á, at bretska stjórnin fer at halda fram við oljuútbyggingum.

2021-12-07 14:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Orðini eigur stjórin í oljufelagnum Siccar Point Energy, Jonathan Roger. Og tey koma stutt eftir, at Shell gjørdi av at taka seg aftur úr útbyggingarverkætlanini av Cambo.

Hann er sjálvandi vónsvikin av, at oljufelagið Shell brádliga broytti hugsan og valdi at taka seg úr hesi stóru og nýggjastu  oljuverkætlanini á bretska landgrunninum. Men hann er onga løtu í iva um, at Cambo hevur ikki bert týdning fyri tey mongu arbeiðsplássini og fyri veitingartrygdina hjá Bretlandi. Henda stóra olju- og gasskeldan skamt frá føroyska markinum kann eisini hava stóran týdning fyri grøna orkuskiftið, tí hon kann vera við til at tryggja, at Bretland ikki nýtist at skula innflyta olju og gass í næstu framtíð. 

Síðani Shell í farnu viku  boðaði frá, at tað tekur seg úr verkætlanini at útbyggja Cambo hevur verið hvast orðaskifti í bretsku miðlunum fyri og ímóti útbyggingini. Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir eru ovurfegin, tí tey síggja brádligu kúvendingina hjá Shell at fara úr Cambo verkætlanini sum ein stórsigur í teirra stríði ímóti øllum nýggjum oljuútbyggingum. Og tey dylja heldur ikki fyri, at hetta er bara byrjanin til endan á olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.

[object Object]

Økið millum Hetland og Føroyar verður mett at hava størsta týdningin fyri bretsku oljuframtíðina. Her eru longu nógvar stórar framleiðslur í gongd, og her finnast flestu stóru nýggju olju- og gassfundini, sum ætlanin er at útbyggja. Tríggjar av hesum eru Cambo, Rosebank og Clair. 

Hinumegin finna vit so umboð fyri bæði vinnuna og politisku skipanina, sum halda avgerðina hjá Shell vera eitt stórt afturstig fyri Bretland, nú landinum fer at tørva bæði olju og gass í tíggjutals ár aftrat. Útbygging av nýggjum oljukeldum skuldi nøkta henda tørv, so slapst undan at skula innflyta olju úr øðrum londum. Eisini vil tað vera við til at  varðveita mongu arbeiðsplássini í bretsku olju- og gassvinnuni.

Hóast tað verður mett sum eitt stórt bakkast, at eitt so stórt oljufelag sum Shell vendir Cambo bakið, so meta greinarar, at áhugin hjá privatum íleggjarum fer at vera til steðar at halda fram við verkætlanini. Og hesum ivast stjórin í fyristøðufelagnum Siccar Point heldur ikki í, tí talan er um eina góða verkætlan. Felagið roynir nú at eggja øðrum feløgum at avloysa Shell við tí vón, at bretskir orkumyndugleikar fara at geva útbyggingini grønt ljós, tá avtornar.

Bíðað hevur verið eftir eini avgerð frá myndugleikanum OGA (Oil and Gas Authority) í eina tíð um at játta loyvi til útbygging. At henda avgerð enn ikki er komin verður hildið at hava nakað at gera við COP26 og stóru mótstøðuna millum umhvørvisfelagsskapir og politikarar móti verkætlanini. Seinastu tíðindini vilja tó vera við, at svar til umsóknina fer helst at koma um nakrar fáar vikur.

[object Object]

Soleiðis fer framleiðslupallurin á Cambo oljuleiðini at síggja út.

Vónirnar hjá mótstøðufólkunum eru, at avgerðin hjá Shell fer at hava eina sonevndar domino-effekt, soleiðis at onnur oljufeløg fara at endurskoða  aðrar útbyggingar, sum eru um at verða klárar til endaliga støðutakan. Harumframt at myndugleikarnir fara at seta somikið strong umhvørviskrøv til oljufeløgini fyri bæði at útbyggja og leita, at tey rætt og slætt velja at gevast við sínum ætlanum, tí hesar  verða nógv dýrari vegna herdu krøvini í sambandi við veðurlagsbroytingarnar og royndirnar at minka um CO2 útlátið.

Hinvegin vóna tey í vinnuni og aðrir politikarar, at OGA skjótt fer at geva grønt ljós til Cambo, og at tað tá skal kunna tryggja, at eisini fleiri aðrar verkætlanir verða góðkendar. Flestu av umrøddu útbyggingum eru millum Hetland og Føroyar.

Stóru bløðini í Bretlandi eru eisini sera ójøvn á máli í spurninginum, um loyvi skal verða givið til nýggjar útbyggingar av olju- og gasskeldum. Og teirra millum eru m.a. The Guardian og The Daily Mail, tvey av teimum størstu bløðunum í Bretlandi. Í oddagreinum mæla tey antin til at geva loyvi ella lata vera. The Guardian, sum leingi hevur gingið á odda í veðurlagsstríðnum og ímóti olju- og gassfeløgunum, fegnast um avgerðina hjá Shell og mælir myndugleikunum til at seta endaligt punktum fyri nýggjum útbyggingum og leiting. Harafturímóti heldur The Daily Mail, sum er størsta blaðið í Bretlandi, at tað verður einki minni enn ein vanlukka fyri Bretland, um ikki loyvi verða givin til nýggja framleiðslu. Blaðið ávarar um, at talan kann verða um risastór endurgjaldskrøv, verða umsóknir frá feløgum vístar aftur. Eisini fer tað at fáa óhepnar avleiðingar fyri bæði arbeiðsplássini og fyri veitingartrygdina hjá Bretlandi.

[object Object]

Møguliga verður tað hetta framleiðsluskipið, sum Equinor fer at brúka, tá møguliga útbygging av Rosebank oljukelduni er liðug um nøkur ár. 

Granskarar við lærda háskúlan í Aberdeen halda avgerðina hjá Shell vera eitt álvarsligt skot fyri bógvin hjá teimum, sum halda, at Bretlandi fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, men siga um somu tíð, at henda avgerðin fer neyvan at gera av við eitt nú Cambo. Teir halda tað vera gott, at Siccar Point, sum eigur 70% av Cambo, ætlar sær at halda fram og fáa aðrar at fylla út tómrúmið eftir Shell, sum eigur 30% í kelduni. Teir vísa, sambært Energy Voice á, at tað, sum møguliga kann steðga nýggjari oljuframleiðslu, kunnu verða nýggj og herd umhvørviskrøv.

Tað er nevniliga eingin  loyna, at bretskir orkumyndugleikar – fyri at vera partur av grøna orkuskiftinum  og minka um CO2 útlát – longu hava sett nógv stangari umhvørviskrøv til oljufeløgini, eitt nú til elektrifisering av oljupallum og goymslu av CO2. Spurt verður um hesi krøv kunnu verða herd enn meira og so mikið, at oljufeløg og íløgufeløg fara at aftra seg fyri at gera íløgur í nýggjar stórar útbyggingar, tí kostnaðurin verður so mikið høgur, at avkastið verður hareftir.

Longu nú verður eisini spurt, hvat fer at henda við øðrum stórum útbyggingum á bretska landgrunninum, um so er at umsóknin at útbyggja Cambo ikki verður gingin á møti, ella um uppaftur nýggjari umhvørviskrøv verða sett.

[object Object]

Áhugavert at vita, hvussu mangir føroyinar eru greiðir yvir, hvussu tætt við okkara mark stórar framtíðar útbyggingar møguliga verða gjørdar komandi árini, og hvønn týdning hesar kunnu fáa fyri nýggjari oljuleiting á føroyska landgrunninum. 


Fleiri stórar útbyggingar eru um at fara av bakkastokki, eitt nú Rosebank, Clair South og Glendronach. Allar liggja tær millum Hetland og Føroyar. Uttan hesar og Cambo verður mett, at verandi oljugoymslur, fara ikki at nøkta framtíðar bretska eftirspurningin, og harvið verður neyðugt at innflyta olju og gass úr londum sum Nigeria, Saudi Arabia, Russlandi og øðrum londum, har krøvini til lægri CO2 útlát eru antin eingi ella nógv lægri enn tey í Norðsjónum. Og tað verður mett sum eitt nógv størri afturstig fyri grøna skiftið enn at loyva nýggjum minni dálkandi útbyggingum í Norðsjónum. 

Fyri føroysku vónirnar at fáa oljuleiting í gongd aftur kunnu avgerðir, sum verða tiknar í Bretlandi komandi vikurnar, fáa avgerandi týdning. Grønt ljós til nýggjar útbyggingar hinumegin markið vilja vera við til at varpa nýtt ljós á føroyska landgrunnin, sum er næsti granni til fleiri av útbyggingunum. Hesar fara so at koma við nýggjum undirstøðukervi, ið aftur kann gagna virksemi føroysku megin markið eisini.

Men hendir tað, at krøvini til útbyggingar verða nógv herd, og møguligar politiskar forðingar verða framdar, tá kann verða ilt at fáa eygað á eina smidliga og jaliga oljutilgongd á føroyskum øki.


Keldur: Energy Voice, The Guardian, BBC, The Daily Mail, World Oil og The Herald. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder