Uttanlands

Danskur banki óttast marrukendan oljuprís

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina og sambært Jyske Bank er vandi fyri, at hann kann hækka nógv meira, skrivar danska blaðið Børsen. Bankin ber ótta fyri avleiðingunum av royndunum at avmarka íløgur í nýtt olju- og gassvirksemi.

2022-01-17 13:30 Author image
Jan Müller
placeholder
Ein høvuðsorsøkin til metingarnar hjá bankanum eru støðugt minkandi íløgurnar í nýtt olju- og gassvirksemi. Nakað sum ma. fleiri umhvørvisfelagsskapir hava verið forsprákarar fyri. Samtíðis verður Vesturheimurin meira og meira bundin at gassi og olju úr einaræðisstýrdum londum so sum Russlandi og londum í Miðeystri, sum í stóran mun ikki taka hædd fyri grøna orkuskiftinum.  

Greinari hjá bankanum brúkar vendingina "dyspotiskt høgan oljuprís", tvs. ein marrukendan ella marrulíkan oljuprís sambært orðabókini hjá Sprotanum.

Seinastu árini hava stovnar sum IEA (International Energy Agency) ávarað ímóti avmarkingum íløgum í nýggjari oljuframleiðslu, sum kunnu skapa stórar avbjóðingar fyri veitingarnar av olju og gassi uppá longri sikt. Jyske Bank heldur, at tað framhaldandi er tørvur á ovurstórum oljuíløgum, nú verandi íløgur eru alt ov lágar í mun til fyrr. Hetta kann sambært bankanum fáa ógvusligar avleiðingar skrivar Børsen.

[object Object]

-Vit síggja tað sum eina illusjón, at heimurin "bara" átti at givist heilt við at gera íløgur í oljuídnaðin, skrivar Jan Bylov, oljustrategur hjá Jyske Bank. -Ein illusjón sum undir ávísum fyritreytum, letur upp eitt risastór gap millum eftirspurning og framleiðslu, og við tí avleiðing - ein dystopiskan høgan oljuprís, sum er neyðugur fyri at sleppa av við nóg stóran eftirspurning, skrivar Bylov.

Jyske Bank ber ótta fyri, at grøna orkuskiftið kann gerast nógv dýrari og geva Opec-londunum og Russlandi enn størri vald. Bankin metir, at oljuprísurin í 2022 fer at liggja um 90 dollarar fyri tunnuna. 

Seinasta fríggjadag var oljuprísurin 86,32 dollarar, sum er tað mesta síðani oktober í fjør. Prísurin er tann hægsti í mong ár.

Fleiri orsøkir eru til vaksandi oljuprísin. Umframt lækkandi oljuíløgurnar eru amerikonsku goymslurnar sera lágar, stríð er í bæði Kasakstan og Ukraina, og í Libya gongur striltið at fáa økt framleiðsluna.

Ein methøgur gassprísur ávirkar eisini oljuprísin, sum fær hann at hækka. Hagtøl vísa nú, at  gassútflutningurin hjá Norra hevur  størri virðið enn olja. Gassið er næstan fýrfaldað frá 2020 til 2021. Fleiri orsøkir eru til methøga gassprísin. Eitt nú hevur Russland ikki viljað økt um framleiðsluna, og verður tað mett at stava frá politisku støðuni millum Russland og Vesturheimin.

[object Object]



Norski útflutningurin av gassi hevur yvirhálað útflutningin av olju.

Eisini hava avgerðir hjá fleiri evropeiskum londum at minka um kjarnorkuna og kolaorkuna eins og fara burtur frá olju, sett stór krøv til gassframleiðsluna í eitt nú Noregi, sum ongantíð áður hevur havt so stórar inntøkur frá gassframleiðsluni sum nú. Stóri eftirspurningurin eftir gassi hevur eisini fingið norðmenn í fleiri førum at lata oljuna liggja í undirgrundini og heldur raðfesta gassframleiðsluna hægri. 

Hóast Norra forvinnur stórar upphæddir í løtuni av søluni av bæði olju og gassi, so hava norðmenn eisini sítt at dragast við. Streymprísurin er høgur sum ongantíð fyrr, og í morgun var prísurin á bensini omanfyri 20 norskar kr. fyri liturin. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder