Innanlands

Ein framúr væleydnað vatnráðstevna

-Alt gekk væl, frá felttúrunum báðum til Ice-Breaker-løtuna í Müllers pakkhúsi til Banquettina á Tjóðsavninum til sjálva ráðstevnuna, sum var hildin í teimum fantastisku karmunum, sum Norðurlandahúsið hevur at bjóða. Til síðst, men avgjørt ikki minst, vóru vit so sera heppin við veðrinum, sum bara spældi við - alla vikuna.

2024-10-24 13:31 Author image
Jan Müller
placeholder

So avgjørdir og fegnir eru fyrireikararnir av fyrstu vatnráðstevnuni fyri smáoyggjar, sum varð hildin í Føroyum herfyri, og sum fyrireikararnir nú hava eftirmett. Teir taka her saman um:

[object Object]

[object Object]

-Samanumtikið var hetta ein frálík fyrsta útgáva av IWRA Islands Water Congress- røðini. Vit eru fegin um, at nú er stórur áhuga í at vera vertur fyri aðru útgávu í 2026, og vit gleða okkum til at vera partur av næstu ráðstevnuni. Nógv sambond eru skapt millum luttakararnar, og nøkur ítøkilig samstørv eru longu farin í gongd. Hetta fer uttan iva at hava við sær, at vit framyvir betur skilja serstøku og felags avbjóðingarnar og møguleikarnar viðvíkjandi vatni í oyggjasamfeløgum. Í sambandi við hesa niðurstøðu hava fyrireikararnir hesa tøkk til luttakarar og stuðlar annars:

STÓRA TAKK FYRI STUÐULIN TIL 1st ISLANDS WATER CONGRESS

“Í dag er ein góður mánaði síðani seinasti dagurin av Vatnráðstevnuni var av, og dustið er um at leggja seg. Smílið situr tó enn á varrunum, tí ráðstevnan vísti seg at vera heilt framúr væleydnað, bæði tá tað kemur til áhugvert og til tíðir sera nemandi tilfar, men eisini yvirhøvir. Alt gekk væl, frá felttúrunum báðum til Ice-Breaker-løtuna í Müllers pakkhúsi til Banquettina á Tjóðsavninum til sjálva ráðstevnuna, sum var hildin í teimum fantastisku karmunum, sum Norðurlandahúsið hevur at bjóða. Til síðst, men avgjørt ikki minst, vóru vit so sera heppin við veðrinum, sum bara spældi við - alla vikuna.

Umleið 190 luttakarar vóru við hesar fýra dagarnar, ið ráðstevnan vardi, og tær afturmeldingar, ið vit hava fingið frá fleiri teirra, hava verið sera jaligar. Samanlagt vóru umboð frá meiri enn 40 londum og 33 ymiskum oyggjasamfeløgum, heilt frá Hawaii, Fiji, Maldivunum, Seyskelloyggjunum, Nyosi Island í Madagaskar, Malta, Balearic og Gran Canaria, Azorunum, Cape Verde, Írlandi, Orknoyggjum, Íslandi, Prince Edward Island í Kanada og so sjálvandi úr Føroyum.

Tann fyrsta dagin løgdu Andrias Klein Gregoriussen og Ronald Roopnarine frálíka væl fyri sum høvuðsrøðarar, og løgdu lunnar undir komandi dagarnar við at greiða frá um veðurlagsbroytingar, og hvussu tær bæði møguliga fara at ávirka føroyska lokalsamfelagið, men samstundis eisini um tann veruleika fólk liva við í Karibisku oyggjunum longu í dag.

[object Object]

Dagin eftir fingu allir luttakararnir eitt heilt serligt upplivilsi. Høvuðsrøðararnir hendan dagin, Kamana Beamer og Milika Sobey høvdu ferðast frá hvør sínum “enda” av heiminum (Hawaii og Fiji), og tey sviku ikki. Undir heitinum “Vatnkulturur og frásagnir” dugdi Kamana sera væl at fáa lív í ríku søguna hjá Hawaii og fólkinum har í sambandi við vatnstýring. Sjáldan hava vit sæð nakran tosa so greitt og við slíkum brennandi áhuga um “Public Trust” doktrinina flættað saman við søgu, tónleiki og mentan. Hetta var eitt torført verk at fylgja, men Milika megnaði tað væl. Hon flutti allar luttakararnar til sína oyggj í Fiji og greiddi frá søguni um Fiji Water, og hvussu tað er knýtt til land, søgu og mentan.

Samstundis, sum Kamana og Milika høvdu sera áhugaverdar og nemandi framløgur í Skálanum í Norðurlandahúsinum, vóru føroyingarnir á ráðstevnuni samlaðir í útvarpshøllini, sum Kringvarpið hevði verið so beinasamt at  lána okkum. Her inni var serstøk føroysk verkstova, har umboð frá sera nógvum virknum aktørum innan feskvatnsnýtslu í Føroyum vóru samlað. Her vóru nógvar áhugaverdar framløgur og góð og gevandi kjak, nakað, sum eftir ætlan verður tikið aftur í aftur longu seinni í ár.

Seinasta dagin broyttu vit eitt sindur í skránni, og í staðin fyri formellu longu framløgurnar skipaðu vit fyri eini sokallaðari “fire chat-samrøðu” við bretan James Ellsmoor frá Island Innovation felagsskapinum, har hugleitt var um spurningar so sum stødd, fígging og lærdómar frá einum oyggjarsamfelag til eitt annað, sæð út fra egnu royndum hansara við burðardyggari orku, og hvussu tær kunnu nýtast í sambandi við vatnstýring. Ráðstevnan gav síðani luttakarunum møguleikan at samanbera virksemið hjá einari kommunalari vatntænastu í einari oyggj (Tórshavn) og á einum staði, ið ikki er á einari oyggj (Ottawa í Kanada). Hetta vísti, at í summum førum vóru avbjóðingarnar ikki so ymiskar, men støddarmunurin og staðaravbjóðingarnar komu eisini væl fram.

[object Object]

Seinasta plenaríið var ein áhugaverd røð av framløgum frá Tráini Nónklett, Manuel Sapiano og Steven Myers um søguna og veruleikan um vatnið í Føroyum, Malta og á Prince Edward Island. Eftir framløgurnar var eitt kjak millum Ingilín D. Strøm, landstýriskvinnu í umhvørvismálum, Steven Myers, ráðharra fyri veðurlagsbroytingum, orku og umhvørvi á Prince Edward Island, og Manuel Sapiano, forstjóra hjá Maltesiska Orku- og vatnstýrinum. Tey umrøddu umhvørvis- og samfelagsbúskaparligar avbjóðingar og møguleikar í sambandi við vatn, vatn/orkusambandið og leiklutin hjá lóggávuni, tá umræður vatnstýring.

Eftir hetta var Memorandum of Understanding Establising Tórshavn Dialog on Sustainable Freshwater Management on Islands undirskrivað av Høgna Hoydal, uttanríkis- og vinnumálaráðharra vegna Føroyar og Steven Myers, ráðharra fyri veðurlagsbroytingum, orku og umhvørvi vegna Prince Edward Island, um framtíðar samstarv á ferskvatnøkinum millum oyggjarnar báðar. Endamálið við hesi MoU er at fáa fleiri oyggjar at skriva undir so hvørt sum tíðin líðir, og í løtuni arbeiðir Malta við at fáa seinastu snøklarnar uppá pláss, soleiðis at tey kunna undirskriva skjótast gjørligt og samstundis gerast ein partur av hesum samstarvi.

IWRA fer skjótt at hava allar hesar framløgurnar tøkar til allar luttakararnar og onnur at hyggja gjøgnum ókeypis. Fleiri teirra eru ómetaliga ríkar og upplýsandi. Vit fara eisini at útgeva ein faldara, har allir samandráttirnir frá ráðstevnuni eru við. At enda eru tvær serligar útgávur av tíðarritunum Water International og Island Studies Journal í gerð, sum savna saman eitt úrval av greinum frá ráðstevnuni. Vit eru vís í, at fleiri aðrar greinar fara at verða útgivnar av luttakarum millum nú og næstu ráðstevnuna, sum stava frá hugskotum og framløgum á hesari ráðstevnuni.

Samanumtikið var hetta ein frálík fyrsta útgáva av IWRA Islands Water Congressrøðini. Vit eru fegin um, at nú er stórur áhugi í at vera vertur fyri aðru útgávu í 2026, og vit gleða okkum til at vera partur av næstu ráðstevnuni.

At enda eru tað myndirnar í okkara huga av luttakarum, sum hittast fyri fyrstu ferð, sum vit fara at minnast best. At síggja og hoyra luttakarar úr Fiji læra um Grønland, og umboð úr Karibia samskifta við starvsfelagar úr Íslandi og Írlandi, var sera áhugavert og læruríkt fyri okkum øll. Nógv sambond eru skapt millum luttakararnar, og nøkur ítøkilig samstørv eru longu farin í gongd. Hetta fer uttan iva at hava við sær, at vit framyvir betur skilja serstøku og felags avbjóðingarnar og møguleikarnar viðvíkjandi vatni í oyggjasamfeløgum.

Vit vilja fegnar takka fyri allan stuðulin, ið vit fingu, og sum gjørdi sítt til, at hetta gjørdist ein framúr væleydnað ráðstevna,” siga tær báðar Óluva Eidesgaard og Barbara Biskopstø Hansen frá Jarðfeingi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder