Norska orkufelagið Equinor hevur nærum ongantíð forvunnið so nógvan pening sum júst nú. Og tað kann felagið ikki minst takka gassframleiðsluni, sum fyritøkan stendur fyri og sum í løtuni alstórur eftirspurningur er eftir fyri methøgan prís.
Og nú íløgur skulu gerast í framtíðina, og norska felagið ynskir at vera bæði svart og grønt, so hevur leiðslan í felagnum júst avgjørt at brúka 100 mia. kr. komandi 10 árini til grøna orkuskiftið. Hetta skal so vera partur av eini ætlan uppá íløgur fyri 350 mia. kr. Tvs. peningur, sum m.a. er forvunnin gjøgnum framleiðslu av olju og gassi skal nú koma grøna orkuskiftinum til hjálpar.
Ikki minst verður her hugsað um at menna tøknina, sum skal vera grundarlagið undir framtíðar grønu orkuni. Fram til 2035 skal Equinor broytast frá at vera veitari av olju og gassi, til at gera eitt orkufelag men framhaldandi byggja á virðini og náttúrugivnu fortreytirnar í Norðsjónum. Hetta skrivar norska heimasíðan E24.
Equinor, sum longu hevur lagt seg eftir at menna og útbyggja vindorkuna til havs, sigur, at møguleikar eru eisini fyri at goyma CO2 í stórum goymslum undir havbotninum.
Samtaksstjórin í Equinor, Anders Opedal og leiðarin fyri nýggjum verkætlanum Henriette Urdrum. Mynd E24
Hetta er tað, sum størsta fyritøkan í Norra ætlar sær at takast við í framíðini. Øll henda risaætlan byggir á fýra bein: Minka um útlátið og útreiðslurnar í olju- og gassframleiðsluni, leggja enn størri dent á havvind, skapa ein marknað fyri vetni (hydrogen) og bjóða fram flutning og goymslu av CO2.
-Okkara endamál er at røkka netto null í útláti í 2050 og gerast tað leiðandi felagið innan grøna orkuskiftið, sigur stjórin Anders Opedal, men leggur aftrat, at hetta megnar felagið ikki einsamalt. Opedel sigur hetta í eini samrøðu við norska blaðið VG.
Equinor fyritøkan hevur broytt navn og logo fleiri ferðir.
Hann sigur, at Equinor skal byggja á tess traditiónir og søgu og tess evni at umseta tøkni til stórar verkætlanir.
-Vit eru longu í gongd við at menna havvind og varandi orku, og so skulu vit eisini megna at flyta og goyma CO2 eins og menna vetni sum nýggj arbeiðsøki sigur samtaksstjórin í Equinor.
Felagið hevur longu leingi ligið á odda í arbeiðinum at menna havvindorku í Norðsjónum. Hetta skal nú mennast meira. Streymurin frá havvindi skal kunna brúkast til at elektrifisera pallar á landgrunninum, sum t.d. Hywind Tampen ella koma frá meginlandinum og flytast út til framleiðandi pallarnar í Norðsjónum. Men ein fortreyt er tann, at netið til havs verður fíggjað og útbygt av Statnett og øðrum sigur felagið.
Equinor hevur áður sagt, at tað ætlar at minka um útlátið við fimm mió. tonsum av CO2 innan 2030, og her er elektrifiseringin mest týðandi amboðið til tess at røkka á mál. Frá 2030 hevur Norra møguleika at økja um sína framleiðsluorku, sum svarar til fimm ferðir meira streym frá havvindi enn tørvur er á landgrunninum. Tá kann havvindur gerast ein týðandi framleiðari av streymi, sum kann nýtast á meginlandinum ella útflytast. Hetta sigur verkætlanarstjórin hjá felagnum Henriette Undrum við VG.
Umframt havvind verður flutningur og goymsla av CO2 eitt av nýggju kjarnuøkjunum hjá Equinor, sum metir, at tað kunnu skipast 10 til 15 CO2 goymslur undir Norðsjónum, sum kunnu nøkta tørvin hjá mongum ídnaðarfyritøkum í Evropa, ið vilja sleppa av við útlátið.
Men tað verður ikki steðgað við hesum báðum menningarøkjunum, havvindi og CO2 goymslu. Equinor fer eisini at menna vetni, sum felagið metir fer at vera ein týðandi orkukelda í framtíðini.
Talan er um kalt blátt vetni, ið byggir á nátúrgass. Bæði ES og Bretland tosa nógv um at brúka vetni í framtíðini. Í løtuni tosar Equinor við kundar í Bretlandi, sum vilja vera partur av vetnismenningini. Eisini stálídnaðurin og aðrir ídnaðarkundar vilja hava vetni. Her er Equinor í eini serstøðu, tí felagið kann bæði framleiða nátúrgass, sum skal nýtast í vetnisframleiðsluni, umframt at goyma CO2 útlátið frá hesi framleiðsluni undir Norðsjónum. Men hetta hevur skund sigur norski stjórin og vísir til, at eisini fleiri onnur lond eru farin at leggja seg á vetnisleiðina. Men fortreytin fyri at alt hetta kann eydnast er, at eisini onnur feløg og fyritøkur og eisini tað almenna vera partur av menningi. Í Norra hava bæði LO og NHO sagt vera vera við. Nú fer so innbjóðingin víðari til aðrar tættir í samfelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald