Nú um dagarnar tók norska orkufelagið Equinor eitt týðandi stig á leiðini at útbyggja olju- og gassleiðina Rosebank eystan fyri føroyska markið. Saman við partnarunum Suncor Energy og Siccar Point Energy hevur Equinor undirskrivað avtalu við Altera Infrastructure um leigu av framleiðslu- og goymsluskipinum (FPSO) Petrojarl Knarr at brúka á Rosebankkelduni, tá útbyggingin er liðug um nøkur ár. Í løtuni arbeiðir skipið fyri Shell á norska landgrunninum.
Rosebank keldan liggur tætt við føroyska markið. Verður hon útbygd, sum nógv bendir á, so verður bráddliga eitt nýtt undirstøðukervi tætt við føroyska landgrunnin, sum í framtíðini møguliga kann flyta føroyskt gass á bretska marknaðin, sum eins og restin av Evropa hevur stóran tørv á gassi.
Rosebank er ein av teimum størstu olju- og gasskeldunum á øllum bretska landgrunninum, sum enn ikki er vorðin útbygd til framleiðslu. Hon varð funnin í 2004 og hevur síðani skift eigara nakrar ferðir. M.a. hava feløg sum OMV, DONG, Ineos, Chevron og táverandi Statoil verið partur av kelduni.
Verður Rosebank keldan útbygd, so fer framleiðslan at vera ein samskipan millum útbúnað á havbotninum og eitt framleiðsluskip.
Í dag er tað so Equinor, sum skal standa fyri útbygging av kelduni. Hon er mett at goyma tað, sum svarar til 300 mió. tunnur av olju og gassi. Í bretsku stjórnini er semja um at skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum og hava bæði bretski fíggjarráðharrin og orkuráðharrin úttalað, at Bretlandi tørvar olju og gass í mong ár aftrat, og at tað tí hevur alstóran týdning, at keldur sum Rosebank verða útbygdar.
Nógv olja og gass er funnið skamt frá føroyska markinum. Nú verður av álvara tosað um at útbyggja olju- og gasskeldur har. Í grannalagnum á føroyskum øki er Anne Marie gassleiðin, sum møguliga goymir føroyskt gass.
Møguliga fleiri Rosebank keldur í Føroyum
Tað, sum er serligt við Rosebank kelduni, er, at oljan og gassið liggur millum basaltfláir av sama slag, sum finnast í Føroyum. Hetta er ein avbjóðing men kortini verður mett, at tað kann loysa seg at taka olju og gass upp úr undirgrundini. Á messum, har Jarðfeingi hevur luttikið á seinastu árini, hevur tað tí eisini verið ein av boðskapunum til orkufeløg, at møguleiki er fyri, at líknandi keldur sum Rosebank kunnu finnast fleiri staðni inni á føroyska landgrunninum, nú jarðfrøðin báðumegin markið tykist ikki sørt meinlík. At slík ikki er funnin kemst fyrst og fremst av, at so lítið er leitað um her.
Áhugavert er tó at bíta merki í, at gass er funnið í fleiri av boringunum, sum eru gjørdar við Føroyar. Men so fáir brunnar eru boraðir, at tað vil vera skeivt at útiloka møguleikan fyri at gera lønandi kolvetnisfund. Í bretskum øki eru boraðir fleiri hundrað brunnar, og tí eru eisini gjørd fleiri fund.
At Rosebank nú helst verður útbygd - tó við tí fyrivarni, at endaliga avgerðin um útbyggingina enn ikki er tikin - kann tað eisini fáa týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu við Føroyar. Fyri eina møguliga føroyska olju- og gassframleiðslu vil eitt undirstøðukervi á Rosebankkelduni nærhendis við bæði framleiðsluskipi á staðnum og gassrørleiðing til Hetlands ella Skotlands nevniliga hava alstóran týdning.
Cambo olju- og gasskeldan liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Verður hon útbygd kann undirstøðukervið har bráddliga verða við til at lata upp fyri bæði føroyskari oljuleiting og framleiðslu.
Bretskt undirstøðukervi avgerandi fyri Føroyar
Ein kann siga, at tað er nærum alfa og omega fyri eina framtíðar føroyska olju/gass framtíð, at eitt nýtt undirstøðukervi verður ment hinumegin markið, antin á Rosebank ella Cambo ella á báðum støðum. Hesar stóru oljuleiðirnar liggja nevniliga so tætt við føroyska markið, at tær og teirra undirstøðukervi kunnu koma at taka ímóti olju og gassi frá møguligum leiðum føroysku megin markið eisini. Tá slepst undan at flyta møgulig kolvetni til lands í Føroyum ella at skula gera stórar íløgur í undirstøðukervi á føroyska landgrunninum.
Enn ein stór olju- og gasskelda skamt frá føroyska markinum, Cambo, hevur eisini verið á tekniborðinum ávegis til útbygging. Men eftir m.a. sera harða mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum og politikarum gjørdi Shell fyri stuttum av at taka seg úr byggiverkætlanini. Felagið metti ikki verkætlanina fíggjarliga nóg forsvarliga, eitt nú tí tað bar ótta fyri nógvum seinkingum.
Eygleiðarar hava síðani mett, at tá felagið ikki helt seg fáa neyðuga stuðulin frá myndugleikunum í Bretlandi til at fremja útbyggingina, og grøna mótstøðan gjørdist so ógvuslig, tá gjørdi Shell rætt og slætt av at taka seg úr hesi verkætlanini.
Nú verður so bíðað eftir, hvørja avgerð fyristøðufelagið á Cambo, Siccar Point fer at taka til víðari gongdina. Myndugleikarnir í Bretlandi hava heitt á felagið um at siga frá í mars, hvørjar ætlanir tað hevur við Cambo loyvinum. Nú kreppa hevur tikið seg upp um orkutrygdina í Evropa m.a. í sambandi við veitingar av russiskum gassi, so er ikki ósannlíkt, at tað verða íleggjarar, sum vilja fylla tómrúmið eftir Shell út.
Gulu blettirnir umboða brunnar, sum eru boraðir. Í Føroyum eru einans boraðir 9 brunnar, ein dropi í havinum, meðan hundraðtals brunnar eystan fyri markið hava givið góð úrslit og er hetta økið nú tað mest lønandi á bretska landgrunninum sum heild.
ES umhugsar at góðkenna gass
At ES nú umhugsar at góðkenna gass sum grøna orku, og sama ES ikki ynskir at vera bundið at russiskum gassi í framtíðini, setir so eisini ferð á gitingarnar um, at íleggjarar og orkufeløg kunnu fara at vísa eitt nú bæði olju- og gassleiting og útbyggingum av verandi fundum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar) størri ans.
Tí kann hugsast, at fleiri av olju- og gasskeldunum, sum longu eru funnar eystan fyri føroyska markið, fara at koma í fokus komandi tíðina. Umframt Rosebank og Cambo er eisini ein verkætlan hjá BP at útbyggja enn ein part av risastóru Clair kelduni, Clair South, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Haraftrat kemur enn ein stór gasskelda í sama øki, Glendronach, sum Total hevur í umbúnað at útbyggja og harvið kunna økja um gassframleiðsluna á bretska landgrunninum. Og soleiðis kundi verið hildið fram við at nevna olju- og gasskeldur, sum kunnu gerast áhugaverdar, nú eitt nú ES vil førka seg burtur frá bindingini av russiskum gassi eins og veitingum úr diktaturveldum í Miðeystri. Spurningurin um orkuveitingartrygd er bráddliga vorðin sera aktuellur.
Tað stendur tó greitt, at umhvørvisfelagsskapir serstakliga í Bretland royna at forða fyri, at hvørki olju- ella gasskeldur verða útbygdar, tí tær stríða ímóti royndunum at fáa steðga verðurlagsbroytingunum.
Ein avgerð í ES um at góðtaka gass sum grøna orku kann tó verða við til at venda hesum ráki. Ikki minst nú lond hava valt at stongja bæði kjarnorkuverk og kolaorkuverk, sum aftur setir krøv til aðra orkuframleiðslu so sum gass.
Hóast stórar íløgur verða gjørdar í vindorku til havs eins og í sólorku og sjóvarfalsorku, so røkka hesi ikki til at nøkta stóra og vaksandi eftirspurningin eftir orku í mong ár aftrat.
Økið við Føroyar, sum er boðið út til oljuleiting. Vit síggja, hvussu tætt við markið fleiri av olju- og gasskeldunum liggja.
Føroyaøkið kann gerast áhugavert
Tí kann roknast við, at eitt øki sum Føroyar, ið hevur bjóðað íleggjarum og orkufeløgum at leita eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum síðani 2000, aftur kann koma í størri fokus - bæði tí ES ikki vil vita av russiskum gassi, og nú ES sjálvt eftir øllum at døma fer at geva grønt ljós til gass sum part av framtíðar orkuveitingini.
Vit kunnu so bara gita, hvat hungrandi orkumarknaðurin í ikki bert ES men øllum Evropa fer at fyritaka sær komandi árini – og her eisini viðvíkjandi føroysku undirgrundini og atgongdini til hesa. Kemur gongd nú á virksemið hinumegin markið, tá vil tað uttan iva eisini fara at ávirka áhugan fyri stóra føroyska landgrunninum.
Orkan.fo fer framhaldandi at fylgja hesi gongdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald