Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, ávarar nú limalondini um ikki at minka um íløgurnar í varandi grøna orku, nú lond sum Týskland, Eysturríki og Háland hava boðað frá, at tey kenna seg noydd til at lata uppaftur kolaorkuverkini, eftir at Russland hevur steðgað so stórum parti av gassveitingini. Nú verður bara bíðað eftir, at Italia fer at gera tað sama. Londini eiga ikki at brúka verandi orkukreppuna til at seta grøna orkuskiftið á steðg og harvið minka um íløgur í grøna orkuskiftið sigur forkvinnan í ES-tinginum.
Ursula von der Leyen sigur sambært Financial Times, at stjórnirnar skulu halda fram við at varpa ljós á grønar íløgur. Trupulleikin verður enn størri, tá og um Russland fer at minka um gassveitingarnar enn meira, tá veturin nærkast. ES forkvinnan heldur ikki, at londini harfyri skulu umbera seg við at venda grøna orkuskiftinum bakið við at halda aftur við menningini av varandi orku vegna tiltøkunum frá Russlandi. -Vit mugu tryggja okkum, at vit brúka kreppuna til at ganga framá og ikki aftureftir og ikki gevast við at fara burtur frá teimum dálkandi fossilu brennievnunum.
ES hevur eitt ynski um at økja um kapasitetin, tá tað ræður um grøna orku, eins væl og finna alternativar gassloysnir. Eitt nú er USA av álvara farið at útflyta flótandi gass LNG til Evropa.
Rob Jetten, orku- og veðurlagsmálaráðharri í Hálandi sigur, at landið fer nú at broyta aftur lógarverkið, soleiðis at tað aftur verður loyvt at framleiða orku frá kolaverkum. Frammanundan hava bæði Týskalnd og Eysturríki givið loyvi til at lata upp aftur fyri kolaorkuframleiðsluni, nú Russland hevur gjørt av at minka um gassveitingarnar við 60%. Eisini Italia hevur boðað frá, at tað fer at lata upp aftur fyri kolaorkuverkunum, nú tað ikki kann vera russiska gassið fyriuttan uttan at hava nakað at seta ístaðin.
ES ber ótta fyri, at Russland fer at minka enn meira um gassveitingina, tá veturin nærkast, veit Bloomberg at siga frá. ES lond royna nú eisini at minka um nýtsluna av gassi. Fyrsta ársfjórðing í ár hevur tað eisini eydnast at minka gassnýtsluna við 9% í mun til somu tíð í fjør. Mælt verður eisini til, at húsarhald skrúva niður fyri hitanum við 2 stigum, sum aftur kann hava stórar sparingar við sær. Soleiðis er orkusparing eitt av lyklaorðunum í núverandi orkukreppuni.
Russiska innrásin hevur annars eisini sett meira ferð á grøna orkuskiftið í ES, og tað fegnast Ursula von der Leyen um. Kortini roynir ES at fáa hendur á øllum tí gassi, sum er á marknaðinum, her bæði gass úr Norra og USA. Roknað verður eisini við, at stóri tørvurin á gassi, sum ikki verður nøktaður av varandi orkukeldum í bræði, er við at broyta hugburðin í ES viðvíkjandi gassi. Í løtuni liggur eitt uppskot til viðgerðar í ES um at skráseta nátúrgass sum grøna orku.
Undir eini ætlan nevnd “REPowerEU” miðjar ES móti heilt at kvetta við russiska orku, spjaða egið gasstilfeingi og økja um vind- og sólorku. ES hyggur annars alla staðni eftir gassi eitt nú eisini úr Ísrael, Kypern og Egyptalandi eins og í Norra og Azerbaijan.
Undan innrásini av Ukraina stóð ES fyri meira enn 40% av gassinnflutninginum úr Russlandi. REPowerEUverkætlanin skal tryggja meira orku frá varandi orkukeldum so sum vindmyllum og skal eisini skundast undir útbygging av teimum. Hesar skulu vera við til at minka um dálking og steðga upphitingini eins og gera ES meira trygt og sjálvveitandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald