2022-09-19 16:14
Methøgu orkuprísinir og harvið eisini methøgi vinningurin hjá orkufeløgum stava m.a. frá avleiðingum av russisku innrásini í Ukraina. Forkvinnan í ES tinginum, Ursula von der Leyen segði í árligu røðu síni herfyri til tey 27 limalondini í felagskapinum, at orkufeløg, her bæði elframleiðarar, sum hava havt ovurstóran vinning av høgu orkuprísunum eins og olju- og gassfeløg, skulu rinda 1000 mia. kr., ið skulu brúkast til at lætta um hjá brúkarum og fyritøkum, sum eru sera hart rakt av óvanliga høgu orkuprísunum.
Í Danmark verður m.a. talan um at leggja eykaskatt á Total Energies, sum nøkur ár herfyri keypti olju- og gassognirnar hjá AP Møller Mærsk í Norðsjónum. Roknað verður ikki við, at orkufelagið sleppur undan at rinda, hóast ein lógargrein higartil hevur forðað hesum.
Tað skilst annars, at ES fer at hava ilt við at fáa atgongd til øll tey feløg, sum veruliga hava havt so stóran vinning.
Herfyri legði bretska stjórnin eyka skatt á olju- og gassfeløg av somu orsøk. Tað hevur so verið uppá tal at áleggja enn ein eykaskatt á ikki bara olju- og gassfeløg, men eisini feløg, sum hava havt ovurstóran vinning so sum vind- og sólorkufeløg. Hetta kom tó ikki uppá tal, eftir at Bretland fekk nýggja stjórn.
Liz Truss, nýggi forsætisráðharrin gjørdi greitt, at hetta varð av ongum, tí hon vildi heldur hava orkufeløg so sum olju- og gassfeløg at gera nýggjar íløgur í eitt nú Norðsjónum, soleiðis at Bretland kann verða óhefta at innfluttari orku í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald