Ta støðuna hevur ES nevndin, sum seinnapartin hevur lagt fram uppskot til tilmæli um eitt nýtt og yvirornað veðurlagsmál fyri limalondini.
Annars eru ES lond samd um, at tey skulu vera klimaneutral í 2050. Til tess at røkka hesum máli ynskja londini at seta sær nøkur partmál á leiðini og 90% markið í 2040 er so eitt týðandi og avgerandi vegamót fram móti endaliga málinum. Núverandi partmál er, at limalondini skulu hava minkað um teirra útlát við 55% innan 2030.
Veðurlagsráðið í ES hevur fyrr mælt til, at londini skulu minka um útlátið við millum 90 og 95% innan 2040, um tey skulu klára at steðga globalu upphitingini.
Danski veðurlagsráðharrin Lars Aagaard segði í fjør. at útlátið eigur at verða minkað við í minsta lagi 90%. Harvið hevði Danmark eitt ta mest grøna málið segði hann tá.
Nú er tað upp til tey 27 londini í ES at finna eina semju um nýggja málið og sambært keldum er einki, sum bendir á, at hetta verður nøkur løtt uppgáva.
Seinastu tíðina hava fleiri av londunum ella framstandandi leiðarar sagt seg ynskja ein steðg í nýggjum grønum lógum, eitt nú franski forsetin og formaðurin í kristin-konservativa bólkinum í ES tinginum. Hendir tað ikki, so fer tað at raka kappingarførleikan hjá evropeiskum fyritøkum.
Haraftrat koma mótmælini frá bóndum og landbúnaðinum í fleiri ES londum í seinastuni, sum vilja steðga fleiri av grønu tiltøkunum.
Mangir leiðarar eru ørkymplaðir av mongu klima- og umhvørvislógunum, sum eru samtyktar í ES seinastu árini. Forkvinnan í ES tinginum Ursula von der Leyen hevur eisini fleiri ferðir sagt, at tørvur er at fáa ein betri dialog við bóndurnar í ES í sambandi við, hvussu skal farast fram víðari í grøna orkuskiftinum.
Í seinasta tilmælinum frá Evropa-nevndini finst einki um, hvussu stórt íkast landbúnaðurin skal veita til at røkka nýggju málunum. Sagt verður, at við tí rætta politikkinum og stuðulinum kann landbúnaðurin eisini hava ein leiklut í skiftinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald