Uttanlands

ES tingið vil skunda undir havvindorkuna

Tað gongur ov seint at útbyggja vindorkuna í Evropa, og tí hava limir í ES-tinginum nú heitt á felagsskapin um at seta meira ferð á útbyggingina av vindorku til havs.

Nógv størri ferð eigur at verða sett á útbyggingina av vindorku til havs heldur meiriluti av limunum í ES tinginum.

Nógv størri ferð eigur at verða sett á útbyggingina av vindorku til havs heldur meiriluti av limunum í ES tinginum.

2022-02-23 12:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Í eini frágreiðing verður víst á, at skal ES røkka sínum orku- og veðurlagsmálum ávikavist í 2030 og 2050 er neyðugt at skunda undir menningina av varandi orku og skal hetta gerast á ein burðardyggan hátt.

Sambært frágreiðingini frá ES tinginum er málið at økja um havvindorkuna til 60GW í 2030 og 340GW í 2050.

Limir í ES tinginum vísa á, at kostnaðurin fyri at menna vindorku til havs er lækkaður  munandi seinastu árini - við 48% frá 2010 til 2020. Tað ger hesa varandi orkuna til ta mest kappingarføru orkukelduna. Men um stuðul til fossil brennievni ikki verður steðgaður, verður tað ómøguligt við verandi orkumálum at steðga globalu upphitingini til undir 1,5 stig.

Limirnir í ES, sum standa aftanfyri seinastu frágreiðingini, halda, at til tess at kunna røkka null útláti í 2050 er neyðugt at menna varandi orkuna og um somu tíð útbyggja undirstøðukervið. Nógv av limalondunum eru eftirbátar, tá talan er um at skifta til grøna orku, verður sagt.

Víðari verður sagt, at tað hevur alstóran týdning at skipa gondina soleiðis, at tað er pláss fyri bæði havvindorkustøðum, fiskivinnu og sjóvinnu. Neyðugt verður at leggja menningina av varandi orku soleiðis til rættis, at hon ikki nervar hvørki fiskivinnu ella  sjóvinnu.

Í niðurstøðuni í frágreiðingini verður stórur dentur lagdur á, at tað er neyðugt  at seta nógv meira ferð á grøna orkuskiftið og er m.a. tørvur á grønari elmegi fyri at kunna røkka klimamálunum, og her hevur varandi vindorka til havs ein týðandi leiklut.  Tá umrødda frágreiðing varð til atkvøðugreiðslu í ES tinginum herfyri varð stórur meiriluti fyri henni. 


Keldur: Euractiv og The Capitals

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder