-Tess nærri vit nærkast vetrinum tess betri duga vit at skilja, hvat Russland hevur í hyggju sigur Fatih Birol, stjóri í IEA. Altjóða orkustovnurin heldur, at Evropa alt fyri eitt eigur at fyrireika seg til eitt fullkomið russiskt veitingarbann longu áðrenn veturin kemur og heitir á stjórnir í Vesturheiminum um at taka stig til at skerja nýtsluna og lata aldrandi kjarnorkuverk vera verandi opin.
Hann heldur, at avgerðin hjá Russlandi at avmarka veitingarnar av gassi til Evropa longu nú eigur at takast sum ein áminning um, at Russland við slíkari valdstøku roynir at gera sær dælt av krígnum í Ukraina.
-Evropa eigur at vera tilreiðar, um Russland bráddliga ger av heilt at kvetta alla gassveitingina til Vesturheimin, sigur Birol við Financial Times. Hann heldur, at Russland roynir at forða londunum í Evropa at fylla upp goymslurnar, so hesar eru nærum fullar, tá veturin nærkast.
IEA, sum er sett á stovn av limum í OECD, var í fjør fyrsti stovnurin til at ákæra Russland fyri at royna at manipulera við gassveitingunum til Evropa til tess at fyrireika innrásina í Ukraina. Birol segði eisini, at tiltøkini, sum lond í Evropa hava tikið fyri at gerast minni heft at Ruslandi við m.a. at lata upp aftur fyri kolaorkuverkum, eru rættvístgjørd av kreppuni, sum hevur tikið seg upp, eisini hóast vandin fyri vaksandi útláti.
Hann legði aftrat, at vit mugu góðtaka CO2 útlát frá dálkandi kolaverkum í eina tíð, nú Evropa roynir at gerast minni heft at fossilari orku eins og roynir at raðfesta íløgur í varandi orku. Hann heldur, at lond eiga at gera tað tey eru ment fyri at fylla goymslurnar til veturin, nú vandi er fyri, at Russland skrúvar heilt fyri. Tá fer eftirspurningurin at vaksa, og tí er neyðugt longu nú at skamta orkunýtsluna.
Bæði Svøríki og Danmarek avgjørdu týsdagin at fylgja Týsklandi, Eysturríki og Hálandi við at fyreika seg til eina møguliga neyðstøðu men at tey enn ikki hava gjørt álvara av at skamta orkunýtsluna. Evropa hevur síðani innrásina í Ukraina minkað um innflutningin av russiskum gassi við 20% úr 40% higartil.
IEA stjórin leggur stóran dent á, at lond, sum longu hava avgjørt at gevast við kjarnorku, eiga at útseta hesar ætlanir vegna støðuna, sum hevur tikið seg upp í Ukraina.
Tað hevur verið funnist at Týsklandi fyri tess avgerð at stongja tað einasta av sínum kjarnorkuverkum, nú orkukreppan nívir so fast. Birol sigur, at lond eiga at útseta at stongja kjarnorkuverkini, um trygdin er nóg góð. Men um sama mundið heitir hann á lond um at halda fram við og økja íløgur í varandi orku, sum í longdini kann avloysa olju, gass og kol. Í fjør segði Birol annars, at heimurin hevur ikki tørv á at gera íløgur í nýggjar olju og gaskeldur, um so er at stjórnir ætla at røkka net null útláti í 2050.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald