Uttanlands

Fleiri lond vilja veita trygd til orkufeløg

Eitt nú Bretland, sum vil lata 40 mia. pund í veðhaldi til orkufeløg, ið framleiða streym

2022-09-12 14:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Høgi orkuprísurin rakar meint kring alt Evropa. Brúkarin, her serstakliga einstøku húsarhaldini, er hart raktur av støðuni men eisini framleiðarar av streymi hava ilt við at hóðra undan í herviligu prískreppuni.

Tað hevur fingið fleiri lond til at veita garantiir, trygd til m.a. feløg, sum framleiða streym. Tey megna rætt og slætt ikki at gjalda høgu gassprísirnar fyri at halda framleiðsluhjólunum gangandi.

Nýggja bretska stjórnin hevur gjørt av at veita 40 mia. pund í trygd til orkufeløgini, soleiðis at tey ikki koma í vandasjógv í einum krevjandi gass- og streymmarknaði. Við hesi avgerðini fylgir Bretland Svøríki, sum nú um dagarnar gjørdi av at veita 250 mia. svenskar kr. sum garanti til orkufeløgini. Feløgini, sum framleiða streym, mugu hava trygd aftanfyri, tá tey gera langsiktaðar avtalur á orkumarknaðinum.

Tiltøkini  eru serliga ætlað eini væntandi orkukreppu í vetur og skal almenna trygdin vera við til at forða fyri, at framleiðarar av gassi og streymi fara á húsagang. Bæði  Danmark og Finland hava seg seg vilja  fylgja somu kós sum Bretland og Svøríki og hava sett stórar upphæddir av, sum skulu tryggja m.a. týðandi streymframleiðarum. Danska stjórnin fer at seta av 100 mia. kr. sum garanti til orkufeløg. Norska stjórnin segði í vikuni frá, at hon enn ikki hevur mett tað vera neyðugt at veita orkufeløgum serliga trygd. Tó heita umboð fyri Energi Norge á stjórnina um at hava eina neyðætlan klára, sum líkist tí svensku. 

Stjórin í Equinor  fyri gass og streymorku, Helge Haugane ávaraði í farnu viku um tey sera stóru krøvini til at veita trygd og sum kunnu fáa stórar avleiðingar serstakliga fyri fyritøkur, sum framleiða gass og streym. Equinor metir, at tað tilsamans verður brúk fyri garantium uppá  15.000 mia. kr.

Fær orkumarknaðurin ikki hesi risastóru garantiini, so kann hann í ringasta føri fara á heysin. Hetta sigur hann við Bloomberg eftir ráðstevnu í Italia um støðuna á gass- og streymmarknaðinum. 

Í Týsklandi er ídnaðurin tvingaður til at minka um sítt virksemi vegna methøgu orkuprísirnar. Fleiri lond í Evropa gera seg í løtuni tilreiðar til at spara orku. Orkuprísirnir eru farnir til himmals í stóran mun orsakað av tørvinum á gassi í Evropa, eftir at Russland hetta seinasta árið hevur minkað um veitingina av gassi til Evropa. Streymprísurin hevur í stóran mun fylgt gassprísinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder