Ein av flutningsfyritøkunum í Føroyum, sum hevði valt at raðfesta grøna kanningarferð til Svøríkis herfyri, var Faroe Ship. Fróði Løkságarð, sum tekur sær av eitt nú flutninginum á landi, sigur, at orsøkin til, at farið varð til Gøteborg at síggja nýggjastu elriknu lastbilarnar, sum vera framleiddir har, var tann, at Faroe Ship hevur stórt virksemi á landi, og tí tey hava fingið eitt meira grønt fokus seinastu árini í mun til koyring og tað virksemið, sum tey hava á keiini í Havn. M.a. eru tey í ferð við at skifta stakkararnar á keiini út við nýggjar, sum hava minni útlát.
Málið Faroe Ship hevur sett sær í grøna orkuskiftinum er at skerja útlátið við 50% áðrenn 2030.
Tann eini av kranunum á bryggjuni verður nú eisini elektrifiseraður. Tað arbeiðið verður liðugt um ein mánað, og tað merkir, at tey fara at brúka 40.000 litrar minni av olju á bryggjuni, og tað hevur sera positiva ávirkan á grøna orkuskiftið hjá Faroe Ship vísir Fróði á.
Og tað við sjálvari koyringini er eisini ein náttúrligur partur hjá teimum. -Vit hava fylgt menningini við at fáa lastbilar útgjørdar við elmotorum, og vit hava fylgt tí gongdini seinastu trý árini. Nú fingu vit so nakrar uppdateringar á hesum túrinum, sum gera, at man situr við eini kenslu av, at tann fyrsti ellastbilurin kemur nærri og nærri. Tað er ikki ein spurningur um ein ellastbilur kemur men nær.
Ein ellastbilur 2,5 ferðir dýrari
-Fara tit so at royna at stuðla uppundir skiftið til ellastbilar hjá tí privatu vinnuni?
-Tað hevur okkara áhuga at vera við í tí gongdini - at blíva veruliga grøn. Allir teir smærri vinnubilarnir Faroe Ship brúkar eru longu elriknir. Tí er tað náttúrligt, at vit fara allan vegin við hesum.
Tað, sum er avgerandi fyri at kunna gera eitt slíkt skifti, er ein spurningur um økonomi. Í dag er prísurin fyri ein ellastbil 2,5 ferðir hægri enn fyri ein fossilriknan lastbil, og tað er ein spurningur um, hvussu nógv bíligari raksturin yvir 6 – 8 ár hjá einum lastbili kann hanga saman við el. Tað er eingin loyna, at skal tú bara hækka prísir, so koma vit ongan veg við hesum. Tað er at finna fram til, um tað er lønandi at gera hesa íløguna yvir alla livitíðina hjá einum lastbili.
Umboð fyri vinnu og almennar stovnar í Føroyum verða kunnað um tað nýggjasta innan ellastbilar í Svøríki. Mynd Jan Müller
Fróði fegnast um hetta tiltakið, sum felagið Stórbilar hava tikið stig til og sigur, at kanska er tað ikki júst teirra uppgáva at kunna um grønar loysnir, men sjálvandi gera teir tað eisini út frá nøkrum handilsligum áhugamálum. Og so hevur hetta avgerandi týdning sum heild fyri grøna orkuskiftið í Føroyum, har øll hvør í sínum lag mugu spæla við.
-Tað er sera týdningarmikið fyri okkum øll, at stig verða tikin til slíkar kunningarvitjanir, har vit síggja, hvat hendir í útlandinum á hesum øki. Nú er stutt tíð liðin, síðani teir fyrstu ellastbilarnir komu á marknaðin, so tað hevur verið áhugavert at síggja útviklingin hjá eitt nú Volvo á hesum bilaøkinum. Hetta er sera spennandi. Haldi avgjørt at ein ferð sum henda hevur sera hepnar avleiðingar og ávirkan á grøna orkuskiftið. Nógv vilja grøna orkuskiftið, og tað er at finna fram til, hvussu vit kunnu koma har til og nær.
Fróði Løkságarð frá Faroe Ship her saman við stjóranum á Stórbilum Páll Róa Poulsen inni á spildurnýggja bilmuseum hjá Volvo í Gøteborg. Mynd Jan Müller
Politikararnir mugu koma á banan
Fróði Løkságarð vísir á, at í Týsklandi eru td. skipanir, sum gera, at tú fær ein prosentpart endurgoldnan millum tað ein vanligur lastbilur og ein ellastbilur kosta. Í Føroyum eru ongi avgjøld fyri vanligar lastbilar, so tað er ikki har tú kann gera nakað. Politikararnir verða noyddir at koma á banan, um teir halda hetta er rætta leiðin.
-Útheimurin bestemmar, tað eru tey, sum seta krøvini. Vit vera noydd at fylgja við. Tað ræður um at vera opinsinnað og taka ímóti nýggjastu vitanini. Kanska eru vit ov tíðliga úti. Tøknin verður meira og meira grøn við el sum brennievni.
Trygvi K. Joensen frá "Hans Egil & Synir" mitt í el-lastabilaverðini í Gøteborg. Mynd Jan Müller
Rakstrarleiðarin hjá Faroe Ship heldur, at spurningurin er, hvør torir at geva leyst. -Eru tað laksabilarnir hjá Faroe Ship, tøðbilarnir hjá Førka ella eru tað smoltbilarnir hjá Hans Egili og Synum. Vit eru í eini broytingartíð. Vit kunnu vinna íløguna innaftur innan 6-8 ár. Mugu vóna at kundarnir eru áhugaðir í at taka ein part av hesum. Túrurin hevur verið áhugaverdur, vit hava lært nógv nýtt, og eg havi vegna Faroe Ship verið glaður fyri at hava verið við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald