Sjókaðalarnir hjá Føroya Tele hava skapt grundarlag fyri øktum útflutningi av tænastum til eitt nú offshorevinnuna bæði vestan fyri Hetland og í Norðsjónum.
Hóast lítlar í vavi og smáar í fólkatali so muna Føroyar og føroyingar, tá talan er um luttøku í altjóða orkuvinnu, tað veri seg frálandsvinnu (offshore), olju- og gassvinnu og nú eisini innan varandi orkukeldur so sum vindorku. Á heimsins høvum hava føroyskir sjómenn gjøgnum fleiri ártíggju mannað frálandsskip av ymsum slag, og í mong ár hava føroyskir handverkarar givið sítt týðandi íkast til eitt nú norska olju- og gassvinnu á landi og sjógvi. Tað er tí ein sannroynd, at føroyingar hava sett og seta framvegis síni týðuligu fingramerki á virksemið og menningina innan olju- og gassvinnuna og harvið eisini orkuvinnu sum heild.
Hóast koronasóttin framvegis tálmar stórum parti av virkseminum í heiminum, so halda føroysk frálandsreiðarí eins og veitarafyritøkur av ymsum á landi framvegis tørn og bjóða seg fram við sínum veitingum og tænastum. Eitt nýtt ár við koppingarevnum fer vónandi at geva hesum fyritøkum andarúm aftur, nú hjólini kring heimin væntandi fara at mæla skjótari aftur.
Millum hesar mongu føroysku veitararnar er eisini vinnurisin Føroya Tele, sum við síni stødd og breidd og ikki minst royndum og vørum, hevur megnað at sleppa framat stórum og spennandi uppgávum hjá nøkrum av heimsins størstu fyritøkum so sum BP og Total.
Yvirtøka av undirgrund og markið byrjanin
Byrjanina til stóra olju- og gassævintýrið í okkara parti av heiminum finna vit miðskeiðis í farnu øld, tá stórar nøgdir av kolvetni vórðu funnin í undirgrundini og harvið skaptu grundarlag fyri fleiri nýggjum vinnugreinum, sum síðani vístu seg skulduc fáa stóran týdning fyri føroyingar og Føroyar eisini. Yvirtøkan av undirgrundini og ásetan av undirgrundarmarki vóru so eisini tvey sera týðandi og avgerandi stig á leiðini. Tey vórðu sjálvt grundarlagið undir fyrstu leitiboringunum á føroyska landgrunninum, sum so aftur skaptu nýggjar møguleikar fyri føroyska veitingarvinnu.
Leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum gav nógv arbeiði til veitingarvinnuna, samstundis sum hon eisini gav samfelagnum íblástur av ymsum slag umframt inntøkur til landskassan. Tað hevði so eisini við sær, at føroyskar fyritøkur fóru at venda eyguni út í heim við tí í huga at fáa lut í teimum mongu uppgávunum, sum m.a. komu í kjalarvørrinum á menningini av norsku og bretsku kolvetnisvinnunum. Vaksandi virksemið hevði eisini við sær, at útlendsk frálandsskip við jøvnum millumbili eisini løgdu leiðina til Føroya at fáa tænastur av ymsum slag. Alt hetta hevur verið við til at halda lív í og menna føroyskar fyritøkur.
Fyritøkur, sum hava verið og framvegis eru partur av føroyska veitingarumhvørvinum eru m.a.: Mest, PAM Offshore, Faroe Supply Service, Thor Supply, Tor Shipping, Skansi Offshore, Effo og Magn, Poul Hansen, Poul Michelsen. ASB, Klaksvíkar Skipasmiðja, Faroe Ship, Smyril Line, Atlantic Airways, Føroya Tele eins og fleiri føroyskar kommunur. Hesar eru í dag m.a. bulurin í føroyskari veitingarvinnu og harvið eisini verkætlanini um at gera Føroyar til ein virknan tænastu- og veitingardepil í Atlantshavi. Ein verkætlan, sum helst fer at fáa meira vind í seglini, nú siglingarleiðirnar í Arktis verða opnar størri part av árinum.
Fleiri av føroysku veitarafyritøkunum her á Vónabryggjuni í Havn: umboð fyri Thor og Mest frammanfyri tær báðar oljuveitarafyritøkurnar Effo og Magn.
Frálandsskipini hjá Skansi offshore koma víða út í verð, her ein av uppgávunum í Føroyum
Atlantic Airways hevur við sínum framkomna flogflota røkt nógvar stórar uppgávur í offshorevinnuni
Føroya Tele og sjókaðalar
Nýggjasta og mest ítøkiliga dømið um eina veitingartænastu til kolvetnisvinnuna í Norðsjónum í løtuni er tað kaðal- og fjarskiftissambandið, sum Føroya Tele nú um dagarnar veitti til franska orkufelagið Total, og sum varð umrøtt á oljan.fo herfyri. Hetta er so bara tann seinasta uppgávan av slíkum slag, sum dótturfelagið hjá Føroya Tele, Shefa, hevur átikið sær seinastu mongu árini, og sum nú knýtir samskiftissamband millum oljupall í Norðsjónum og skrivstovuna í Esbjerg.
Hyggja vit eftir upprunanum til hesa fyri Føroyar áhugaverdu vinnusøgu, so byggir hon á teir báðar sjókaðalarnar hjá Føroya Tele, Shefa-2 og Cantat-3, sum ávikavist røkka til Skotlands og í Norðsjógvin, har teir koma væl við hjá stórum altjóða olju- og gassfeløgum, nú teir við sínum fjarskiftistænastum knýta arbeiðsstøðir á landi og á pallum saman. Við at brúka hetta nýggja sambandið frá ávikavist Shefa-2 og Cantat-3, kunnu oljufeløgini spara nógv, tí teimum tá ikki tørvar at hava so nógv fólk á pallunum. Nú verður størri partur av arbeiðinum nevniliga gjørdur úr landi.
Tað er ikki ov nógv sagt, at her er talan um eina fyri Føroyar veruliga sólskinsøgu, og hóast tað eru meira enn 13 ár síðani, at Føroya Tele bjóðaði seg fram við sínum tænastum í vaksandi oljuøkinum vestan fyri Hetland og seinni eisini í danska partinum av Norðsjónum, so eru boð framhaldandi eftir hesum tænastunum. Nú seinast frá franska orkurisanum Total, sum herfyri keypti ognirnar hjá Maersk í Norðsjónum og sum nú hevði tørv á at fáa fjarsamskifti millum oljupall og land gjøgnum sjókaðal hjá Føroya Tele.
Føroya Tele er við hesi tænastu síni við til at gera vinnuna meira kappingarføra og meira effektiva.
Nútímans telesamskifti, ið sjókaðalsamband sum tað Shefa fyritøkan kann veita millum land og pall, er ein av lívæðrunum í hesi orkuframleiðsluni.
Spildurnýggjur marknaður
Longu tá Shefa-2 kaðalin gjørdist veruleiki og varð lagdur á havbotnin millum Føroyar og Skotland umvegis Hetland og Orknoyggjar í 2007 vísti tað seg skjótt, at her var ein spildurnýggjur marknaður, nevniliga teir mongu oljupallarnir til havs vestan fyri Hetland. Og tað skuldi skjótt vísa seg, at her vórðu vakstrarmøguleikar hjá hesi eini av Føroya størstu vinnulívsfyritøkum. Eftir neyvt og drúgvt fyrireikandi arbeiði varð sáttmáli undirskrivaður við eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP og seinni við enn ein oljurisa, nevniliga Total.
Pallurin Clair Ridge vestan fyri Hetland, sum brúkar tænasturnar frá Shefa.
Við hesum sambandinum, sum avloysir tað meira svikaliga og kostnaðarmikla fylgisveinasambandið, ber til at stýra stórum pørtum av framleiðsluni og arbeiðinum úti á feltunum úr landi. Tað ger, at manningin umborð á pallum og skipum, kann avmarkast, og tað ger aftur, at manningarnar fáa atgongd til breiðbandsinternet og gerst tað harvið meira hugaligt at arbeiða langt úr landi. Aftrat hesum koma aðrir fyrimunir so sum betran av trygdini. So her er bæði talan um rationalisering og effektivisering fyri ikki at siga sosialisering. Øll lið í framleiðsluni fáa gagn av tí betraða telesamskiftinum frá føroysku fyritøkuni.
Nøkur ár seinni eftir væleydnaðu byrjanina vestan fyri Hetland, fór Føroya Tele undir at veita somu tænastur til oljupallar hjá oljufeløgum sum Maersk og Hess í Norðsjónum. Cantat-3 kaðalin, sum Føroya Tele hevði keypt, gjørdi hetta møguligt. Og herfyri var so enn ein pallur í Norðsjónum knýttur til lands við nýggja kaðalsambandinum HRONN.
Sjókaðal hjá Shefa komin umborð á pall í Norðsjónum.
Fjarskiftisvinnan stóran týdning
Nú nærkast einum nýggjum ári hevur oljan.fo spurt teir báðar, Jan Ziskasen, samtaksstjóra í Føroya Tele og Páll Vesturbú, stjóra í Shefa, hvørjar royndir teir hava gjørt sær higartil við hesum nýggja útflutninginum, og hvussu framtíðin sær út í so máta.
“Vit eru sera fegin um, at hesi sjókaðalsambond, sum hava so stóran týdning fyri, at fjarskifti kann virka optimalt í Føroyum eisini,kunnu gagnnýtast av øðrum pørtum. Í dag hevur hetta sera stóran týdning fyri raksturin hjá felagnum Shefa, tí meginparturin av inntøkunum hjá felagnum stava frá offshorevirkseminum vestan fyri Hetland og í Norðsjónum umframt frá ymsum pørtum í fjarskiftisvinnuni í Hetlandi og Orkney oyggjunum.
Shefa hevur havt úr at gera í ár við at fáa lagt HRONN kaðalin í Norðsjónum, men virksemið hjá olju- og gassvinnuni annars hevur verið merkt av COVID-19 farsóttini, og hettar hevur eisini ávirkað søluna hjá Shefa til hesa vinnuna í ár.
Tó vænta vit, at nýggir kundar kunnu koma afturat í framtíðini. Ætlanir eru at útbyggja nýggj olju- og gassøki vestanfyri Hetland komandi árini, og vit vóna, at hesi nýggju øki vilja blíva kundar hjá Shefa eisini.”
Veitingarvinnan og møguleikar í komandi tíðum
Nýggju oljuøkini teir báðir stjórarnir sipa til eru m.a. oljukeldurnar Cambo, Rosebank og Clair South umframt gasskelduna Glendronach, allar á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar. Útbyggingarætlanir fyri hesar stóru útbyggingarnar hava verið á tekniborðinum, men orsakað av korona og avleiðingunum av hesi farsóttini eitt nú við lækkandi oljuprísum og minkandi eftirspurningi, eru tær lagdar á hillina fyribils. Tó bendir okkurt á, at onkur teirra ella nakrar fara at vera tiknar framaftur, so skjótt koronasóttin er farin at leggja seg aftur.
Og tá tað hendir, so kemur ikki bert Føroya Tele aftur inn í myndina sum veitari av tænastum, men tá verða vónandi eisini boð eftir øðrum tænastum og vørum frá ymsum veitarum í Føroyum. Tess nærri Føroyum hesar útbyggingar fara fram, tess størri møguleiki er fyri, at Føroyar sum veitingardepil kunnu gerast ein týðandi veitari, nú teinurin til veitingarhavnirnar í bæði Hetlandi og Skotlandi er longri enn til Føroya.
Vert er eisini at hava virksemið eystan fyri føroyska markið í huga, tá talan er um nýggjar møguleikar hjá føroysku veitingarvinnuni. Og her hómast so eisini møguleikin fyri at fáa útlendsk oljufeløg at gera brúk av føroysku “Open Door” leitiskipanini, sum sambært landsstýrismanninum í oljumálum, Helga Abrahamsen, har dyrnar til føroyska landgrunnin standa víðopnar fyri framtíðar olju- og gassleiting, nakað, sum vit av royndum vita, kann seta nógvar ringar í sjógvum og skapa grundarlag fyri nýggjum uppgávum hjá føroysku veitingarvinnuni. Og um sama mundið gera serfrøðingarnir á Jarðfeingi alt tað tey kunnu fyri at rudda slóð fyri útlendsku oljufeløgunum, nú tey har ikki eru í iva um, at tað í føroysku undirgrundini finst stórt ríkidømi, ið aftur kann gerast týðandi partur av føroyska búskapinum í framtíðini.
Oljan.fo ynskir við hesum orðum øllum Føroya fólki eitt gott nýggjár. Í 2021 hevur hesin oljuportalurin, sum felagið FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólkur) rekur, 10 ár á baki og er vónin, at vit kunnu halda fram við kunningini um frálandsvinnu, olju- og gassvinnu eins og aðrar orkuleiðir og so vítt til ber at seta hesar inn í eitt føroyskt perspektiv. Livst so spyrst.
Føroya Tele veitir gjøgnum dótturfelagið Shefa tænastur til fleiri ymsar kundar vestan fyri Hetland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald