Innanlands

Føroyar standa einki aftanfyri onnur útgerðarpláss

Vil væl til er einki til hindurs fyri, at føroysk veitingarvinna kann fáa stóran týdning komandi árini

Vágbingurin Tummas Ryggshamar, skipari á danska frálandsskipinum Esvagt Champion, her á Vestaru bryggju í Havn. Hann vónar, at vit finna olju við Føroyar, og hann ivast ikki í, at tað ber til at menna Føroyar til ein maritiman tænastudepil. Myndir Jan Müller/oljan.fo

Vágbingurin Tummas Ryggshamar, skipari á danska frálandsskipinum Esvagt Champion, her á Vestaru bryggju í Havn. Hann vónar, at vit finna olju við Føroyar, og hann ivast ikki í, at tað ber til at menna Føroyar til ein maritiman tænastudepil. Myndir Jan Müller/oljan.fo

2019-08-28 16:46 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object] 

Henda seinasta mánaðin hava tvey frálandsskip, sum arbeiða í grannalagnum, sett kósina móti Føroyum fyri at skifta manning. Hetta er ikki fyrstu ferð, men gongdin tykist vera, at alsamt vaksandi oljuvirksemið á Atlantsmótinum nú letur fleiri dyr upp til Føroya sum maritiman tænastudepil. Altjóða oljuvinna sær nú fleiri fyrimunir at koma til Føroya eftir vørum og tænastum, heldur enn einans at brúka havnirnar á skotska meginlandinum. Leiðin av oljuleiðunum til næsta land er nevniliga stytri verður kósin sett móti Føroyum heldur enn Hetlandi og Skotlandi.

Oljuportalurin leitaði umborð á ”standby og support” skipið Esvagt Champion, tá tað kom á Havnina herfyri fyri at skifta manning. Og nú tað fór út aftur á feltið eystan fyri markið vóru tveir føroyingar við, skiparin Tummas Ryggshamar úr Vági og 1. stýrimaður, Gunnar Hákun Dam úr Havn. Vit fingu eitt prát við teir báðar og donsku starvsbrøðurnar m.a. um at brúka føroyskar havnir til eitt nú manningarskifti.

[object Object]

Manningarskifti í Havn. Pólendingar, danir og aðrir fara við hýruvogni til flogvøllin og víðari til Danmarkar.

Meira ómakaleyst at fara til Føroya

”Eg síggi tað soleiðis, at Føroyar standa einki aftanfyri onnur lond, tá talan er um at veita vørur og tænastur til oljuvinnuna. Tá frálandsskip sum okkara arbeiða á Atlantsmótinum tvs. vestan fyri og eisini norðan fyri Hetland, tá er nógv meira ómakaleyst at seta kósina móti Føroyum, tá eitt nú manningin skal skiftast út. Og her er tað fyrst og fremst flogvøllurin í Vágum, sum dregur,” sigur Tummas og heldur fram:

”Leiðin til bæði Aberdeen og Lerwick og aðrar havnir í Skotlandi er nógv longri, tá vit arbeiða á Atlantsmótinum. Haraftrat kemur at Føroyar kunnu veita nógvar tænastur so sum bunkring, proviantering, gisting, umvæling og góð havnaviðurskifti. Tó er tað ikki altíð, at vit eru kappingarførir. Oljan er dýrari í Føroyum, men tað veldst so eisini um, hvat tú samanber við. Skal tú heilt til Aberdeen at bunkra, so er siglingin av feltinum sjálvandi eisini eitt týðandi parametur, nú tað er nógv stytri at sigla á Havnina. Tí skal man vera varin, tá prísir verða samanbornir og tosað verður um kappingarføri. ”

Samanumtikið heldur Tummas, at tað er lagamanni at liggja við kei í Havn. Tó kundi hann hugsað sær at sloppið undan at brúka loðs. Hann er lutvíst dýrur. Hetta er ikki krav í t.d. Aberdeen. Annars er pappírsarbeiði nógv minni her enn í Skotlandi.

Tá vit spyrja Tummas, um hann heldur oljan ein dag fer at renna upp úr føroysku undirgrundini, er hann skjótur at svara: ”Tað vóni eg. Hon finst jú í okkara næsta grannalag, so tað er bara at bora fleiri brunnar. Tá vóni eg, at oljan verður funnin og kann gerast ein nýggjur búskapartáttur í føroyska samfelagnum. ”

Tað hevði eisini verið hugaligt, um veitingarvinnan gjørdist ein hjávinna í Føroyum. So kanska hetta at vit, sum arbeiða við markið, velja havnir í Skotlandi frá og heldur koma til Føroya, kann vera ein byrjan,” sigur Tummas Ryggshamar.

Tummas hevur siglt við danska reiðaríinum Esvagt síðani 2007 og frá 2012 sum skipari. Hann hevur verið við nógvum av skipunum og er hetta fyrstu ferð at hann mynstrar við Esvagt Champion. Esvagt eigur í dag umleið 50 frálandsskip. Av teimum umleið 750 starvsfólkunum eru einir 50 føroyingar, teir flestu yvirmenn.

[object Object]

Tummas Ryggshamar, skipari og Gunnar Hákun Dam, 1. stýrimaður

Skipsboð – úr Danmark til Føroya

Enn ein føroyingur umborð á Esvagt Champion er Gunnar Hákun Dam úr Havn. Hann er 1. stýrmaður og fegnast um, at skipið er komið til Havnar fyri at skifta manning. Sjálvur hevur hann búð í Bindeslev í Danmark í 20 ár saman við konu úr Skúvoy og tveimum børnum. Hetta er fyrstu ferð, at hann hevur mynstrað í føroyskari havn og kom tað eisini væl við, tá hann fekk skipsboð at frætta, at leiðin gekk til Føroya.

”Tað kendist sera løgið at fáa bilettina og har stór Kjøpinhavn-Vágar. Eg mátti klípa meg í armin, tí vanliga fara vit umvegis Stavanger.” Gunnar heldur tað er spennandi tíð fyri føroyingar, nú leitað verður eftir olju so nær markið.

[object Object]

Teir loysa av á Havnini. Danski skiparin Stig Schell (Vm) og føroyski starvsbróðurin Tummas Ryggshamar

Flogvøllurin eitt trekkplástur

Tummas Ryggshamar avloysir danska skiparan Stig Schnell, sum eisini var á brúnni, tá Oljuportalurin vitjaði umborð. Hann er rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann, hví hann hesaferð valdi at koma til Føroya at skifta manning.

”Føroyar liggja sera væl fyri, tá vit skulu skifta manning og fyri tað keypa aðrar vørur og tænastur. Flogvøllurin er eitt veruligt trekkplástur fyri manningina, sum skal út í Europa, eitt nú fyri mongu póllendingarnar umborð. At fara heim umvegis Vága floghavn er 1000 ferðir lættari fyri teir. At samband er upp til 5-6 ferðir um dagin við Keypmannahavn er eisini stórur fyrimunur fyri bæði manning og eisini reiðarí. Umframt góða sambandið, so eru ferðaseðlarnir eisini nógv bíligari. Tað kostar ein heilan bóndagarð at flúgva úr Aberdeen, tí oftani mást tú til Amsterdam fyrst, áðrenn tú kemur til Kjøpinhavn. Fyri ikki at tosa um, hvussu oftani tú missur bagasjuna. ”

[object Object]

Føroyskir myndugleikar síggja fegnir, at útlendsk frálandsskip brúka Føroyar sum útgerðarstað.

Trongligt í Aberdeen

Stig sigur eisini, at havnin í Aberdeen er sera upptikin. Ferðslan er nógv og oftani mást tú liggja uttanfyri og bíða í nógvar tímar, áðrenn tú sleppur til bryggju. Hann heldur tað vera líka til høgrabeinið at brúka Føroyar sum útgerðarstøð samanborið við Aberdeen og fyri tað eisini aðrar havnir í Skotlandi so sum Peter Head og Scrabster. Heldur ikki Lerwick kann samanberast við eitt nú Havnina. Í hesum førinum raðfestir hann heldur havnir í Føroyum, eitt nú vestaru bryggju nærhendis Vónini. Spurdur um tað ikki órógvar, at eitt so stórt virki sum Vónin er so nær bryggjuni, svarar skiparin úr Djurslandi, at hetta er eitt frálíkt keipláss fyri eitt oljuskip sum teirra. Hann sær fram til at brúka hesa havnina í framtíðini eisini ella aðrar føroyskar havnir.

Men skulu føroyingar bjóða seg fram sum veitara til frálandsvinnuna, so má man eisini vera on 24 tímar um døgnið. Í Aberdeen ber altíð til, eisini um náttina ella sunnudagar, at fáa tænastur veittar, sum brádligur tørvur er á. Hetta er ein støða, sum Føroyar eisini mugu brynja seg til, ynskir man at menna eina tænastuvinnu til altjóða oljuvinnuna, sum arbeiðir vestan fyri Hetland.

Stig Schnell, sum hevur mong ár á baki sum skipari við frálandsskipum í Norðsjónum og nú á Atlantsmótinum eisini, er sannførdur um, at verður miðvíst farið eftir at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil, so kann tað gerast ein marknaður fyri frálandskip, sum arbeiða bæði vestan fyri Hetland men eisini í Norðsjónum norðan fyri Hetland.

Eisini fyri danska yvirstýrmannin, Freddy Hansen, er manningarskiftið í Havn kærkomið, tí hetta er nevniliga fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum. ”Hetta er eitt sera vakurt land og má eg viðganga, at eg eri stórliga bilsin av, hvussu nútímans og væl útbygt landið er”, og vísir hann til góðu havnirnar og bygging av nýggjum gistingarhúsum. Hann ivast ikki í, at frálandsskip sum teirra kunnu hava fleiri fyrimunir av at brúka Føroyar sum útgerðarstað.

[object Object]

Oljuleiting við Føroyar skapar nýggjar møguleikar

Tá tosað verður um at menna maritimu veitaravinnuna í Føroyum til gerast ein verulig hjávinna nú í kjalarvørrinum á vaksandi virkseminum á Atlantsmótinum, so er greitt, at tað liggja eisini aðrir møguleikar fyri framman. Verður 5. útbjóðing til oljuleiting við Føroyar væleydnað og vit aftur fara at síggja oljufeløg um okkara leiðir gera kanningar av ymsum slag og entá bora brunnar, tá kann tað fáa stóran týdning fyri veitingarvinnuna. Tá verða boð eftir okkara fjølrboyttu veitingarfyritøkum. Hetta var so eisini nakað vit upplivdu tey árini borað varð eftir aldarskiftið.

[object Object]

Fýra skip - fýra ymsar vinnur - við bryggju í Havn. Fiskiskip og alibátur, frálandsskip og ferðamannaskip. Mynd Jan Müller.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder