Í mong ár var hann sum stjóri í Statoil maðurin aftanfyri oljuleitingina við Føroyar og m.a. hann, sum fekk staðfest, at kolvetni eru í føroysku undirgrundini. Vit tosa um Helge Lund, sum í dag er nevndarformaður í einum av heimsins størstu orkufeløgum, BP.
Umframt at varpa ljós á føroysku undirgrundina gjøgnum fleiri boringar á landgrunninum, var hann eisini maðurin, sum legði lunnar undir orkusamstarv við Russland. Sum Statoil stjóri gjørdi hann avtalur við russiska olju- og gassfelagið Rosneft. Men líka so frammaliga hann tá var at fáa fótafesti í Russlandi, so telist hann í dag millum fyrstu og fremstu stjórarnar at slíta sambondini við Russland. Tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, var BP fyrsta orkufelagið, sum tók avleiðingarnar og segði upp alt samstarv við russiskar fyritøkur. Eisini hansara gamla felag, núverandi Equinor er við at taka seg úr Russlandi.
Undir yvirskriftini: “Som Statoil-chef trak hann dybt ind í Rusland. Nú roses han for at trække britisk oliegigant ud”, skrivar Berlingske Tidende í drúgvari grein um mannin og hansara leiklut innan orkuvinnuna fyrst sum Statoil-stjóri og nú sum nevndarformaður á ovastu tindum hjá orkurisanum BP.
Tað var júst fyri 10 árum síðani, at táverandi Statoil stjórin Helge Lund fór til Moskva at skriva undir eina stóra avtalu við orkufelagið hjá russiska statinum, Rosneft. Við til undirskrivingina av søguligu orkuavtaluni var eingin minni enn Vladimir Putin, sum tá var forsætisráðharri. Longu tá legði Putin stóran dent á at fáa útlendskar íleggjarar so sum olju- og gassfeløg at gera íløgur í menning av russiskari orku.
Helge Lund, táverandi stjóri í Statoil her saman við russiska forsætisráðharranum Putin. Nú er vent í holuni. Lund tók sum fyrsti stjóri fyri vesturlendskt oljufelag, BP, fyritøkuna úr Russlandi.
Nú er vent í holuni. Nú hevur sami Helge Lund mestan hug til at tveita burtur pennin hann brúkti at skriva undir orkuavtaluna við Russland. Sum formaður í BP hevur Helge Lund ein týðandi leiklut í avgerðini at taka felagið út úr Russlandi. Henda avgerðin fekk eisini avleiðingar fyri nógvar aðrar fyritøkur í Evropa, sum fylgdu BP og tóku seg úr Russlandi. Ein teirra er Equinor.
Men umrøddu avgerðir hava eisini fingið avleiðingar fyri fyritøkurnar, sum hava havt nógv uppá spæl. Eisini fyri BP, sum í meira enn 30 ár hevur samstarvað við Russland, kann avgerðin at slíta samstarvið fáa álvarsligar avleiðingar. Tað kann enda við, at BP má niðurskriva 25 mia. dollar uppá sítt samstarv við Rosneft.
Helge Lund verður annars mettur høgt í evropeiskum vinnulívshøpi. Tað var honum fyri at takka, at táverandi Statoil frá at vera eitt minni norskt flag gjørdist eitt orkufelag í heimsflokki. Í dag er hann eisini formaður í donsku fyritøkuni Novo Nordisk. Og enn ein av nevndarsessunum hjá navnframa norðmanninum er í føroysku fyritøkuni Tjaldur, har fyrrverandi starvsfelagi hansara, Rúni M. Hansen er formaður. Rúni Hansen var eitt skifti leiðari fyri arktisku deildina hjá Statoil umframt at vera stjóri í føroyska felagnum.
Helge Lund og Rúni M. Hansen, tá teir báðir arbeiddu fyri Statoil.
Tá BP við Helga Lund á odda tók avgerðina um at kvetta við Russland fekk hann eisini nógv rós eitt nú frá bretska vinnu- og orkuráðharranum Kwasi Kwarteng. Helge Lund vann herfyri bretsku nevndarvirðislønina NED AWARDS fyri m.a. at hava gingið á odda at gera BP til ein grønari orkurisa.
Men tað hevur eisini verið funnist at Helge Lund fyri nettupp at fara inn í sera ivasamar orkuverkætlanir í londum sum Ruslandi, Angola og Algeria. Eisini hevur hann fingið atfinningar fyri stóru tapini Statoil hevði í USA í síni tíð. Tað hevði við sær hoyringar í norska Stórtinginum, har funnist varð at honum fyri at hava tikið og stóran váða í úllandinum. Tá viðgekk hann eisini, at hann hevði tikið á seg stóran váða. Tað skerst tó ikki burt, at hann millum vinnulívsfólk og politikarar verður mettur at vera sera progressivur við serstøkum evnum í sambandi strategiskar broytingar í samfelagnum.
Sum stjóri í táverandi Statoil var tað ikki minst honum fyri at takka, at so stórur áhugi var fyri føroysku undirgrundini, ein tíð í føroyskari vinnusøgu, sum hevur havt og fingið stóran týdning og sum enn í dag setir ringar í sjógvin. Gamla felag hansara Equinor er í dag eitt av feløgunum, sum arbeiðir við stórari útbygging av olju- og gasskeldu á tekniborðinum. So hvør veit, ein dag vendir Equinor kanska aftur til Føroya, bæði tí vitanin um undirgrundina í dag er nógv størri og tí orkuprísirnir eru meira til vildar at fara undir leiting og útbygging her enn fyrr.
Ein kann bara staðfesta, at hesin merkisverdi norski vinnulívsmaðurin enn ikki hevur gloymt Føroyar. Sum nevndarlimur í Tjaldur er hann við jøvnum millumbili at síggja í Havnar gøtum oftast saman við sínum gamla og eisini núverandi starvsfelaga Rúna M. Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald