Skipini hjá Skansi Offshore hava verið víða um, eitt nú í Miðjarahavinum. Nú bjóða tey seg eisini fram at arbeiða í Ísrael.
Í mong ár hava føroysk frálandsskip arbeitt á nærum øllum heimsins høvum, eitt nú í Miðjarahavinum, tó ongantíð í ísraelskum sjógvi. Hetta kann tó broytast, nú ætlanin er at lata upp føroyska umboðsstovu í Ísrael.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum við umboðsstovu í Ísrael vil royna at byggja brýr millum føroyskar og ísraelskar fyritøkur.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, segði við Útvarpið nú um dagarnar, at hann hevur í umbúnað at skipa fyri eini føroyskari vinnuferð til Ísreal seinni í ár sum partur av royndunum at knýta tættari bond millum Føroyar og Ísrael.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, heldur eitt reiðarí sum Skansi egnar seg væl at arbeiða í ísraelskum sjógvi
Stjórin á frálandsreiðaríinum, Skansi Offshore, Jens Meinhard Rasmussen vónar, at nýggja samstarvið millum londini eisini kann lata upp hurðar fyri føroyskari frálandsvinnu í hesum partinum av heiminum og leggur aftrat, at felagið hevur áhuga í eini slíkari vinnuferð.
Við útbjóðingum og miðvísari leiting hevur tað eydnast at finna stórar goymslur av gassi í ísraelsku undirgrundini.
-Vit eru longu við ísraelska markið og hava tænastur tey eftispyrja. Vit hava arbeitt út frá bæði Kypros og Egyptlandi so hví ikki eisini Ísrael. Fyri okkum hevur hetta stóra økið í eystara partinum av Miðjarahavinum altíð verið eitt fokusøki. Tí tað hóskar nokk so væl til eitt reiðarí av okkara stødd og við tí beligginheit vit hava. Og eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki skuldu troytt teir møguleikar, sum eru í Ísrael. Tað burdi verið likatil hjá føroyingum, sigur Jens Meinhard Rasmussen við Útvarpið.
Skansi Offshore hevur ligið upp ímóti ísraelska markinum í Miðjarahavinum við tveimum skipum og hevur tær tænastur tey eftirspyrja. Har er talan um bæði leiting eftir olju og gassi og framleiðslu eisini í Ísreal.
Eitt av frálandsskipunum hjá Skansi til arbeiðis í Limassol
Sum er hevur tað tó ikki borið til hjá Skansi at koma framat hesum marknaðinum. Men við eini føroyskari umboðsstovu í Ìsrael vónar Jens Meinhard Rasmussen, at forðingar so sum skattligu viðurskiftini kunnu loysast. Samtundis vónar hann, at teir á eini møguligari vinnuvitjan kunnu knýta sambond og vísa, hvørjar loysnir Føroyar kunnu veita.
Fyrst og fremst er talan um at fáa tey skattligu viðurskiftini millum londini í lagi. Tað eru tey so ikki í dag, soleiðis at man kann vera kappingarførur fra føroyskari siðu.
-Í dag er mær vitandi lítil og eingin samhandil millum Føroyar og Ísrael. Frálandsvinnan er so eitt dømi, hvar Føroyar hava tænastur at bjóða, sum vera eftirspurdar í Ísrael. Og helst eru tað eisini onnur øki við, sigur Jens Meinhard Rasmussen við oljan.fo.
Tí heldur frálandsstjórin eisini, at tað kann vera skilagott, at hetta verður lyft upp á eitt hægri politiskt støði.
Gassframleiðsla á Leviathan gassfeltinum í ísraelska partinum av Miðajarahavinum
Ísreal stórur gassframleiðari
Í dag er Ísrael útflytari av gassi. Hetta stavar frá miðvísari leiting, og umleið 10 gassfundum landið hevur gjørt nú í nøkur ár á djúpum vatni í Miðjarahavinum.
Áðrenn tað av álvara varð farið at bora eftir kolvetnum hevur Ísrael dúvað uppá innflutta olju og gass, men ikki minst risastóra gasskeldan Leviathan hevur púra broytt hetta. Keldan er so mikið stór, at umframt at nøkta egnan tørv á orku, so útflytur Ísrael í dag eisini gass til grannan Egyptaland. Fyrr í ár varð sáttmáli undirskrivaður millum Ísrael og Kypros um at leggja eina 2000 kilometrar langa gassleiðing til Evropa og harvið gerast partur av veitingini av gassi til evropeiska marknaðin.
Higartil hevur orkufelagið Noble Energy staðið fyri ísraelska gassævintýrinum, men nú um dagarnar keypti amerikanska oljufelagið Chevron ognirnar hjá Noble í Ísrael. Við hesum handlinum má roknast við, at leitingin eftir gassi og framleiðsla til egna nýtslu og útflutning fer at halda fram og verða ment. Og í hesum sambandi verður tørvur á tænastum frá veitarafeløgum so sum Skansi Offshore, ið longu hevur drúgvar royndir at arbeiða í grannalagnum.
Tíðin fer at vísa, um royndirnar hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni at menna samstarvið millum Føroyar og Ísrael eisini fara at skapa grundarlag fyri uppgávum hjá føroyskum frálandsfyritøkum í hesum partinum av heiminum. Føroysk frálandsvinna hevur ment seg ótrúliga nógv seinastu árini og hevur fingið drúgvar royndir og ment sína vitan frá arbeiðsuppgávum kring allan knøttin.
Sí annars hesar leinkjur til gassvirksemið í Ísrael:
http://www.energy-sea.gov.il/English-Site/Pages/HomePage.aspx
https://www.timesofisrael.com/chevrons-5b-noble-energy-buy-brings-a-new-owner-to-israel-natural-gas-fields/
https://www.offshore-mag.com/field-development/article/14075204/deepwater-leviathan-gas-project-secures-israels-energy-needs
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald