Í dag verður altjóða veðurlagsráðstevnan sett í Glasgow við fleiri av heimsins stjórnarleiðarum, teirra millum Biden forseta í USA, Boris Johnson, forsætisráðharra í Bretlandi, Macron, forsætisráðharra í Fraklandi og mongum øðrum. Mette Fredriksen, forsætisráðharri umboðar Danmark, og úr Føroyum er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Heimsins ríkastu lond, nevnd G20, hava júst endað fund í Italia, har tey samdust um ein felags veðurlagspolitikk, sum fer entá longri enn avtalan frá París í 2015. Londini siga í eini fráboðan, at tey øll ganga inn fyri at røkka málinum um í mestra lagi 1,5 hitastig vøkstur í 2030. Londini, sum standa fyri 80% av útlátinum í heiminum, eru samd um at lækka CO2 útlátið við 45% í 2030 og niður á null útlát í 2050.
Sambært BBC í morgun so eru stórar óvissur kortini rundan um eina semju á COP26. M.a. hevur Kina, sum stendur fyri heimsins størsta útláti, sagt frá, at landið fer ikki at megna at liva upp til tað onnur lond vilja, nú Kina tørvar meira kol til síni orkuverk, nakað, sum telur niður í útlátsrokniskapinum.
Heldur ikki USA, sum eins og Kina telist millum lond við mest útláti, megnar í løtuni at skriva undir eina avtalu, nú amerikanska Kongressin enn ikki hevur givið forsetanum grønt ljós. Her verður tó ein atkvøðugreiðsla týsdagin, sum kann ganga báðar vegin. Eisini skilst, at tað er ein trupulleiki, at eitt av heimsins fólkaríkastu londum, India, enn ikki hevur viljað góðtikið eina eins høga lækking av CO2 sum onnur lond.
Boris Johnson, sum er vertur við COP26, skal sambært hansara umboðsmanni hava sagt á fundinum í G20, at ríkastu londini í heiminum mugu ganga undan og plikta seg til at skerja útlátið munandi, skulu vit sleppa undan eini oyðandi veðurlagskreppu.
Boris Johnson segði eisini , at COP26 skal vera byrjanin til endan av veðurlagsbroytingunum. Sum støðan er í løtuni er óvissa knýtt at ráðstevnuni, tí ov mong lond vilja ikki gera nóg mikið fyri at steðga veðurlagsbroytingunum segði Boris Johnson. Hann vísti eisini á, at tað eru tey ríkastu londini, sum hava bygt sína vælferð á kolvetni, sum nú mugu ganga á odda fyri at sleppa undan at brúka fossila orku. Tey mugu eisini stuðla teimum fátæku londunum í hesum.
Mánadagin fara leiðaranir í G20 londunum at møta umboðum fyri fátækara partin av heiminum, og mugu teir vísa, at londini veruliga vilja gera nakað við støðuna, áðrenn tað er ov seint.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald