Uttanlands

Framtíðar føroysk olja og gass møguligan leiklut fyri orkutrygdina í Evropa

Løgmaður bjóðar altjóða orkufeløgum vælkomnum til Føroya at leita eftir olju og gassi, ið kunnu hava ein leiklut í at hjálpa orkutrygdini í Evropa.

Barður á Steig Nielsen, løgmaður í tíðindaskrivi á orkumessu í London: -Framtíðar føroysk olja og gass møguligan leiklut fyri orkutrygdina í Evropa

Barður á Steig Nielsen, løgmaður í tíðindaskrivi á orkumessu í London: -Framtíðar føroysk olja og gass møguligan leiklut fyri orkutrygdina í Evropa

2022-09-04 15:35 Author image
Jan Müller
placeholder


[object Object]

Jan Müller, London


 -Vit vilja fegin geva okkara íkast til orkutrygdina í Evropa og standa dyrnar opnar fyri altjóða orkufeløg at koma til Føroya at leita eftir olju og gassi.

Hetta varð boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, tá føroyskur básur lat upp á stórari leitimessu í London í vikuni.

[object Object]

Simon Baer, stjóri í seismikkfyritøkuni PGS var sera imponeraður av greiða úttalilsinum hjá løgmanni, tí tað gevur fyritøkum í vinnuni álit á, at Føroyar eru eitt trygd stað, har vinnan kann gera íløgur í og arbeiða. Mynd Jan Müller


Seinastu tíðina hava stjórnarleiðarar kring Evropa staðfest, at orkustøðan í Vesturheiminum er vorðin so mikið álvarslig, at stig mugu takast  til tess at økja um framleiðsluna av m.a. olju og gassi. Og hetta er eisini nakað, sum bæði føroyski stjórnarleiðarin, løgmaður Bárður á Steig Nielsen og orku- og vinnuráðharrin Magnus Rasmussen, kundu hugsað sær at verið ein partur av.

[object Object]

Umboð fyri stórfyritøkuna Schlumberger vitja føroyska básin og spyrja eftir tilfari um føroysku undirgrundina og treytir fyri at arbeiða í Føroyum. Mynd Jan Müller


Í tíðindaskrivi frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, undir heitinum: “The Faroes - and Europe´s Energy Crises”, sum varð lagt fram á tveimum ráðstevnum í London, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður m.a.:  

-Órógv og umvelting í orkuveitingini  m.a. orsakað av russisku innrásini í Ukraina hevur varpað ljós á stóra týdningin tað hevur fyri orkutrygdina íEvropa at framleiða orku tættari nærumhvørvinum. 

-Bygt á kanningar, sum eru gjørdar av okkara jarðfrøðingum, hava vit góðar vónir um, at tað kunnu finnast stórar nøgdir av olju og gassi í okkara øki, og sum møguliga kunnu vera eitt íkast til evropeisku orkutrygdina.

Við hesum í huga ynski eg at vátta og endurtaka okkara avgerð um at hava hurðarnar opnar fyri orkufeløg, sum vilja søkja um loyvi at leita í føroyskum øki.

Løgmaður sigur víðari, at øll tey feløg, sum vilja taka av hesum tilboði, vilja fáa hjálp frá Jarðfeingi og øðrum stovnum og ráðum og heldur fram:

- Óneyðugt at siga, at tað samtíðis er ein skylda at tryggja, at alt virksemi er í tráð við føroyska veðurlagspolitikkin hjá landsstýrinum.

[object Object]

Samskiparin av BEOS ráðstevnuni, Marta Diaz, peikar á áhugaverd leitimið í føroysku undirgrundini. Mynd Jan Müller

[object Object]

Í tíðindaskrivinum frá FOÍB, sum gekk sum heitt breyð á ráðstevnunum, er eisini samrøða við Magnus Rasmussen, landsstýrismann í orku- umhvørvis- og vinnumálum. Har sigur hann, at hurðarnar standa framvegis opnar fyri orkufeløg at koma til Føroya. Og harvið byggir hann á herðarnar hjá undanfarna landsstýrismanni.

Hann sær eisini fegin, at feløg, sum arbeiða hinumegin markið bæði við leiting, útbyggingum og framleiðslu, eru meira enn vælkomin at brúka føroyskar vørur og tænastur og at brúka Føroyar sum útgerðarstøð. Við hesum sipar hann m.a. til tær báðar risastóru útbyggingarnar av olju- og gasskeldunum Cambo og Rosebank, sum, tá tær fara undir framleiðslu, verða millum tær størstu á bretska landgrunninum sum heild.

Í tíðindaskrivinum er eisini samrøða, sum Útvarpið hevði við stjóran á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, har hann m.a. sigur, at útlendsk orkufeløg longu nú brúka orku til at hyggja eftir leitimøguleikum í Føroyum, og hann er bjartskygdur um, at okkurt  oljufelag kann fara at søkja um leitiloyvi í næstu framtíð.

(Faroe Offshore Service hevur stuðlað FOÍB í luttøkuni á ráðstevnunum í London)

[object Object]

Umframt BEOS ráðstevnuna skipaði bretska felagið hjá øllum offshore orkuídnaðinum í Bretlandi fyri raðstevnu, har m.a. leitimøguleikar við Føroyar vóru á skránni.


Her leinkja til tíðindaskriv og faldara, sum Føroya Orkuídnaðarfelag legði fram á ráðstevnunum í London:



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder