Uttanlands

Fyrsta oljuskipið á Atlantsmóti í søguna

Petrojarl Foinaven var framleiðsluskipið, FPSO, sum tók ímóti fyrstu oljuni í nýggja oljulandslutinum á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar fyri 25 árum síðani.   

2022-08-28 10:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Eitt týðandi tíðarskeið í bretsku oljusøguni endaði nú um dagarnar, tá 25 ára gamla flaggskipið á Atlantsmótinum, tvs. økinum millum Hetland og Føroyar, Petrojarl Foinaven, loysti akkerini og varð sleipað til  vesturskotsku havnina í Huntingston.

Avgerð er síðani tikin um, at skipið skal høggast upp í Danmark. Oljuskipið hevur tænt sína uppgávu øll hesi árini í harðbalna Atlantshavi skamt frá føroyska markinum. Har hevur tað staðið fyri einum týðandi parti av bretsku oljuframleiðsluni.

[object Object]

Petrojarl Foinaven sleipaður til skotska havn eftir 25 ára tænastu nær við føroyska markið

Nú skipið ikki longur er á oljuleiðini umrøður BP, sum er fyristøðufelag, lagnuna hjá stóru oljukelduni, ið framvegis goymir 200 mió. tunnur av olju. Petrojarl Foinaven var so mikið illa farið vegna veður og vind og áhaldandi framleiðslu í fjórðings øld, at tað ikki var forsvarligt longur at brúka tað í framleiðsluni.

Foinaven oljuleiðin, sum var tann fyrsta, ið fór undir framleiðslu á Atlantsmótinum, hevur eisini havt serstakan týdning fyri oljutilgongdina í Føroyum. Tá keldan varð funnin í 1990 var tað manningin á Teistanum, sum avdúkaði ein gassloga, ið brádliga stóð upp úr leitipallinum Ocean Alliance. Hesin varð fyrsta prógvið um, at olja í rakstrarverdum nøgdum varð funnin eystan fyri føroyska markið. Og henda hendingin gjørdist eisini  katalysatorurin til føroyska oljuleiting, sum tók seg upp 10 ár seinni. Hon fekk oljufeløg at hyggja longur vestur í hav til Føroya.

[object Object]

Tíðindini um eina risastóra oljukeldu so nær Føroyum fingu bæði føroyskar myndugleikar og útlendsk oljufeløg at varpa ljós á føroysku undirgrundina. Nú olja var so tætt við markið, kundi tað ikki eisini givið eina ábending um, at olja eisini mundi vera í føroysku undirgrundini?

Eitt ár eftir at Foinaven keldan varð funnin varð gjørd avtala millum Føroyar og Danmark um yvirtøku av undirgrundini, og tað saman við oljufundinum hinumegin markið setti av álvara gongd á føroysku oljutilgongdina.

Fyrsta framleiðslan frá Foinaven gjørdist veruleiki í 1997, og tá vóru eisini fyrireikingarnar til fyrstu føroysku oljuleitingina komnar so mikið langt, at fyrsta leitiumfarið í Føroyum kundi fara av bakkastrokki trý ár seinni. Enn ein stór oljukelda varð funnin nærhendis Foinaven og fekk hon navnið Schiehallion, og fór hon undir framleiðslu í 1998. Í 1999 varð avtala gjørd um undirgrundarmark millum Føroyar og Bretland, og árið eftir buðu fyrstu oljufeløgini uppá leitiøki í Føroyum. 

Petrojarl Foinaven slóðaði í veruleikanum fyri olju- og gassævintýrinum á Atlantsmótinum øllum. Eftir Foinaven og Schiehallion keldurnar vórðu latnar upp, kom túrurin í 2005 til oljurisan Clair, sum varð funnin í 1977. Men tøknin var ikki ment til at byggja út kelduna tá og skuldu ganga nærum 30 ár, áðrenn hol varð sett á fyrstu útbyggingina á Clair.

[object Object]

Teistin uppdagar gassloga frá Foinaven kelduni nær føroyska markið. Hesin skuldi fáa stóran týdning fyri leitiáhugan í Føroyum seinni.


Síðani er enn ein stór útbygging gjørd har, Clair Ridge, og í dag stendur triðja útbyggingin fyri framman, Clair South.

Av øðrum útbyggingum av olju- og gasskeldum á Atlantsmótinum kunnu nevnast Solan og Lancaster har suðuri, og síðani longur norðuri stóra gassútbyggingin Laggan Tormore og Glenlivet og Edradour. Allar hesar mongu keldurnar eru  í dag ein týðandi veitari av orku til Bretlands. Og um nøkur ár koma møguliga tvær nýggjar aftrat, nevniliga Cambo og Rosebank.

Nú Foinaven oljukeldan í hvussu er fyribils er latin aftur, verður nógv gitt í bretskum orkumiðlum, hvør framtíðar lagnan verður hjá hesi enn stóru oljukelduni. Enn er ikki greitt, hvørjar ætlanir BP, sum eigur 100% av henni, hevur. Ein møgleiki er, at BP fer undir eina endurútbygging á staðnum ella møguliga knýtir komandi framleiðsluna í grannakelduna Schiehallion. Eisini er møguligt, at BP lýsir kelduna til sølu, og at fleiri onnur feløg, sum virka vestan fyri Hetland, kunnu hugsast at keypa.

Tekur BP avgerð um at halda fram við Foinaven fer felagið uttan iva at leggja stóran dent á elektrifisering av komandi framleiðsluni, eins og tað í løtuni ger í sambandi við eina aðra útbygging á Atlantsmótinum, nevniliga Clair South longur norðari. 

1. og 2. september verður stór ráðstevna hildin í London, har møguliga meira fæst at vita um framtíðina á Atlantsmótinum. Jarðfeingi er umboðað á ráðstevnuni við egnum bási. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder