Uttanlands

Gassprísir hækka nú Týskaland ikki vil góðkenna Nord Steam 2

Gassprísurin hevur  nú í eina tíð verið methøgur. Nú er hann hækkaður við 11%, og nógv bendir á, at hann aftur fer at hækka enn meira.

2021-12-14 19:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Orsøkin er útmeldingin hjá nýggja týska uttanríkisráðharranum, Annalena Baerbock. Á G7 toppfundinum í Liverpool gjørdi hon greitt, at týska stjórnin í løtuni ikki kann góðkenna nýggju russisku gassleiðingina, Nord Stream 2,  ið gongur úr Russlandi til Týskalands.

Orsøkin er fyrst og fremst tann, at rørleiðinginn ikki livir upp til EU-reglugerðir. ES hevur nevniliga avgjørt, at framleiðari av gassi ikki samtíðis kann standa fyri rakstrinum av teimum leiðingum, sum flyta gassið.

Sambært  uppfatanini hjá týsku stjórnini sleppur Gazprom, sum eigur gassleiðingina, ikki eisini at standa fyri felagnum í Týskalandi, sum skal reka hana.

Enn ein orsøk til at steðga góðkenningini av leiðingini er støðan í Ukraina, har russiskir hermenn í stórum tali standa tilreiðar russisku megin markið. USA og Týskaland hava avtalað, at Russland sleppur ikki at brúka Nord Stream 2 í sínum politiska spæli mótvegis Ukraina.

Higartil er gass úr Russlandi farið gjøgnum rørleiðingar, sum ganga ígjøgnum Ukraina. Nú roynir Russland so at sleppa undan at flyta sítt gass gjøgnum Ukraina fyri harvið at skaða búskapin í landinum, sum í stóran mun dúvar uppá gassflutningin úr Russlandi til Evropa.

Útmeldingin frá týska uttanríksiráðharranum hevur  fingið gassprísin at hækka við 11% skriva Bloomberg og Berlingske.dk. Vandi er fyri, at gassprísirnir fara at vaksa uppaftur meira, um vit fara at fáa ein sera kaldan vetur í Evropa. Sambært The Guardian hevur ES tikið stig til, at  londini í ES kunnu keypa gass frá eykagoymslunum hjá ES, um tørvur verður á hesum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder