Uttanlands

Greenpeace í rættin við bretsku stjórnini

Vil hava rættin at steðga  framtíðar olju- og gassvirksemi í Norðsjónum 

2023-07-26 08:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Stríðið millum umhvørvisfelagsskapir og bretsku stjórnina um framtíðar orkupolitikkin tykist bara at standa við og versna. Í gjár skrivaðu bretskir miðlar, at umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace hevur avgjørt at leggja sak móti bretskum myndugleikum í sambandi við ætlanina at halda fram við olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Væntandi fara umboð fyri Greenpeace at møta í rættinum  við sínum kravboðum um, at stjórnin skal gevast við at lata nýggj loyvi til leiting eftir olju og gassi í Norðsjónum.

Saman við einum øðrum umhvørvisfelagsskapi, Uplift vil Greenpeace hava rættin til at steðga ábyrgdarleysu avgerðini hjá stjórnini at lata nýggj leitiloyvi sum part av 33. útbjóðingini. Stórur áhugi var fyri hesi útbjóðingini og eru fyrstu loyvini væntandi í heyst ella seinni í ár. NSTA, North Sea Transition Authority, sum er almenni stovnurin, ið umsitur útbjóðingina, fekk 115 umsóknir frá 76 feløgum til nýggju leitiøkini á bretska landgrunninum.

Saksøkjarin Greenpeace sigur, at bretska stjórnin hevur ikki megnað at staðfesta ávirkanina, sum  fossila vinnan hevur á veðurlagið og hevur als ikki viljað funnið aðrar orkumøguleikar. Stjórnin hevur heldur ikki tikið hædd fyri teimum mongu broytingunum í veðurlagnum, sum m.a. útlátið frá oljuvinnuni er orsøkin til.

Stjórnin harafturímóti ger greitt, at tað er staðiliga neyðugt at leita eftir og útvinna olju og gass fyri orkutrygdina í landinum. Ráðharrin fyri orkutrygd Grant Shapps segði við Financial Times í vikuni, at Bretland eigur at fara eftir hvørjum dropa av olju og gassi í Norðsjónum til tess at verja orkutrygdina. Hann hevur eisini sagt, at verður hetta ikki gjørt, so fer tað at vera neyðugt at innflyta stórar nøgdir av olju og gassi úr londum, har henda hevur nógv størri útlát enn heimliga framleiðslan.

Ráðharrin hevur eisini funnist at ætlanunum hjá Labour, um flokkurin kemur til valdið eftir komandi val, tí tað ætlar at gevast við allari nýggjar leiting eftir olju og gassi. Shapps sigur, at hesin politikkurin hjá Labour er reinur ørskapur, tí hann fer at seta Bretland í eina sera torføra orkustøðu í framtíðini.

Labour hevur boðað frá, at tað fer ikki at steðga loyvum, sum longu eru latin eitt nú slíkum sum Rosebank og Cambo. Hetta eru tær stóru olju- og gasskeldurnar nær Føroyum, sum standa fyrst fyri framman at geva grønt ljós til útbygging. Væntandi fer Equinor at fáa loyvi til útbygging í næstu framtíð skilst. Umhvørvisfelagsskapurin Uplift hevur hótt við at fara í rættin við stjórnini, um hon gevur hetta loyvið.

Eisini leiðarin hjá SNP í Westminster, Stephen Flynn hevur ávarað móti at seta forðingar í verk fyri framtíðar olju- og gassmenningini í Skotlandi. Hann sigur, at verða krøvini hjá umhvørvisfelagsskapum gingin á møti, merkir tað bara, at arbeiðsplássini hvørva og flyta til onnur lond.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder