Uttanlands

Grøna orkuskiftið og raðfesting av olju og gassi

Um somu tíð sum fleiri lond við Norðsjógvin eru farin at raðfesta gass sum part av framtíðar orkuveitingini, tí tey vilja vera óheft av Russlandi, ávara umhvørvisfólk og -felagsskapir móti  hesi gongdini, sum tey siga gongur beint ímóti tí grøna orkuskiftinum

Føroyar hava verið partur av oljuleitingini í Norðuratlantshavi, og spurningurin er nú, um oljuleitingin fer at verða tikin uppaftur, nú eftirspurningurin eftir orku er so stórur í heiminum. Mynd Jan Müller

Føroyar hava verið partur av oljuleitingini í Norðuratlantshavi, og spurningurin er nú, um oljuleitingin fer at verða tikin uppaftur, nú eftirspurningurin eftir orku er so stórur í heiminum. Mynd Jan Müller

2022-06-10 10:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Greining: Fleiri av londunum kring Norðsjógvin hava longu sett út í kortið nýggjar ætlanir at menna orkuskipaninar við gassleiting og - framleiðslu. Eitt nú hava Háland og Týskland nýliga góðkent eina nýggja felags  gassverkætlan í Norðsjónum. Verkætlanin skal sambært Ritzau framleiða 2-4 mia. kubikmetrar av gassi árliga. Harumframt hevur bretska stjórnin júst givið grønt ljós til at útbyggja eitt stórt gassfelt eystan fyri Aberdeen, nevnt Jackdaw, sum sambært Financial Times og Energy Voice skal standa fyri 6,5% av bretsku gassframleiðsluni.

Sambært fyristøðufelagnum Shell kann framleiðslan byrja longu í 2025. Hóast hesa sannroynd, so hevur bretski vinnuráðharrin, Kwasi Kwarteng sagt, at stjórnin fer at seta menningina av grønari orku og kjarnorku á turbuferð. Men leggur hann aftrat, at stjórnin má eisini vera realistisk í sambandi við verandi tørv á orku tvs. eisini at raðfesta olju og gass virksemi.

Nú um dagarnar hittust Kwarteng og stjórin í Shell at umrøða framtíðina á bretska landgrunninum. Báðir vóru samdir um, at tað hevur stóran týdning fyri framtíðar veitingartrygdina hjá Bretlandi, at feløg sum Shell gera íløgur í olju og gass og boðaði Van Beurden, Shell stjórin frá, at Shell fer at vera sera virkið at menna nýggja olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum komandi árini. Her verður við spenningi bíðað eftir, um Shell fer at gerast partur av eini stórari útbygging av Cambo oljukelduni eystan fyri føroyska markið. 

[object Object]

Tað eydnaðist herfyri umhvørvisfólkum í Bretlandi at fáa stjórnina at stegða útbyggingini av stóru kelduni Cambo. Nú er eftir øllum at døma vent í holuni, tí nú heitir stjórnin á orkufeløg um at skunda undir slíkar útbyggingar til tess at gera Bretland minni heft at innfluttari orku.  

Bæði í Hálandi, Bretlandi og Týsklandi verða umrøddu gassverkætlanir møttar við mótstøðu. Umboð fyri Greenpeace og onnur umhvørvisfeløg siga, at hetta í veruleikanum merkir, at londini seta ferð á veðurlagskreppuna heldur enn á varandi orkuframtíðina.

Hvussu álvarslig orkustøðan er í Evropa sæst eisini av viðgerðini í ES um at meta gass sum grøna orku, eitt uppskot, sum  kemur til  atkvøðugreiðslu í næstum og har roknað verður við, at tað fer at verða samtykt, nú londini í ES hava so stóran tørv á gassi. Tó er greitt, at tey grønu í ES seta stórt spurnartekin við ætlaninar at raðfesta gass í framtíðar orkuskipanini.

Nú um dagarnar tók ES avgerð um at stegða 90% av innflutinginum av olju úr Russlandi innan árslok. Royndir hava eisini verið gjørdar innan ES at taka stig til at steðga gassinnflutninginum úr Russlandi, men semja er enn ikki um slíkt stig, tí fleiri av londunum í ES eru so heft at russiskum gassi.

Russland hevur tó ikki enn tikið stig til fult og heilt at steðga útflutninginum av gassi til Evropa sum svar uppá mongu sanktiónirnar. Higartil hevur Russland stegðað gassinum til ávís lond og feløg, sum hava sýtt fyri at rinda í ruplum fyri gassið. Men fleiri lond í Evropa bera ótta fyri, hvat kann henda, um Russland tekur endaliga stigið og skrúvar heilt fyri gassinum til Evropa. Russland veit, at hetta verður ein vanlukka fyri Evropa, hinvegin kann Russland heldur ikki verða inntøkurnar frá gasssøluni til Evropa fyriuttan. Hesar eru við til at fíggja kríggið í Ukraina. So støðan er milt sagt sera fløkt.

[object Object]

Gassframleiðslan á Melkøya er farin í gongd aftur og verður eitt gott íkast til orkutørvin í Evropa

Grøna orkuskiftið og fossila framtíðin

Tað er í hesum høpi og hesi torgreiddu støðu, at lond, sum fyrr hava raðfest grøna orkuskiftið ovarliga, eisini eru farin at skunda undir egna gassframleiðslu og hava heitt á lond sum Norra at framleiða meira gass, sum kann koma ístaðin fyri russiska gassið og tá vónandi eisini verða við til at lækka høgu prísirnar.  Og í Norra eru tey longu farin at seta gongd á gassframleiðsluna frá teimum stóru gassfeltunum Heidrun, Oseberg og Troll, nakrir oljurisar í Norðsjónum. Og nú um dagarnar varð skrúvað frá aftur gassinum frá Snøhvit gassfeltinum í Barentshavinum, ið einsamalt kann nøkta ein rímuliga stóran part av gasstørvinum í Evropa.

Eisini í Danmark, sum hevur gingið á odda í grøna orkuskiftinum og í stríðnum móti nýggjum olju- og gassvirksemi, eru tey farin at tosa um at framskunda umvælingina av stóra Tyrafeltinum, sum so kann vera við til at fylla út tómrúmið eftir, at Russland hevur skrúvað fyri gassinum til danska Ørsted. 

Um somu tíð sum hetta hendir hevur svenska stjórnin fyri fáum døgum síðani tikið avgerð um heilt at gevast við framleiðslu av olju, gassi og koli frá 1. juli í ár. Hetta verður gjørt fyri at tryggja grøna orkuskiftið og gera Svøríki til eitt fullkomiliga fossilfrítt land.

Seinastu dagarnar hava vit eisini hoyrt amerikanska veðurlagssendimannin John Kerry finnast at londum, sum brúka kríggið í Ukraina sum undanførslu ella orsøk til at skunda undir aftur nýtt olju- og gassvirksemi. Hinvegin hevur fyrrverandi leiðarin fyri veðurlagsnevndini hjá ST, júst verið frammi og sagt, at londini í Afrika mugu fáa møguleika at leita eftir og útvinna gass fyri at nøkta teirra orkutørv.

[object Object]

Samanumtikið er greitt, at royndirnar og ynskini hjá londum í Evropa at vera óheft at russiskari orku, í ávísan mun kollidera við tann grøna orkuskiftispolitikkin, sum fleiri av somu londum hava sett sær fyri at gjøgnumføra. Tað er greitt, at tá hesi lond frá degi til dags vilja kvetta við stóra innflutningin av orku úr Russlandi, og hvørki verandi heimliga framleiðslan av olju og gassi  saman við grønari varandi orku, megna at nøkta eftirspurningin í bræði, so kenna somu lond seg noydd til at taka til onnur ráð.

Hóast víst verður á, at boykottið av russiskari olju og gassi er eitt sera gott høvi til nettupp at menna  grøna orkuskiftið, so er eisini greitt, at tað at skunda undir  útbyggingina av varandi orku einsamalt er neyvan nóg mikið til at nøkta hvørki verandi ella framtíðar vaksandi eftirspurningin eftir orku, og tí ganga annars grønsinnaðar stjórnir nú við til at flyta mørkini aftur og harvið aftur raðfesta framleiðsluna fyrst og fremt av gassi men eisini olju. Og nøkur teirra, sum eru ringast fyri við orkuveitingini so sum Týskland, hava eisini avgjørt fyribils at lata uppaftur fyri kolaorkuverkunum eins og kjarnorkuverkum.

Hóast hesa torføru støðuna so ætla umhvørvisfelagsskapir kring Evropa eftir øllum at døma ikki at sita hendur í favn, og tí verður nú roynt at skipa fyri mótmælisgongum í fleiri londum móti stjórnum, sum aftur vilja lata upp fyri leiting og framleiðslu av fossilari orku. Í Bretlandi t.d. royna víðgongdir umhvørvisfelagsskapir so sum Extinction Rebellion at seta føtur í spenni fyri at steðga avgerðini hjá stjórnini at loyva Shell at útbyggja Jackdaw gassleiðina nærhendis Aberdeen.

Vit fara uttan iva at síggja líknandi tiltøk frá umhvørvisfeløgum, sum hava sett sær fyri eisini at steðga framtíðar leiting og útbyggingum á Atlantsmótinum te. økið millum Hetland og Føroyar, har fleiri stórar útbyggingar eru í stoypiskeiðini. Har hevur breska stjórnin longt loyvini til tvær stórar olju- og gasskeldur, Rosebank og Cambo. Nýggi orkuskatturin, sum bretska stjórnin hevur samtykt, fer at leggja 25% omaná verandi 40%, ið oljufeløgini rinda av yvirskotinum. Hóast uppskotið hevur fingið kallliga móttøku í vinnuni, so siga fleiri oljufeløg seg vera sera væl nøgd við, at tað í sama uppskoti verður gjørt undantak fyri 90% av íløgum, sum feløg gera í nýtt olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Og tað ljóðar longu nú, at fleiri av stóru útbyggingunum í Norðsjónum nú eru ella verða raðfestar hægri, so tær skjótari kunnu byrja at framleiða og harvið gera Bretland meira sjálvveitandi við orku í framtíðini.

[object Object]

Í dag er Atlantsmótið,  økið millum Hetland og Føroyar, miðdepilin fyri bretska olju- og gassframleiðslu. Tá og um grønt ljós verður givið til fleiri nýggjar útbyggingar so sum Cambo og Rosebank nær markið, tá verður føroyska grannalagið høvuðsveitarin av orku í Bretlandi.  

Føroyar og orkuframtíðin

Hvar eru so Føroyar í øllum hesum meldrinum kundi verið spurt. Er olju- og gassleiting um okkara leiðir ikki ein farin tíð? Eiga vit ikki bara at dúva uppá grøna orkuskiftið við m.a. menning av vindorku og øðrum orkuhættum. Ella eiga vit at leggja okkum eftir báðum, sum eftir øllum at døma eisini er almenni føroyski orkupolitikkurin í dag.

Bæði løgting og landsstýri hava mongu seinastu árini hildið fast um at varðveita møguleikan fyri olju- og gassleiting við Føroyar. Á tingi herfyri undirstrikaði landsstýrismaðurin entá, at vit hava skyldu til at kanna undirgrundina og vita, um eitt tilfeingi finst har. Og víst verður eisini á, at Føroyar sum so stórur brúkari av olju, eiga at gera sítt til at kunna framleiða hesa sjálvi, um hon finst, heldur enn at dúgva uppá innflutta olju úr øðrum londum - eins og stórar føroyskar olju- og gassgoymslur haraftrat kunnu vera eitt gott íkast til altjóða tørvin og eftirspurningin eftir olju og gassi og harvið verða við til at stuðla uppundir orkuveitingartrygdina í Evropa. Tað er tó greitt, at hetta er ikki ein gongd, sum serliga umhvørvisfeløg taka undir við.

Ein av orsøkunum til at oljufeløgini rýmdu úr Føroyum fyri umleið 10 árum síðani, eftir at hava borað 9 brunnar, var sera lági oljuprísurin eins og neiligu úrslitini av sjálvari leitingini. Nú orkuprísirnir eru farnir upp um 100 dollarar og helst koma at liggja har í eina tíð, so eru betri líkindi til, at oljufeløg fara at hyggja at økjum sum Føroyum, ið jú liggja beint uppat stórum olju- og gasskeldum.

Tað er ein sannroynd, at fleiri teirra, ið  hava gjørt stór olju- og gassfund beint eystan fyri føroyska markið nú bíða eftir at fáa grønt ljós frá myndugleikunum til at útbyggja hesi. Undantakið í nýggja skattinum fyri nýggjum íløgum er enn ein gularót, sum kann skunda undir útbyggingarnar. Og tá og um hesar útbyggingar verða góðkendar bæði av oljufeløgunum sjálvum og myndugleikunum, tá fáa vit bráddliga eina virkna og stóra olju- og gassvinnu fáar kilometrar frá føroyska landgrunninum. Tað kann saman við stóra orkutørvinum, sum hevur tikið seg upp eftir innrásina í Ukraina og harvið boykott av russiskari orku, vera ein orsøk til, at oljufeløg, sum longu hava gjørt stórar íløgur hinumegin markið, so spakuliga fara at ota seg longur vestureftir móti føroyska landgrunninum. 

Hetta er so eisini ein av orsøkunum til, at føroyskir politikarar og her fyrst og fremst landsstýrismaðurin í orkumálum, letur dyrnar til leiting á føroyska landgrunninum  standa víðopnar við tess “Open Door” leitiskipan. Og hjá Jarðfeingi arbeiða jarðfrøðingar og aðrir serfrøðingar innan føroysku undirgrundina við nýggjum tulkingum av data um undirgrundina. 

Hóast at tað enn ikki eru ítøkilig og almenn prógv um, at oljuleiting er um at  fara í gongd aftur í Føroyum í kjalarvørrinum á øllum  orkubroytingunum altjóða, so ber kortini til at ímynda sær, at tá og um stóru keldurnar Cambo og Rosebank hinumegin markið fáa grønt ljós til at fara í gongd, kanska longu í hesum árinum, at hetta fer at vaksa um áhugan fyri at leita og finna fram til, um eins stórar olju- og gassgoymslur goyma seg føroysku megin markið eisini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder