Til hátíðarhaldið vóru m.a. norski krúnprinsurin Haakon og norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre. Vindmylnulundin, sum fevnir um 11 risastórar vindmyllur, hevur eina árliga framleiðsluorku uppá 88 Megawatt og skal hon í fyrsta lagi veita 35% av streyminum til teir fimm oljupallarnar á Gullfaks og Snorre leiðunum. Hetta er fyrtu ferð í heiminum sum heild, at oljupallar verða riknir við streymi frá havvindmyllum.
Endamálið er at minka um CO2 útlátið eins og seta gongd á eina heilt nýggja vinnu í Norra. Hywind Tampen fer at minka um útlátið frá oljuleiðunum við 200.000 tonsum av CO2 um árið. Samlaði kostnaðurin er 7,4 mia. norskar kr. og er hetta væl meira enn upprunaliga mett.
Kortini heldur norski forsætisráðharrin, sambært NRK, at hetta er ein skilagóð íløga. Hóast hon ikki er lønandi í løtuni, so leggur hon botn til og er grundarlagið fyri eini heilt nýggjari vinnu, sum skal gera Norra meira grønt tvs. at við slíkum verkætlanum fer landið at minka munandi um útlátið. Eisini fara slíkar verkætlanir at skapa nýggj arbeiðspláss framvið norsku strondini, har umstøðurnar til havvindorku eru sera góðar. Hon fer so eisini at skunda undir menningini av nýggjari tøkni til júst varandi orkukeldur.
Jonas Gahr Støre sigur víðari, at tað hevur alt at siga at kunna seta gongd á henda nýggja veruleikan. Partur av drívmegini aftanfyri verkætlanini eru royndirnar at menna nýggja tøkni eins og varð gjørt á sinni, tá farið varð undir at menna olju- og gassvinnuna. Havvindorkan byggir á herðarnar á olju- og gassvinnuni.
Havvindorkan fer so eisini í framtíðini at vera grundarlagið undir øðrum framleiðslum so sum vetni/hydrogen, sum kann fáa alstóran týdning fyri grøna orkuskiftið í sjóvinnuni og samferðsluni annars.
Forsætisráðharrin heldur, at longu í 2030 fer nýggja tøknin við havvindorku at verða ment somikið nógv, at framleiðslan verður lønandi. Í dag hevur tað almenna stuðlað munandi útbyggingini, sum Equinor og fleiri aðrar norskar fyritøkur standa fyri.
Hywind Tampen liggur á 230-til 300 metra dýpi 140 kilometrar úr landi. Lundin verður rikin úr Bergen.
Norska stjórnin hevur í umbúnað at leggja av økið til havvindorkuframleiðslu, sum svarar til 30GW innan 2040.
Eisini í Bretlandi og aðrastaðni í heiminum verða stórar íløgur gjørdar í havvindorku, eitt nú stendur Equinor á odda fyri eini risastórari havvindmylnulund, Dogger Bank í bretska partinum av Norðsjónum.
Eisini í Føroyum hevur spurningurin um havvindmylnulundir verið havdur á lofti og hava bæði umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna mælt til at farið verður undir at kanna umstøðurnar og møguleikarnar fyri havvindorku í Føroyum í framtíðini, ið m.a. kann vera við til at menna framleiðslu av vetni, sum so aftur kann gera brennievni til eitt nú fiskiflotan. Áhugavert verður at fylgja hesi gongd.
Hagtøl vísa, at 80% av havvindtilfeinginum í heiminum finst á økjum, har dýpið er meira enn 60 metrar. Og til tað má sigast, at Føroyar liggja avgjørt frammaliga í so máta. Hjá næsta granna okkara, Hetlandi, verður hugt at møguleikunum bæði eystan og vestan fyri oyggjarnar at fara undir havvindorku.
Arbeiðið við havvindorku verður annars raðfest høgt um alt Bretland. Danmark, Háland og Týskaland eru so eisini lond, ið síggja stórar møguleikar í havvindorku og hava hana ovast, tá tað snýr seg um grøna orkuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald