Vaksandi eftirspurningurin eftir olju og gassi eftir corona og russiska innrásin í Ukraina hava við sær methøg úrslit hjá olju- og gassfeløgum, og her ikki minst heimsins størsta oljufelag Saudi Aramco, hvørs inntøkuvøkstur er nærum 90%.
Stjórin i felagnum, sum herfyri yvirhálaði Apple sum heimsins ríkasta fyritøka, ávaraði samtíðis um, at heimurin framleiðir ikki nokk av olju og gassi til tess at nøkta vaksandi eftirspurningin, ikki minst nú Kina aftur fer at lata upp eftir corona. Kina er heimsins næststørsti brúkari av olju og gassi.
Nettoinntøkan hjá Saudi Aramco vaks í øðrum ársfjórðingi til 48,8 mia. dollarar, sum er ein 90% vøkstur og tann hægsti síðani felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum í 2019. Felagið hevur stórar ætlanir um at gera íløgur í olju- og gass fyri harvið at kunna nøkta vaksandi eftirspurningin. Felagið roknar við eini framleiðslu uppá 12,3 mió. tunnur um dagin í 2025.
-Óvissan á marknaðinum eins og búskaparliga gongdin kring heimin gera, at felagið leggur seg eftir at økja um íløgurnar, sigur stjórin Amin Nasser sambært Financial Times og BBC.
-Vestanveldini við USA á odda hava lagt trýst á Saudi Arabia at økja um sína framleiðslu fyri harvið at kunna steðga prísvøkstrinum, men vit gera hetta bara, um eftirspurningurin veksur sigur Amin. Hann segði á tíðindafundi, at eftirspurningurin var “healthy” men ávaraði um, at framleiðsluorkan varð skerd, nú íløgurnar í oljuvinnuna vóru minkaðar so ógvusliga.
-Nú Kina letur upp aftur eftir coronatiltøk, og nú flogfeløgini aftur fáa luft undir veingirnar, fer tað at vaksa um eftirspurningin enn meira leggur hann aftrat.
Tey stóru oljufeløgini í heiminum so sum ExxonMobil, Chevron og BP hava øll havt methøgan vinning í seinasta ársfjóðingi og hava í stóran mun latið partaeigararnar fáa ágóðan av tí. Í Saudi Arabia royna tey heldur at brúka vinningin til íløgur. Nakað, sum eisini stjórnir í Evropa hava heitt á oljufeløgini í Vesturheiminum um at gera í størri mun fyri at møta vaksandi eftirspurninginum.
Óvanliga støðan á marknaðinum við methøgum vinningi til oljufeløgini hevur vakt mótstøðu í fleiri londum og millum manna, tí hetta hendir um somu tíð sum vanligi brúkarin av orku skal rinda meira og meira fyri vøruna. Amerikanski forsetin Joe Biden segði í juni, at Exxon forvann meira pening enn Gud.
Í dag er oljuprísurin fallin frá 120 dollarum fyri viku síðani til umleið 98 dollarar fyri tunnuna.
Partabrøvini í Saudi Aramco, sum staturin eigur, eru hækkað í virði við 25% í ár.
Tá Vesturheimurin hevur heitt á Opec um at økja um framleiðsluna hevur Saudi Arabia svarað, at verandi framleiðsluorka er avmarkað og ikki før fyri at vaksa og vaksa fyri at nøkta eftirspurningin og ávirka methøga prísin.
Orsøkin er rætt og slætt tann sannroynd, at so mikið stórur ágangur hevur verið ímóti fossilu vinnuni, at íøgurnar eru minkaðar aftur og aftur. Nasser sigur, at tað fer at taka ár at fáa bøtt um støðuna, soleiðis at framleiðsluorkan aftur svarar til eftirspurningin.
-Vit bera stóran ótta fyri mangulin á íløgum í olju- og gassvinnuna, sjálvt nú við hægri prísum sær tú bert íløgur í vinnuna uppá stutt sikt. Fyrr í hesum mánaðinum samdust Opec lond um at gera ta minstu hækkingina í framleiðsluni í søgu tess.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald