Samráðingar eru byrjaðar millum ymsu partarnar at fara undir framleiðslu av vetni í minni skala longu um fýra ár. Hetta skrivar Shetland Times. Tað er longu partur av grøna orkuskiftinum í oyggjunum, at tað almenna skal leggja seg eftir at brúka elriknar bilar. Miðjað verður móti, at allir bilarnir verða elriknir í 2030.
Men harumframt verður arbeitt við enn eini grønari loysn, og tað er at brúka vetni sum brennievni heldur enn bæði olju og el. Í dag verða vetnisbusssar royndir í eitt nú Aberdeen í Skotlandi. Vetnisriknir bilar eru longu komnir til Hetlands at verða royndir í næstum.
Í Aberdeen í Skotlandi verða vetnisriknir bussar nú royndir. Myndir Jan Müller
Spurningurin hevur tí tikið seg upp at kunna framleiða vetni í Hetlandi at nøkta framtíðar eftirspurningin, nú bilparkin skal leggja um frá olju til grønari loysnir.
Tað eru longu fyritøkur í Hetlandi, sum arbeiða við ætlanum at framleiða vetni og sum hava søkt um stuðul frá almenna grunninum “Net Zero Hydrogen Fund”.
At kunna framleiða vetni á einum ídnaðarligum støði er eitt av endamálunum hjá Orion verkætlanini, sum verður stuðlað av myndugleikunum í Hetlandi.
Eisini Sullom Voe olju- og gassterminalurin í Hetlandi undir leiðslu av fyristøðufelagnum EnQuest eins og norska orkufyritøkan Statkraft umhugsa at fara undir framleiðslu av vetni í Hetlandi. Enn er hetta tó bert á tekniborðinum.
Ein av høvuðsorsøkunum til at spurningurin um framleiðslu av vetni nú er so nógv frammi í Hetlandi er tann, at grundarlagið undir hesi framleiðslu, elorka skjótt er á marknaðinum, nú fleiri stórar vindmylnulundir á landi eru um at vera klárar til framleiðslu. Eisini verður nú tosað um at menna havvindorkuna, ið tá vil vera ein av høvuðsveitarunum av orku til vetnisframleiðslu.
Hetta er so eisini tað, sum føroyskir vindorkuframleiðarar umhugsa at fara undir í framtíðini og verður møguleikin m.a. nevndur í sambandi við stóru Eysturlund vindorkuætlanina hjá Effo í Eysturoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald