Undir veðurlagsfundinum í Glasgow herfyri avgjørdu leiðararnir fyri 45 lond og landaøki at samstarva um grøna orkuskiftið. Hesi vóru m.a. USA, Kina og ES eins og Bretland, sum varð vertur fyri Glasgow fundinum. Nú leggur IEA, altjóða orkustovnurin fram frágeiðing um, hvussu gongur við tí grøna orkuskiftinum. Og niðurstøðan er tann, at altjóða samstarvið hevur verið alt ov vánaligt higartil, og hetta kann vera við til at hótta sjálvt orkuskiftið.
-Við altjóða samstarvi kunnu vit broyta støðuna og gongdina skjótari, bíligari og lættari fyri okkum øll sigur stjórin í IEA, Dr. Fatih Birol.
Uttan eitt slíkt samstarv kann broytingin til netto null útlát gerast ein nógv størri avbjóðing, og hon kann verða útsett í fleiri ártíggju, sigur hann.
Um somu tíð, sum heimurin roynir at fara burtur frá fossilari orku, fer fram ein hervilig orkukreppa. Sambært IEA stjóranum er henda kreppan tann fyrsta veruliga altjóða orkukreppan nakrantíð. Heimurin hevur ongantíð áður verið vitni til nakað líknandi leggur hann aftrat. Hann viðgongur, at fleiri lond hava lagt seg eftir at reka ein orkupolitikk, sum kann skunda undir skiftið frá fossialari orku til varandi orku.
Birol vísir á týdningin, sum nýggjar lógir í bæði USA og ES hava fyri grøna orkuskiftið, her m.a. 400 mia. dollarar, sum skulu fara til skattafrádráttir og lán til grønu tøknimenningina.
Hann heldur, at verandi orkukreppa kann gerast tann megin, sum skal til fyri at fáa gongd á grøna orkuskiftið og er harvið eitt vegamót í orkusøguni.
Hann vísir á, at minkandi veitingin av russiskum gassi, russiska innrásin í Ukraina og sanktiónirnar hava ført til hægri olju- og gassprísir, sum gera støðuna sera torføra fyri fleiri orkuinnflytandi lond.
Fyrr hevur IEA sammett dagsins orkukreppu við oljukreppuna í 1973. Tað var nettupp tí, at altjóða orkustovnurin gjørdist veruleiki. Hann skuldi vera við til at handfara eina støðu við orkumanguli.
Frágreiðingin frá IEA og ST kemur við fleiri tilmælum, sum øll botna í altjóða samstarvi, ið m.a. skal vera við til at tryggja meiri varandi orku, grønt vetni og fossilfrítt stál.
Sambært frágreiðingini er framleiðsluorkan innan varandi orku økt við 130 % seinastu tíggju árini, um somu tíð sum ikki varandi orkukeldur eru øktar við 24%.
Tørvur á stórum nøgdum av varandi orku fyri at røkka netto null útláti í 2050. IEA hevur fyrr roknað út, at heimuirn má byggja út 630 gigawatt frá sólorku og 390 gigawatt frá vindorku hvørt ár fram til 2030 skal tað eydnast at røkka málinum. Tað er fýra ferðir meira enn tað, sum verður útbygt hvørt ár nú.
Elbilar vóru 9% av bilasøluni í heiminum í fjør, men hetta talið má hækka til 60% innan 2030 fyri at vera í tráð við málini hjá IEA. Tað krevur so eisini eina tíggjufalding av talinum av almennum løðistøðum.
Framleiðslan av vetni við lágum ella ongum útláti má eisini økjast frá minni enn eini mió. tonsum um árið í dag til 150 mió. tons um árið innan 2030.
Framleiðslan av stáli við lágum útláti er í dag undir eina mió. tons men má økjast til yvir 100 mió. tons um árið í 2030. Í dag verða framleidd 1900 mió. tons av stáli um árið.
Tilmælini frá IEA og ST fara at vera unrødd á fundum í Pittsburgh í USA 21. til 23. september.
Frágreiðingin er eitt týðandi stig undan komandi veðurlagsfundinum COP27, sum verður í Sharm El Sheikh í Egyptalandi í heyst. Har fer spurningurin um at menna samstarvið millum heimsins lond á grøna orkuøkinum at vera eitt høvuðsevni. Avgerðin á Parísfundinum í 2015 um at varðveita 1,5 hitastig fyllur nógv í frágreiðingini.
IEA hevur annars fleiri ferðir víst á, at fallandi íløgur í olju og gass seinastu árini kunnu skapa avbjóðingar fyri heimsins orkuveiting. Men samtíðis vísir Birol aftur, at altjóða klimamálini og grønur politikkur eru orsøkin til verandi orkukreppu. Hann sigur, at tað er sera óheppið, at grundgevingar um, at royndirnar at raðfesta reina orku, eru orsøkin til orkukreppuna. Hetta taka vit ikki undir við sigur Birol.
Hann kennist heldur ikki við, at nakrar stjórnir hava kært seg um, at tær hava lagt ov nógv í at menna varandi orku. Tvørturímóti halda fleiri, at meira átti at verið gjørt.
Varandi orka er ikki "drivarin" í orkugongdini men ein varandi loysn uppá núverandi og komandi orkukreppur sigur hann.
Frágreiðingin kemur til, at samstarv á altjóða støði er mest týðandi tátturin í grøna orkuskiftinum, har ikki bara fyritøkur men lond samstarva og harvið gera tøkniligar loysnir møguligar og fyri minni kostnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald