Hetta hendir um somu tíð, sum lond í okkara parti av heiminum, her serstakliga næsti granni okkara, Bretland við eini nýggjari Labourstjórn eftir øllum at døma fer at gera alt hon er ment fyri at steðga bæði leiting og framleiðslu av olju og gassi.
Og hóast Kina er eitt av undangongulondunum at menna grøna orkuskiftið bæði innan vind og sólorku, so útilokar landið ikki bæði at leita eftir og framleiða olju og gass í mong ár aftrat, tí hesi eru alneyðug fyri at halda samfelagshjólunum gangandi.
Talan er um eitt nýtt tiltak, sum fevnir um oljuframleiðarar í Kina eins og onnur almenn feløg, ið hevur til endamál at leita eftir tí, ið nevnt verður “ultra-deep oil and gas reserves” , siga keldur í almenna orkusamtakinum CNPC, China National Petroleum Corporation, skrivar Reuters. Hetta stig verður tikið eftir boðum frá XI Jinping, forseta um at at fara eftir nýggjum framleiðslumøguleikum, ið aftur kunnu verja orkutrygdina í landinum.
Umframt almennu orkufelagini CNPC og Sinopec, sum eru tey leiðandi olju- og gassframleiðandi feløgini í Kina, eru eisini fleiri onnur týðandi almenn feløg við í nýggju verkætlanini, teirra millum China Aerospace Science and Industry Corp, stálfyritøkan Baowu, útgerðarfelagið Sinomach og Dongfang Electric Group og Minmetals.
Umboð fyri CNPC sigur, at endamálið við verkætlanini er at savna vitan og styrki til saman at menna eina ídnaðarketu frá "ultra-deep” olju- og gassleiting til tøkniliga menning og útbygging. Talan er um at bora heilt niður á 10 kilometra dýpi og har eisini troyta kol- og gastilfeingi. Kina er heimsins størsti innflytari av olju og nøktar innflutningurin 3/4 av tørvinum. Landið hevur gjørt milliardaíløgur í dollarum til tess at varðveita heimligu oljuframleiðsluna uppá omanfyri 4 mió. tunnur um dagin, ein nøgd, sum er neyðug til tess at halda framleiðsluvirkseminum og hernaðinum í gongd.
Áralangar royndir frá almennari síðu at bora djúpri á landi og at menna útbyggingina av framleiðandi pallum til havs hava givið ein framleiðsluvøkstur uppá 2% um árið síðani 2018. Hetta hendir um somu tíð, sum framleiðslan á gomlu framleiðsluleiðunum minkar. Kina hevur so eisini bæði jarðfrøðiligar og kostnaðarligar avbjóðingar at fáa hendur á olju- og gasstilfeinginum skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald