Jan Müller, Aberdeen
Síðani russisku innrásina í Ukraina er orkuheimurin vendur á høvdið. Tað, sum fyrr varð tað einasta rætta og mest lagaliga, er tað ikki longur. Bygdar eru gjøgnum árini rørleiðingar í tíggjutalstali úr serstakliga Evropa til Russlands fyri at fáa hendur á lutvíst bíligu russisku oljuni og gassinum. Russland hevur heimsins størstu goymslur av olju og gassi. Mest kendar í okkara parti av heiminum eru Nordstream 1 og 2 gassrørleiðingarnar úr Russlandi gjøgnum Eystrasalt til Týsklands. Teirra lagnu kenna vit.
Eftir mongum árum gjørdist vælferðin í Vesturheiminum rætt og slætt tengd saman við orku úr Russlandi. Og so kom innrásin í Ukraina, sum broytti alt ella tað mesta. Sanktiónir móti Russlandi høvdu við sær, at Putin gav boð um at avmarka ella steðga flutninginum av olju og gassi til Evropa.
Hetta hevur síðani verið við til at skunda undir grøna orkuskiftið í fleiri evropeiskum londum. Ovurstórar íløgur eru gjørdar í eitt nú vindmylnuorku. Men spurningurin um hvussu komandi vetrar fara at ávirka orkunýtsluna ger tað torført at leggja til rættis orkuframtíðina uppá stytri sikt.
Hetta hevur so gjørt, at USA av álvara er farið undir at økja um sína framleiðslu av LNG gassi, sum verður flutt við serligum skipum til Evropa. So mikið stóran týdning hevur LNG sølan av gassi fyri USA, at Biden herfyri gav loyvi til eina risastóra gassverkætlan í Alaska, sum skal tryggja og økja um gassútflutningin úr USA til Evropa og Asia. Hetta hóast hansara politikkur er at sleppa av við olju og gass.
LNG gassið er vorið alternativið til gassið úr Russlandi, sum ístaðin útflytir til Asia.
Henda torføra og ótrygga støðan hevur so sett gongd á aftur kjakið um kjarnorku. Nøkur lond so sum Frakland hava alla tíðina arbeitt fram móti at menna kjarnorkuna, meðan størsti búskapurin í Evropa Týsklandi er farin øvugta vegin og hevur sløkt síni kjarnorkuverk vegna trygdina. Eisini hevur Týskland stongt kolaorkuverkini, og tí er landið bundið av LNG úr USA og miðeysturlondum. Ein kaldur vetur í ár kann tí koma Týsklandi aftur um brekku, tí neyvan er nokk við LNG gassi úr USA. Týskland roynir so eisini at útbyggja havnir til LNG móttøku, men tað tekur tíð. Og menningin av grønum orkuloysinum loysir ikki støðuna nú.
Øll henda støðan hevur fingið 15 lond í Evropa saman við Bretlandi og við Fraklandi á odda at taka seg saman í ein sonevndan kjarnorkufelagsskap. Londini eru Frakland, Belgia, Bulgaria, Kroatia, Tjekkoslovakia, Finland, Ungarn, Háland, Póland, Rumenia, Slovenia, Slovakia, Estland, Svøríki, Finland og Italia og Bretland sum eygleiðari.
Franski ráðharrin, sum umsitur kjarnorkuna.
Týsdagin hevði felagsskapurin fund.
Bretland er í løtuni við at byggja tveir kjarnorkureaktorar í Hinkley, og enn tveir eru á tekniborðinum. Í eini fundarsamtykt siga tey 15 ES londini, at tey vilja økja um orkuframleiðsluna frá kjarnorkuverkum við 150 GW í 2050.
Londini heita á ES nevndina um at taka hesa avgerðina við í orkustrategiiina hjá ES.
Avgjørt er at møtast í Luxemburg í juni fyri at koma longur á mál við, hvussu málið skal røkkast. Í dag fevnir orkuframleiðslan í ES um 100 GW.
Til tess at røkka 150 GW í 2050 fer Frakland at halda fram við síni menning av kjarnorkuni við at seta upp 30 til 45 nýggjar reaktorar eins og menna framleiðsluna við smærri kjarnorkureaktorum (SMR). Við 150 GW kann kjarnorka í 2050 gerast 25% av samlaðu elorkuframleiðsluni í ES. Hetta fer at skapa hundraðtúsundtals arbeiðspláss. Í ES eru sostætt teir nærum eins stórir bólkar, sum antin eru fyri ella ímóti kjarnorku. Størri bólkurin er tó fyri kjarnorku. Ein av meinbogunum fyri at menna kjarnorkuna er prísurin og fíggingin umframt at tað tekur so drúgva tíð. Og síðani kemur trygdarvandin.
Tey londini, sum eru fyri kjarnorku, siga, at hon er tann besta loysnin uppá at sleppa av við útlát og harvið besta verjan móti veðurlagsbroytingum.
Nøkur av londunum í ES eru bundin at russiskar iorku, sum føðir teirra kjarnorkuverk. Tað fer at taka drúgva tíð at finna aðra orku til at seta ístaðin fyri ta russisku.
Kelda: EURACTIV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald