Karstin Høghamar var partur av ferðalagnum, sum herfyri vitjaði bilanna bý, Gøteborg, har størsta ídnaðarfyritøkan í Svøríki av álvara er farin undir at framleiða elriknar lastbilar. Hann hevur arbeitt á verkstaðnum hjá smápartafelagnum “Stórbilar” fyrst í Hvalvík frá 2017 og síðani í Eysturoynni frá 2021 og er hann í dag eisini partur av nevndini í felagnum. Endamálið hjá felagnum er at reka verkstað og skrúva uppá stórar lastbilar og bussar og so eisini søla. Felagið umboðar ma. bilmerkini Volvo og Renault.
Karstin er útbúgvin lastbilamekanikari hjá Volvo Trucksenter í Danmark í 2011 og flutti til Føroya í 2017. Hann heldur tað er rætt, at eisini tey, sum onkursvegna arbeiða við lastbilum og bussum, royna at varpa ljós á grøna orkuskiftið í hesum partinum av flutningsvinnuni í Føroyum.Tað kennir hann sum eina samfelagsábyrgd.
Sum partur av føroyska ferðalagnum, ið vitjaði í Gøteborg herfyri, vísir Karstin á, at drívmegin við túrinum var at fáa nýggja vitan og vísa, at vit vilja gjarna vera við í tí grøna orkuskiftinum, sum er í dag.
-Tað er eingin loyna, at tað grøna orkuskiftið er komið fyri at verða. Eg sigi ikki, at battarí og el fer at vera tað endaliga í framtíðini. Men tað er tað í løtuni. Og vit vilja vísa, at vit vilja vera partur av hesi gongdini. Heldur vera frammi í skónum og vísa, hvat man kann og fáa útbúgving innan tað økið heldur enn at verða afturútsigldur. Og hann heldur fram:
-Vit vilja geva okkara náttúrliga íkast til ta gongdina, sum politikararnir siga seg vilja á grøna økinum. Hetta er vegurin man ynskir, og hjá t.d. SEV vilja tey vera 100% grøn í 2030. Klárar SEV tað, so skulu vit eisini royna at klára tað vit arbeiða við innan flutning.
Karstin heldur annars, at vit áttu at verið komin nógv longri og torað nógv meira. Man er ógvuliga afturhaldin, men nógv vilja tað, og fólk hava stóran áhuga fyri tí grøna orkuskiftinum. Men kanska fleiri siga og halda, at onkur av teimum stóru flutningsfyritøkunum í Føroyum áttu at gingið undan og vitað, um tað riggar við elriknum lastbilum í Føroyum.
Føroyska ferðalagið vitjar testbanan Volvo í Gøteborg og roynir eitt nú teir nýggjastu ellastbilarnar.
Tøknin er klár
Bilmekanikarin sigur víðari, at tøknin er komin forbí tað at skula royna tað í Føroyum. Tí tað riggar í Føroyum. Føroyar eru so mikið smáar, og tað riggar í nógv størri londum, har teinurin er nógv størri millum byrjan og enda á eini rutu.
-Um man kann koma heim hvørt kvøld og løða bilin heima til fult battarí til dagin eftir, so burdi tað borið til hjá teimum flestu, sum hava lastbilar.
Hjá persónbilunum gekk tað seint at fara yvir til grønt, men tá man fekk stuðul frá landinum gjøgnum MVG frítøku av bilum setti tað gongd á. Tey, sum eg havi tosað við, og sum hava fingið sær elbil, siga, at tey ætla ikki at fara aftur til svart.
Til tess at fáa gongd á og broyting i, so má tað almenna onkursvegna vera partur av hesum við hjálp við keyp, tí talan er um eina sera stóra íløgu, ella við at seta upp løðistøðir, sum eisini er sera kostnaðarmikil íløga.
Karstin Høghamar heldur tað mest týdningarmikla hann fekk burtur úr vitjanini í Svøríki var, at tað ber til at keypa sær ein elbil og hava og brúka hann í Føroyum. Sjálvur vildi hann sagt, at hetta ber til hjá meira enn 70% av teimum, sum hava lastbilar í dag, men hann væntar tó ikki, at verandi lastbilaeigarar fara at leggja um í núverandi líki. Íløgan er ov stór júst nú.
Nevndin í felagnum Stórbilum, sum tók stig til kanningarferðina til Svøríki, her á testbananum hjá Volvo. Mynd Jan Müller
Íløgan nógv størri í el
-Hví ikki her tá hetta riggar aðrastaðni?
-Kanska tí man ikki vil gera so stóra íløgu og samstundis ikki vil taka meira fyri kostnaðin av flutninginum, sum hann er nú. Tí tá fara hinir, sum ikki hava ein so dýran flutning, avstað við kundanum. Tað hevði kunnað gingið út yvir kappingrførið hjá viðkomandi, sum keypir ein slíkan bil. Tað rokni eg við er bremsan júst nú. Men tøknin er klár, og kanska tað manglar trýst frá kundanum sjálvum um, at hann vil hava bilar, sum brúka okkum at koyra við el. Men tað verður kanska torført.
Karstin heldur vit skulu fyrireika okkum til tann fyrsta ellastbilin. Hann kemur, spurningurin er bara nær. Tað setir so eisini krøv til tey, sum umvæla elbilar. -Vit hava eina avtalu við Volvo í Danmark, at tá tann fyrsti elbilurin verður bílagdur, tá fáa vit pláss til skeið hjá teimum til tess at vera klárir at arbeiða við el.
IRF gott boð uppá fyrsta ellastbilin
Á kunningarferðini í Svøríki vóru umboð fyri vinnuna og almennar stovnar. Ætlanin var, at uppaftur fleiri skuldi vera partur av ferðalagnum, nú høvi varð at kunna seg um grøna orkuskiftið innan tungu ferðsluna. Men fleiri góvu avboð vegna aðrar uppgávur. Karstin heldur hetta var spell og sigur, at hevði ein fyritøka sum IRF verið við á túrinum, so hevði hann næstan væntað, at tey vóru tey fyrstu til at fáa ellastbilar til landið. Tí IRF er ein stórur felagsskapur, sum vit øll eiga, og sum burdi gingið á odda. Spell at tey máttu geva avboð til túrin.
-Tað var tó gott, at Landsverk var við og fekk innlit í nýggjastu eltøknina. Men teir bilar stovnurin hevur brúk fyri og sum vit kunnu bjóða teimum vera nokk ikki tøkir á marknaðinum sum elbilar tey fyrstu árini.
Stjórin á Førka, Fróði Mortensen var millum luttakararnar á kanningartúrinum. Her royndarkoyrir hann ein av teimum nýggjastu ellastbilunum. Mynd Jan Müller
Støðan í dag er tann, at tað mest er standard lastbilar, sum verða framleiddir sum elbilar. Nógvir av bilunum hjá Landsverk, serliga teir, sum grava kava, eru ikki standard lastbilar. Teir eru allir sergjørdir til teirra brúk.
Karstin Høghamar her millum føroysku luttakararnar á kanningarferðini í Gøteborg.
Karstin, sum eisini royndi nýggju ellastbilarnar hjá Volvo, var ovfarin, hvussu ljóðleysir og reinir teir eru undir koyring. Hann legði eisini til merkis, at nærum øll busskoyringin í Gøteborg longu er við elriknum bussum. So eisini her er nógv at læra.
-Mín boðskapur frá hesum túrinum er tann, at tørvur er á eini hugburðsbroyting til tungu ferðsluna og vóni eg, at onkur tekur fyrsta stigið, og at tað almenna eisini gevur eina hond í.
Flestu av býbussunum í Gøteborg eru elriknir. Mynd Jan Müller.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald