Innanlands

Løgmaður: Nú seta vit hol á grøna skiftið á sjónum

-Størsta avbjóðingin í grøna skiftinum hjá okkum í Føroyum hevur verið, hvussu vit fremja grøna skiftið á sjónum. Nú kann alivinnan, sum hevur sítt virksemi nær landi, vísa vegin til eina grønari framtíð á sjónum eisini segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá elrikni alibáturin Grønarók fór av bakkastokki

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður umborð á nýggja grøna alibátinum Grønarók. Mynd Jan Müller

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður umborð á nýggja grøna alibátinum Grønarók. Mynd Jan Müller

2022-09-16 14:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Løgmaður, sum var millum mongu gestirnar, ið vóru til steðar á MEST í Havn, tá grøni alibáturin varð handaður eigaranum Bakkafrosti, samanbar í røðu síni hesa søgugligu løtuna við hendingina fyri meira enn 200 árum síðani, tá fyrsta rutuskipið við dampmotori varð tikið í nýtslu:  

- Tað eru ávísar hendingar, sum samtíðin ikki gevur sær so nógv far um, men sum vit seinni kunnu hyggja aftur á sum tøknilig, samfelagslig ella vinnulig nýbrot.

Í 1807 fór The North River Steamboat undir sigling eftir Hudson ánni millum New York og Albany. Túrurin vísti, fyri fyrstu ferð í søguni, at tað kundi loysa seg at hava rutusigling við dampmotori.

Men tað skuldu ganga nøkur ár, áðrenn farið var um Atlantshavið við dampskipi. Og tað var ikki fyrr enn í 1896, at vit Føroyum fyrstu ferð sóu ein dampmotor umborð á einum skipi. Hetta var umborð á fyrsta Smyrli, sum tá fór undir at flyta fólk og farm millum oyggjarnar.

[object Object]

Dampmotorurin var byrjanin til fyrstu ídnaðarkollveltingina, og í dag kunnu vit øll vera samd um, at heimurin hevur tørv á eini nýggjari kollvelting. Eini grønari ídnaðarkollvelting, sum leggur upp fyri teirri dálking og umhvørvisligum árinum, sum undanfarna menningin hevur havt við sær.

Fyrsti Smyril var eitt nýbrot í mun til ferð og nøgd av ferðafólki og farmi, ið kundi flytast millum oyggjarnar.

Grønarók er eisini eitt nýbrot, tí báturin brennir ikki fossil brennievni, og tí hann er byrjanin til eina alneyðuga orkuumlegging á sjónum.

Á landi er grøna orkuframleiðslan vaksin munandi. Vit endurnýta meir, og meira ferð er komin á matvørumenning og -framleiðslu.

Men størsta avbjóðingin í grøna skiftinum hjá okkum í Føroyum hevur verið, hvussu vit fremja grøna skiftið á sjónum.

Tí kennist hesin dagurin í dag upp aftur meira serligur.

Í dag seta vit veruliga hol á grøna skiftið á sjónum!

Gamaní - vit hava enn ikki tøknina, sum skal til fyri at brúka grønar orkuloysnir á opnum havi.

Men søgan við dampmotorinum lærir okkum, at tøknin, sum fyrst verður brúkt í smærri bátum á firðum, sundum og áum, skjótt kann mennast til nýtslu á opnum havi.

Tí kann alivinnan, sum hevur sítt virksemi nær landi, vísa vegin til eina grønari framtíð.

[object Object]

Tá ið Norðurlendska Ráðharraráðið og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í norðurlandamálum, saman við orkudeildini á Umhvørvisstovuni vístu á henda møguleikan, var Føroya størsta alifyritøka skjót at taka av.

Pengarnir komu frá Norðurlendska ráðharraráðnum, og alt gekk upp í eina hægri eind, tá ið føroyska skipasmiðjan MEST átti besta uppskotið til nýggja bátin.

Hetta prógvar enn einaferð, at vit í einum lutfalsliga lítlum samfelag, saktans kunnu ganga á odda.

Somuleiðis síggja vit, hvussu nógvar føroyskar fyritøkur vísa vegin innan grøna skiftið. Vit síggja, hvussu vinnan áhaldandi ger átøk fyri at minka um umhvørvisárin og fyri at minka ella grønka um orkunýtsluna.

Átakið burðardygt vinnulív vísir, hvussu tólv fyritøkur hava tikið stig til at tálma veðurlagsbroytingar, betra um heilsustøðuna í havinum og minka um tapið av lívfrøðiligum margfeldi.

Og meðan føroyska vinnan av sínum eintingum vísir vegin, fara vit eisini í politisku skipanini at taka nøkur stór fet í grøna skiftinum.

[object Object]

Løgmaður Bárður á Steig Nielsen og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost til tiltakið á Mest í gjár. Mynd Jan Müller


Í vár samtyktu vit ein nýggjan og framfýsnan orku- og veðurlagspolitikk. Størri ferð er sett á at vaksa um grønu elframleiðsluna, eitt nú við tveimum nýggjum vindmylnulundum.

Somuleiðis setti landsstýrið fyri hálvum øðrum ári síðan skjøtul á Vakstrarforum, sum skuldi finna ítøkilig átøk fyri at skapa burðardyggan vøkstur og sum skal langtíðartryggja vælferðina.

Í juni í ár fingu vit 164 tilmæli á seks økjum, sum øll skulu stuðla upp undir eitt burðardyggari samfelag.

Tað er mín áheitan, at vit øll í felag, bæði í almenna og privata geiranum, fara at arbeiða við hesum átøkum komandi tíðina.

Framskygnið í privata geiranum er til stóra hjálp í politiska arbeiðnum.

Vit hava jú framvegis brúk fyri eini hugburðsbroyting til burðardygd og grøna skiftið millum okkara borgarar.

Her hevur vinnan stóra ávirkan, bæði tá ið tað kemur til at sannføra fólk um, hvat loysir seg, men eisini, hvat er moralskt rætt at gera.

Eg fari við hesum at ynskja Bakkafrosti, MEST og Umhvørvisstovuni hjartaliga tillukku við, at henda verkætlanin nú er komin á mál.

Hesin dagurin er ein varði í søguni um tað grøna skiftið í Føroyum, og tit hava sostatt í dag skrivað tykkum í søgubøkurnar, segði løgmaður.

[object Object]

Bæði vinnu- og orkumálaráðharrin Magnus Rasmussen og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður vóru við til hátíðarhaldið á MEST hósdagin, tá nýggi alibáturin varð handaður eigarunum Bakkafrosti. Stjórin á Mest, Mouritz Mohr hevði alla orsøk til at vera nøgdur við søguligu móttøkuna. Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder