Innanlands

Manglandi vitan tað mest ræðandi við veðurlagsbroytingunum  

-Síggja vit hækkandi vatnstøðu her hjá okkum? Fara havstreymarnir at verða ávirkaðir? Síggja vit meira regn, meira vind, fleiri skriðulop, ella okkurt heilt annað?  

2024-03-19 19:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Spurdi Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, tá hon setti  ráðstevnu í Havn í dag um veðurlagið í Føroyum og svaraði við enn fleiri spurningum:

 -Og um so er, hvørja avleiðing hevur tað so á náttúruna? Hvørja ávirkan hevur tað á matvøru-trygdina? Hvørja ávirkan hevur tað á okkum, sum hava okkara gerandisdag á hesum harðbalnu klettunum mitt í Atlantshavinum?

Fullsett var til hesa fyrstu ráðstevnuna av sínum slag á Hotel Hafnia í dag, har granskarar oo. løgdu fram kunning frá sínum arbeiði í sambandi við eitt nú veðurlagsbroytingar.

[object Object]

Landsstýriskvinnan, sum hevði nógv uppá hjartað, segði m.a.:

 “Er nakað meir narsissistiskt enn at halda, at tær avgerðir, tú tekur, ávirka allan heimin?”, spyr rithøvundurin Jonathan Franzen í bókini “We are the weather”.

Hann svarar síðan:

“Jú, bara eitt er meir narsissistiskt enn at halda, at avgerðirnar tú tekur, ávirka allan heimin. Nettupp at halda, at tínar avgerðir ikki ávirka nakran sum helst.”

Eg hoyri ótrúliga ofta – enn í dag – fólk, ið vilja vera við, at vit her í landinum eru ov lítil at gera nakran mun á veðurlagsøkinum. Tað er eftir mínum tykki eitt ógvuliga nalvapilkandi uppáhald.

[object Object]

 Veðurlagsbroytingar er ein samansettur og umfatandi trupulleiki. Ein trupulleiki, sum ongin loysir einsamøll, men sum krevur samstarv. Samstarv millum almenna og privata geiran, millum stovnar og ráð, einstaklingar, fyritøkur og sjálvbodnar felagsskapir. Samstarv millum lond. Eisini lítil lond sum okkara.

Tí vit vita í dag, at hvørt einasta tons av útláti telur. Og vit mugu øll gera okkara.

Avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum eru víttfevnandi og raka órættvíst.

Londini, sum dálka minst og sum hava minst, verða harðast rakt og hava truplast við at tillaga seg.

Vit, sum longu eru her, hava ein munandi mildari heim enn børnini og komandi ættarlið væntandi fara at fáa.

Eg haldi sjálv, at eitt tað mest ræðandi við veðurlagsbroytingunum hjá okkum her í Føroyum er, hvussu lítið vit vita. Síggja vit hækkandi vatnstøðu her hjá okkum? Fara havstreymarnir at verða ávirkaðir? Síggja vit meira regn, meira vind, fleiri skriðulop, ella okkurt heilt annað? Og um so er, hvørja avleiðing hevur tað so á náttúruna? Hvørja ávirkan hevur tað á matvøru-trygdina? Hvørja ávirkan hevur tað á okkum, sum hava okkara gerandisdag á hesum harðbalnu klettunum mitt í Atlantshavinum?

Tiltakið í dag, hevur ein bólkur av almennum stovnum tikið stig til at seta á breddan, og tað eri eg ótrúliga glað fyri. Tí um vit skulu arbeiða ítøkiliga við veðurlagsbroytingum í Føroyum, mugu vit vita, hvørji tekin síggjast her. Um vit skulu hava almenningin við í arbeiðið at avmarka veðurlagsbroytingarnar – og tað skulu vit – so mugu vit fortelja teimum, hvat er upp á spæl. Og til tað má vitan á borðið.

[object Object]

Hóast vit eru lítil – ella kanska akkurát tí vit eru lítil – hava vit møguleika til at slóða fyri. Og við tí vitanini og serfrøðini, sum vit tilsamans hava, kunnu vit koma langt, um vit brúka hana rætt og samstarva um at koma enn longri.  

So takk til fyriskipararnar sum eru: Landsverk, Havstovan, Jarðfeingi, Umhvørvisstovan, Veðurstovan, Hagstovan og Tjóðsavnið fyri at seta veðurlagsbroytingar í Føroyum á breddan.

Sum landsstýriskvinna í umhvørvis-, veðurlags- og náttúrumálum ynski eg, at vit skulu vera ein altjóða viðleikari í at avmarka veðurlagsbroytingarnar, og tað krevur, at vit innan landoddarnar samstarva um vitan og loysnir. Og eru tilvitað um, at tær avgerðir, vit taka, ávirka allan heimin.

Takk fyri – gott mót og góðan arbeiðshug hendan landsins fyrsta veðurlagsdag, segði Ingilín Strøm sum byrjan til eina sera áhugaverda og spennandi ráðstevnu.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder