Tað vísir ein kanning, sum Epionion hevur gjørt fyri Altinget og DR. 55% av dønum taka undir við at kanna kjarnorku sum part av framtíðar orkuveiting í Damark. 26% eru ímóti og 19% vita ikki. 1056 danir yvir 18 ár eru spurdir.
-Hetta merkir ein støðugt vaksandi stuðul til kjarnorku, sum vit eisini hava sæð í øðrum kanningum, sigur Kasper Møller Hansen, professari við Lærda háskúlan í Keypmannahavn.
Hann vísir á, sambært Altinget, at kjarnorka hevur als ikki verið umrødd í Danmark, síðani Fólkatingið í 1985 samtykti, at kjarnorka ikki skuldi vera partur av danskari orkutilrættalegging. Tá varð høvuðsspurningurin trygdin og umhvørvisligt vandamikið burturkast. Men síðani veðurlagskreppan er farin at gera um seg av álvara er kjarnorka brádliga aftur vorðin partur av dagsskránni.
Ein orsøk til hesa broyting er tann, at danskir grunnar so sum Novo Fonden hava sett nógvar pengar av til kjarnorkugransking við nýggjum kjarnorkuverkum, sum als ikki kunnu samanberast við slík sum Tjernbyl.
Við seinasta fólkatingsval søgdu fleiri av flokkunum seg ganga inn fyri kjarnorku.
Undirtøkan merkist serstakliga millum menn og veljarar á høgravonginum. Hesir halda, at tøknimenningin fer at gera, at kjarnorka aftur kemur á breddan og sum kann vera við til at loysa veðurlagskreppuna. Serstakliga ein flokkur, Liberal Alliance gongur inn fyri kjarnorku og hevur hann skotið upp at seta eina Niels Bohr nevnd, sum skal kann møguleikarnar fyri kjarnorku í Danmark.
Tað eru ikki bara veljarar til høgru, sum ynskja at kanna kjarnorkuna. Har er talan um 70%. Eisini stjórnarflokkarnir vilja kanna kjarnorku ella 56%. Og enntá ein stórur partur av reyðu flokkunum ynskja at kanna hesa orkuna.
Hóast undirtøkuna fyri at kanna kjarnorkuna, so er tað tó enn vindur og sól, sum stendur ovast á breddanum hjá Moderaterne, sum í dag umsita orku- og veðurlagspolitikkin hjá stjórnini.
Ein høvuðsorsøk til at fleiri danir ikki ynskja kjarnorku er tann, at tað tekur so langa tíð, upp til 15 ár at byggja út kjarnorku og slík íløga verður eisini sera dýr.
Tað er tó sera ymiskt, hvussu lond í eitt nú Evropa meta um kjarnorkuna sum framtíðar orkuveiting. Lond sum Frakland og Finland byggja út kjarnorkuna, meðan eitt nú Týskland gongur ímóti kjarnorku.
Kelda: Altinget
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald