Ongastaðni á stóra bretska landgrunninum er so nógv leitivirksemi í løtuni sum á Atlantsmótinum tvs. eystan fyri føroyska markið. Nøkur av heimsins stóru oljufeløgum hava sett sær fyri at bora fleiri brunnar, ið aftur skulu skapa grundarlag fyri framtíðar útbyggingum av bæði olju- og gassleiðum, sum liggja einans fáar kilometrar frá føroyska markinum.
Fara at testa Cambo
Í apríl fór oljufelagið Siccar Point Energy undir at bora á sera týdningarmiklan brunn á Cambo oljuleiðini, einans 3 kilometrar frá markinum. Sum skilst hevur gingið væl at bora og verður farið undir at testa brunnin í næstum. Felagið hevur fyrr sagt, at um úrslitið av hesi boringini, verður sum væntað, so verður farið undir at útbyggja oljuleiðina. Tó er ætlanin at bora enn ein brunn nærhendis fyrst, uppaftur nærri markinum, á Blackrock leitimiðinum. Hann verður væntandi boraður tíðliga næsta ár. Eftir tað fer leiðslan í felagnum at taka endaliga støðu til útbygging av Cambo-oljukelduni. Hon verður so tann framleiðandi oljukeldan, sum liggur næst Føroyum.
Nýtt gassøki har norðuri
Men ikki nokk við hesum. Tí longur norðuri á bretska landgrunninum og ikki so langt frá markinum heldur, verða tveir brunnar boraðir í ár í einum øki, har nógv gass finst í undirgrundini. Annar teirra skal borast á Lyon leitimiðinum, sum verður mett at kunna gerast kjarnin í eini framtíðar gassútbygging, ”Hub”, nevnd Northern Gas Area. Fyri skjótt 20 árum síðani vórðu fleiri smærri gassleiðir funnar í hesum økinum, eitt nú Tobermory, Bunnehaven og Cragganmore. Hesar hava verið ov smáar til at útbyggja hvør sær. Nú verður so miðjað ímóti, um Lyon brunnurin verður væleydnaður, og tað tí er nóg mikið til av gassi til eina lønandi útbygging, at tær smærri gassleiðirnar í økinum allar skulu útbyggjast og bindast í Lyon kjarnan. Hetta fer at merkja, at vit fáa eina spildurnýggja gassprovins norðuri á Atlantsmótinum og skamt frá føroyska markinum.
Menna undirstøðukervið
Frammanundan er ein gassútbygging longur syðri á Atlantsmótinum, nevnd Southern Gas Area við teimum fýra keldunum, Laggan, Tormore, Glenlivet og Edradour. Eisini hon er útbygd sum ein ”Hub”, har Laggan Tormore eru høvuðskjarnin. Hiðani gongur í dag ein gassleiðing til lands í Hetlandi. Við nýggju úbyggingini longur norðuri fer enn ein gassleiðing at verða løgd, sum harvið mennir munandi um infrastrukturin eystan fyri Føroyar.
Umframt boringina av Lyon leitimiðinum, sum Siccar Point stendur fyri saman við oljufelagnum Ineos, so er kinverska oljufelagið CnoocNexen við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar at bora ein avmarkingarbrunn á Cragganmore gassleiðini í sama øki. Franska Total er so eisini við í hesi boringini, sum saman við Lyon brunninum kann gera North Gas Area útbyggingina til veruleika í næstu framtíð.
Rudda slóð fyri fleiri útbyggingum
Við øðrum orðum verður tað í løtuni rudda slóð fyri tveimum olju- og gassútbyggingum eystan fyri føroyska markið, Cambo og Lyon. Aftrat hesum kemur, at amerikanski oljurisin Chevron er við at gera klárt til at taka endaliga avgerð um at útbyggja stóru oljukelduna Rosebank, sum liggur í sama grannalagnum, skamt frá føroyska markinum.
Aftrat hesum kemur, at franska oljufelagið Total, sum er fyristøðufelag á syðru gassleiðini, og sum eisini er partur av norðara gassøkinum, í løtuni borar ein brunn, Glendronach, longur syðri, sum skal gera tess Laggan Tormore gassframleiðslu meira lønandi.
Stóran týdning fyri Føroyar
Áhugavert er hjá føroyskum myndugleikum at fylgja við gongdini og tí nógva virkseminum eystan fyri markið. Vit eru vitni til, at ikki færri enn tríggjar nýggjar olju- og gassútbyggingar, Cambo, Rosebank og Northern Gas Area (Lyon ”hubburin”), kunnu gerast veruleiki innan stutta tíð. Aftrat hesum koma so eisini aðrar útbyggingar á Atlantsmótinum, sum liggja uppaftur longur syðri. BP útbyggir Clair oljukelduna við Clair Ridge umframt at hyggja at tí triðju útbyggingini har eisini, Clair South og skal haraftrat útbyggja Alligin oljuleiðina, sum liggur nærhendis oljuleiðini Foinaven. Síðani kemur Lancaster útbyggingin, sum er í gongd sunnan fyri Schiehallion feltið har suðuri á Atlantsmótinum.
Samanumtikið kann sigast, at sjey nýggjar olju- og gassleiðir á Atlantsmótinum, tvs. økinum millum Hetlandi og Føroyar standa fyri at verða útbygdar. Og er tað í hesum sambandi vert at merkja sær, at flestu teirra liggja bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Tað gevur okkum týðandi ábendingar um, hvat kann finnast í føroysku undirgrundini eisini. Og fyri føroyska veitingarvinnu kann tað eisini fáa stóran týdning, nú teinurin til Føroyar frá fleiri av umrøddu útbyggingum, er stytri enn til Hetlands ella Skotlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald