
-Norra fer ongantíð at venda Norðsjógvin bakið eins og Bretland hevur gjørt. So avgjørdur er norski orkuráðharrin, Terji Aasland, tá hann umrøður týdningin Norðsjógvurin hevur fyri Norra. -Norska olju- og gassvinnan hevur skapt bæði arbeiðspláss og ríkidømi sigur hann við bretska blaðið The Telegraph og vísir á, at Norra hevur eina fullkomiliga øðrvísi áskoðan um olju- og gassídnaðin enn Bretland.
-Vit vilja fremja útbyggingar í Norðsjónum uppá longri sikt, tí olju- og gassvinnan og tænastuvinnan er av stórum týdningi. Hesar vinnur eru við til at varðveita arbeiðspláss og skapa stór virði til norska samfelagið.
-Sjálvur haldi eg, at olju- og gassvinnan í Bretlandi higartil hevur verið týðandi partur av somu menning leggur hann aftrat.
Bretski orkuráðharrin Ed Miliband, skrivar blaðið víðari, hevur bannað nýggjum boringum eftir olju og gassi í Norðsjónum í síni roynd at hjálpa Bretlandi at røkka netto-null útláti í 2050.
Aasland, sum er útbúgvin elektrikari, heldur kortini, at broytingin til at skifta til varandi orku fer at taka sína tíð. Norra roknar tí eisini við at útflyta fossila orku til Bretlands í fleiri áratíggju aftrat.
Norra hevur ment heimsins størsta sjálvstøðuga grunn takkað verið stóru íløgurnar í olju og gass. Virðið á grunninum svarar til 235.000 pund fyri hvønn norðmann. Norra er størsti íleggjarin í Norðsjónum við stórum ótroyttum goymslum í undirgrundini.
Viðmerkingarnar hjá norska ráðharranum koma í kjalarvørrinum á tí stóra trýsti, sum er á bæði orkuráðharran eins og forsætisráðharran í Bretlandi fyri teirra støðu til netto-null, eftir at streymurin fór í Spania, Portugal og pørtum av Fraklandi í farnu viku.
Talsmaður fyri elnetið í Spania hevur úttalað, at streymslitið stavar frá eini brádligari minking í sólorkuframleiðsluni. Spania hevur gjørt stórar íløgur í varandi orkukeldur til elframleiðslu við minni útláti seinastu árini, sum er komin ístaðin fyri fossila orku sum olju, gass og kol eins og kjarnorku.
Í hesum sambandi er spanski forsætisráðharrin skuldsettur fyri at hava sett grøna orkuideologi fram um orkutrygd. Tað hevur stjórnin seinni víst aftur.
Sambært Telegraph er gongdin nú tann í Bretlandi, at lagt verður upp til herferð móti Labour stjórnini fyri tess grøna politikk, serstaliga eftir at fyrrverandi forsætisráðharrin Tony Blair nú um dagarnar segði, at “the Government’s current net zero policies were “doomed to fail”.
Seinni hevur Blair kortini sagt seg stuðla politikkinum hjá Labour at røkka "net zero" í 2050. Tað hevur annars ljóðað, at Miliband orkuráðharri neyvan er tryggur í sínum sessi nettupp orsakað av sínum sera víðgongda orkupolitikki.
Umframt at vilja banna nýggjari oljuleiting, hevur stjórnin eisini hækkað serskattin á oljufeløg til 78%.
Tá blaðið spyr norska oljuráðharran, hvørjar avleiðingar ein slíkur politikkur hevði kunnað havt fyri Norra svarar Aasland: -Tá høvdu vit sæð íløgurnar fara til onnur lond í heiminum. Um Bretland vil stuðla vinnuni uppá longri sikt, so er tørvur á eini skipan, sum er støðug, og myndugleikarnir mugu arbeiða saman við vinnuni.
-Undir korona sóu vit, at veitaravinnan til oljuvinnuna misti sáttmálar og tí vóru vit í Norra noydd til at gera serstakar skattapakkar til vinnuna, so hon kundi halda fram at fremja útbyggingar í eini truplari tíð. Hetta gjørdi, at nógvar verkætlanir gjørdust veruleiki. Og tað merkir, at støðan hjá norsku olju- og gassvinnuni í dag er sera góð. Seinasta ár útfluttu vit stórar nøgdir av gassi til evropeiska marknaðin, og norska framleiðslan er í løtuni uppá tað hægsta og fer at vera har í 3-4 ár aftrat sigur Aasland.
Norra var í fjør høvuðsveitari av gassi til Bretland, samtíðis sum bretska framleiðslan av gassi minkaði orsakað av nýggja serskattinum og banninum móti nýggjari leiting. Eisini keypti Bretland fitt av norskari olju.
Aasland roknar við, at Norra fer at halda fram við at útflyta gass til Bretlands, nú eingi tekin eru til, at Bretland fer at menna sína egnu framleiðslu, sum støðan er í løtuni. Hann vísir á, at lond í Evropa fara at gera íløgur í varandi orku, og tað fer Norra eisini at gera men sigur, at norska gassið fer at hava stóran týdning í hesi umlegging.
Sambært blaðnum ætla bretskir myndugleikar at halda fram við grøna orkuskiftinum, sum eisini fevnir um Norðsjógvin. Heimliga olju- og gassframleiðslan fer at hava ein týðandi leiklut í áratíggju og fara varandi orkumøguleikar í Norðsjónum eisini at verða troyttir eins og samstarvið við Norra innan reina orku fer at halda fram. Sí greiningar hjá The Telegraph niðanfyri.
Kelda The Telegraph
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald