Endamálið er at fáa hendur á týðandi mineralum, sum tørvur er á í framleiðsluni av vindmyllum, elbilum, battaríum, sólpanelum og øðrum týðandi vørum ikki minst í sambandi við grøna orkuskiftið.
Norra vil við hesi avgerð gera heimin minni heftan at framleiðsluni av hesum týðandi mineralunum, sum Kina nærum hevur einkarrætt uppá í dag. Landið stendur fyri 98% av framleiðsluni av sjáldsomum og tvingandi neyðugum mineralum, sum verða brúkt til grøna orkuskiftið. Kina er so eisini í ferð við at fara undir námsvinnu á havbotninum.
Avgerðin í norska Stórtinginum fær undirtøku frá stjórnarflokkunum og Høgra og Framburðsflokkinum.
Norski ráðharrin fyri grøna orkuskiftinum sigur sambært NRK, at tað kann gerast ein vanlukka fyri royndirnar at fremja tað grøna orkuskiftið, um lond sum Kina og Rusland sleppa at standa fyri nærum allari framlkeiðsluni av týðandi mineralum, ið skal tryggja grøna orkuskiftið. Hann vísir á, at tá spurningurin kemur til sjálva námsvinnu verða tað sjálvandi sett stór krøv til framleiðararnar. Nú er so talan um leiting.
Tað er tó ikki uttan svørðslag, at henda avgerðin verður tikin. Tí stór mótstøða er bæði í Stórtinginum og í norska samfelagnum eins og altjóða samfelagnum at fara undir námsvinnu á havbotninum av ótta fyri enn ókendu avleiðingunum fyri náttúru, livandi djór og umhvørvi annars.
Millum lond, sum krevja, at tað skulu gerast neyvari kanningar av umhvørvinum, áðrenn námsvinna tekur seg upp á havbotninum, eru Týsklandi og Frakland.
Sagt verður, at neyðugar kanningar av avleiðingunum hetta fær fyri umhvørvið, eru ikki gjørdar í nóg stóran mun. Talan er um eina heilt nýggja vinnu í einum heilt nýggjum umhvørvi, sum vit vita lítið um í dag, nevniliga eina vistfrøðiskipan á havbotninum, sum annars ikki er vorðin brúkt til vinnulig endamál.
Norska stjórnin verjir seg við, at krøvini til umhvørvi og náttúruna verða í hásæti, áðrenn farið verður undir veruliga vinnu.
Mineralini, eisini nevnd nodulir finnast á havbotninum kring allan heim men í stórum nøgdum í Norðuratlantshavi.
Nú Føroyar hava fingið víðkað um sítt havbotnøki og sjógv norðanfyri við altjóða avtalum, hevur eisini frá føroyskari síðu verið kannað, hvørji mineral kunnu finnast inni á okkara havbotni eisini. Her er tað Jarðfeingi, sum hevur staðið fyri kanningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald