Equinor er við í trimum nýggjum grønum orkuprojektum á eysturstrond Bretland, har ætlanin ma. er at fara undir vetnisframleiðslu og at gera royndir við at fanga og goyma CO2
Bretland, Danmark og Norra eru nøkur av londunum í okkara grannalag, sum teljast millum fremstu framleiðarar av vindorku. Og alt bendir á, at hesi londini ætla ikki at slaka við hesum partinum av grøna skiftinum. Heldur tvørturímóti gera myndugleikar, grunnar, vinnufyritøkur og privatir íleggjarar nærum hvønn dag stórar og nýggjar íløgur í menning av vindorkuni, hetta fyrst og fremst til havs.
Eftir øllum at døma hevur nýggja orkugreinin - flótandi havvindorka - av álvara fingið vind í seglini. Og tað er eisini greitt, at sohvørt grannar okkara seta í verk eina nýggja havvindorkuverkætlan fyri og aðra eftir, tá fylgja eisini føroyingar væl við í hesi spennandi tilgongdini, nú Føroyar kanska teljast millum tey økini, sum hava bestu møguleikar fyri flótandi havvindorku.
Equinor undangongufelag innan havvind
Í bretskum miðlum verður nógv gjørt burtur úr nýggja vindorkuævintýrinum, og millum fremstu aktørarnar er eitt nú norska orkufelagið Equinor. Felagið, sum fyrr varð eitt olju- og gassfelag burturav, hevur síðani grøna skiftið tók dik á seg, verið eitt av undangongufyritøkunum at gera íløgur í eitt nú orku frá vindmyllum til havs.
Hetta hendir um somu tíð, sum felagið heldur fram við sínum vanliga olju- og gassvirksemi, men felagsnevnarin fyri alt framtíðar orkuvirksemi er at minka um CO2 útlátið. Og her tykjast oljuframleiðsla og vindorka at kunna ganga hond í hond. Miðjað verður nevniliga ímóti bæði í Bretlandi, Norra og Danmark at útbyggja vindorkuna til havs, sum so aftur kann vera grundarlagið undir m.a. at veita streym til mongu olju- og gassframleiðslupallarnar í Norðsjónum, har øll trý londini hava stórt virksemi. (Sí eisini grein á oljan.fo í vikuni um royndirnar hjá hetlendingum at tvinna orku frá vindmyllum saman við streymriknum oljupallum)
Norska Equinor kunnger nú tøl fyri tess framleiðslu frá eini av heimsins størstu havvindmylnulundum út fyri skotsku strondina, nevniliga Hywind Scotland. Triðja árið á rað vísir hon seg at framleiða mest av øllum slíkum havmylnulundum í Bretlandi. Royndirnar við hesi verkætlanini vísa, at flótandi havvindur veruliga hevur víst sína megi og mátt og kemur til sín rætt, sigur Equinor í einum úttalilsi. Hetta slóðar fyri, at Bretland innan 2030 kann gera greitt, at tað fer at loyva útbygging av havvindi við einum gigawatti, sigur Equinor.
Felagið upplýsir, at Hywind Scotland í fjør framleiddi 57,1% av tíðini, sum svarar til 4.500 tímar av 8.760 tímum alt árið. Hetta er met fyri bretskan havvind. Bretland sjálvt hevur eisini bygt út fleiri havvindparkir, sum framleiða 40% av tíðini. Vit síggja her aftur dugnaskapin hjá norska oljufelagnum, sum hevur megnað at fáa meira burtur úr oljugoymslunum í undirgrundini enn nakað annað felag í heiminum. Nú endurtekur søgan seg so innan vindorkuna eisini.
Hywind støðin er uppá 30 megawatt. Endamálið hjá Equinor við sínum vindorkuvirksemi í Bretlandi er at menna tøknina, soleiðis at virksemið kann gerast uppaftur meira lønandi. Higartil hevur tað víst seg, at flótandi havvindstøðir eru munandi dýrari at byggja enn vindorka frá myllum, ið standa á havbotninum og frá vindmyllum á landi. Men tøkniligu framstigini eru stór. Hjá Equinor siga tey, at tørvurin á flótandi havvindorku er ógvuliga stórur, nú hann kann troyta stór nýggj øki til havs, við meira jøvnum vindi. Eisini kann hetta vera við til at skapa nýggj arbeiðspláss. Bara í Bretlandi verður tosað um 17.000 størv og 33 mia. pund í brutto virðisøking innan 2050.
Partur av menningini av vindorku til havs fer til at veita streym til olju- og gasspallare í Norðsjónum.
Í Norra hava tey ment vindorku leingi. Síðani 2009 hava tey m.a. royndarkoyrt tøknina út fyri Rogaland, sum nú er kjarnin í Hywind projektinum í Skotlandi og sum byrjaði í 2017. Equinor og tess partnarar á oljufeltunum Gullfaks og Snorre í Norra byggja nú út við eini nógv størri havvindorkupark, nevnd Hywind Tampen, sum verður uppá 88 megawatt. Hon hevur fingið 2,3 mia. í stuðuli frá almenna Enova og fer undir framleiðslu í 2022. Við henni ber til at reka oljupallarnar við streymi frá vindmyllunum. Equinor sigur, at tað hevur eydnast at minka munandi um íløgurnar í nýggju projektini út frá teimum royndum tey longu hava gjørt sær.
Rósa Bretlandi fyri at ganga undan
Hjá Equinor eru tey ovfarin av, hvussu nógv bretar hava lagt og vilja leggja í grøna skiftið, tí umframt at rudda slóð fyri vindorkuni til havs, hevur bretska stjórnin eisini gjørt av at seta nógvan pening í at stuðla vetnisframleiðslu og í royndirnar at fanga og goyma CO2. Equinor er nevniliga við í trimum slíkum verktætlanum í Bretlandi og sum fáa stuðul frá stjórnini. Við í hesum verkætlanunum eru m.a. fleiri olju- og gassfeløg so sum Centrica, Eni, Shell, Total, BP eins og aðrar fyritøkur sum Uniper, Mitsubishi, Drax, British Steel og SSE skrivar E24. Gassorkuverk skulu m.a. byggjast, sum eru partur av grundarlagnum undir vetnisframleiðsluni.
Tað er greitt, at um somu tíð, sum Bretland gongur á odda á fleiri økjum innan grøna skiftið, so er norska Equinor ein av høvuðsveitarunum til at gera mangar av verkætlanum til veruleika. Equinor varð fyrst við flótandi havvindorkuni, og nú er felagið so eisini ein høvuðsdrívmegin í royndunum at fara undir vetnisframleiðslu og at fanga og goyma CO2. Equinor var eisini við til at leggja til rættis tey allarfyrstu vindorkuprojektini við botnfesti til havs í Bretlandi, Doggerbank, Sheringsham, Shoal og Dudgeon og síðani heimsins fyrstu flótandi havvindorkustøð, Hywind Scotland.
Hjá Equinor síggja tey so eisini nógvar møguleikar á grøna orkuøkinum í Norra bæði fyri egnari luttøku og fyri at skapa møguleikar fyri veitingarídnaðin. Her hava oljufelagið Equinor og norskur oljuídnaður dugað sera væl at arbeiða saman og harvið geva sítt íkast til norska búskapin og ikki minst til búsetingina kring alt Norra. Hjá Equinor síggja tey fram til at halda fram við sínum virksemi í Bretlandi, sum tey halda er fremsta landið í dag innan grøna skiftið, men Equinor sær eisini Týskaland og Háland sum framtíðar marknaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald