Uttanlands

Norska oljuvinnan blómar aftur

Fleiri av ”smærri” sjálvstøðugu oljufeløgunum fara at gera íløgur fyri tíggjutals mia. kr. komandi fimm árini.

2018-09-19 11:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir Equinor og Petoro, sum staturin eigur í, koma feløg sum AkerBP, Vår Energi, Winthershall DEA og Lundin. Hesi fara at mynda framtíðina á norska landgrunninum.

Tað er ikki eiti á skoðsmáli, sum norska oljuvinnan fær í altjóða miðlum í løtuni, nú høgi oljuprísurin aftur er komin í eina lutvíst høga legu. Hann er orsøkin til, at norska oljuvinnan er komin fyri seg aftur við feløgum, sum ætla at gera stórar íløgur í oljuframleiðslu á norska landgrunninum. Hetta eru so sanniliga góð tíðindi fyri ein hin størsta olju- og gassframleiðaran í Evropa. Men henda positiva gongdin fer at steðga upp miðskeiðis í 2020 unum, um ikki tað verða gjørd stór nýggj oljufund komandi árini.

Smærri feløg, sum eru úrslitið av samanleggingum, ætla at brúka milliardir av dollarum í norsku oljuvinnuni komandi fimm árini. Kappingin er longu í gongd um at gerast triðstørsta olju- og gassfelagið á norska landgrunninum eftir Equinor og Petoro. Tíðindastovan Bloomberg skrivar, at tað serliga eru trý feløg, sum kappast um at gerast triðstørsta felagið og harvið eisini størsta sjálvstøðuga privata felagið. Hesi eru AkerBP, sum í 2016 kom burtur úr eini samanlegging av Aker og BP í Norra. Síðani Vår Energi AS, sum verður úrslitið av samanlegging av Point Resources og ENI í Norra. Og loksins Winthershall DEA, sum væntandi verður úrslitið av samanlegging av týsku feløgunum Winthershall og DEA.

Roknað verður við at eitt av hesum samanløgdu feløgunum fer at gera íløgur í Norra uppá 150 mia. kr. fram til 2022.

AkerBP kann røkka eini framleiðslu uppá 330.000 tunnur um dagin í 2023.

Vår Energi AS hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 50 mia. kr. komandi fimm árini í Norra. Tá felagið kemur í hæddina er tað mett at framleiða 250.000 tunnur um dagin við einum ”breakeven” prísi uppá 30 dollarar fyri tunnuna.

Wintershall og DEA, sum ætla at leggja saman, fara at brúka 15 mia. kr. hvør á norska landgrunninum. Við samanleggingini verður felagið ført fyri at framleiða 200.000 tunnur av olju um dagin. Feløgini hava í dag meira enn 100 loyvi og luttaka í 20 framleiðandi feltum.

Innan fimm ár fer í hvussu er eitt av hesum trimum feløgunum framum franska Total, hvat framleiðsluni á norska landgrunninum ræður. Í fjør var Total størsti framleiðarin av olju í Norra bara aftanfyri Equinor og Petoro, við 214.000 tunnum um dagin.

Eitt annað felag, sum eisini kann gerast seg galdandi millum tey stóru, er svenska Lundin Petroleum, hvør fíggjarstjóri er føroyingurin Teitur Poulsen. Hetta fyrst og fremst takkað verið tess luttøku í Johan Sverdrup oljufeltinum, sum fer undir framleiðslu í 2019 og sum fer at eiga størsta partin av norsku framleiðsluni fram til 2023.

Framleiðslan hjá Lundin fer í 2022 verða 160.000 tunnur um dagin, hvat er ein tvífaldan av framleiðsluni í ár uppá umleið 80.000 tunnur. Tað kann eisini henda, at framleiðslan hjá Lundin í 2023 fer upp um 200.000 tunnur um dagin.

Keldur Oilprice.com og Bloomberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder