Uttanlands

Norska stjórnin leggur til brots við havvindi

Norska stjórnin hevur avgjørt at gerast skulu  stórar íløgur í vindmyllur til havs og fer í hesum sambandi at lata loyvi til vindmylnulundir uppá tilsamans 30 gigawatt innan 2040. 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre vil nú av álvara skunda undir menningina av havvindmyllum á norska landgrunninum. Mynd NTB

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre vil nú av álvara skunda undir menningina av havvindmyllum á norska landgrunninum. Mynd NTB

2022-05-15 15:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað fer at kunna metta nærum alla norsku streymnýtsluna í dag.  Talan er um tilsamans 1500 vindmyllur til havs. Hetta var kunngjørt á einum tíðindafundi í vikuni, har fleiri av mest týðandi ráðharrunum í stjórnini luttóku við  Jonas Gahr Støre (Ap) forsætisráðharra á odda. Hinir vóru  Trygve Slagsvold Vedum (Sp) fíggjarmálaráðharri,  Jan Christian Vestre (Ap) vinnuráðharri og Terje Aasland (Ap) orku- og oljuráðharri.

- Í dag leggja vit fram eina sera umfevnandi ætlan um at útbyggja havvindorkuna, soleiðis at vit innan 2040 lata loyvi til havvindorkuframleiðslu uppá 30.000 megawatt sigur Støre. Við hesi ætlan ber til at framleiða streym uppá 120 terawatttímar (TWh) um árið. Árliga norska streymnýtslan er í dag uppá 140 TWh. Við hesi ætlan verður farið frá tveimum havvindmylnulundum í dag til umleið 1500 havvindmyllur um 20 ár.

[object Object]

Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland fegnast um, at havvindmyllur nú verða raðfestar høgt. Mynd NTB

Fyri at kunna geva pláss til havvindmyllur fer stjórnin at lata upp øki, sum eru fimm til seks ferðir størri enn tað, sum longu er latið upp í syðra partinum av Norðsjónum. Tá fer havvindur at leggja seg á 1 % av norska havøkinum. Ætlanin er at lata fyrstu loyvini í 2025. Hetta er okkara mál sigur forsætisráðharrin.

Olju- og orkuráðharrin Terje Aasland heldur, at henda útbyggingin fer at útvega nógv nýggj arbeiðspláss. Málið er eisini at økja um streymútflutningin við 50% í 2030. 

[object Object]

Vindmyllur til havvindlundina Hywind Tampen, sum Equinor stendyr fyri og er tann fyrsta havvindmylnulundin á norska landgrunninum. Mynd Equinor

Í vinnuni og hjá fakfeløgunum, sum leingi hava mælt til hesa gongdina, verður tikið sera væl ímóti  nýggju ætlanini hjá stjórnini at útvega meira streymorku frá havvindmyllum. Tað fer at vera við til at tryggja verandi arbeiðspláss og skapa grundarlag fyri nýggjum grønum ídnaðararbeiðsplássum í Norra. 

Tað eru tó ikki allir flokkar, sum eru so fegnir um nýggju ætlaninar, tí tær eiga at hava nógv hægri mál.  Fleiri andstøðuflokkar hava eisini mótmælt, at tað gongur ov seint við útbyggingarætlanunum og vilja hava stjórnina at vera meira ítøkiliga. 

Ein partur av ætlanunum er eisini at miðja móti útflutningi av streymi uppá longri sikt við at leggja kaðalar á havbotnin til evropeiska meginlandið. Í fyrstu atløgu er tó ætlanin at flyta streymin til Norra. Norski fíggjarráðharrum Verdum sigur, at endamálið er at elektrifisera allan tann norska landgrunnin eins og skapa arbeiðspláss kring alt landið. Eisini skal sjálvt elnetið byggjast út. 

Eisini stjórin í Norsk Olje og gass, Hildegunn Blindheim, er væl nøgd við útspælið hjá stjórnini. -Hetta hava vit í vinnuni eftirlýst nú í langa tíð. Loksins verður lurtað eftir okkum. Tað fer at skapa grundarlag fyri nógvar ymsar veitarafyritøkur at vera partur av havvindmenningini. 

Hóast norski staturin nú leggur fram eina rættiliga umfevnandi og ambitiøsa ætlan fyri útbygging av havvindi, so heldur vindorkuvinnan, at tað gongur ov seint, og at málini als ikki er nóg høg. Tí mælir hon til at trýfalda málini hjá stjórnini, skrivar e24. 

[object Object]

Havvindorka hevur veruliga fingið vind í seglini kring alt Evropa. Her eru tað so fyrst og fremst londini kring Norðsjógvin, sum vilja taka av avbjóðingini og sum seta sær uppaftur hægri mál enn Norra. Bretland hevur t.d. sum mál at framleiða 50 gigawatt, Háland 22 gigawatt, Skotland hevur longu latið loyvi til 25 gigawatt, eitt nú eisini hjá grannunum Hetlandi og Orknoyggjum. Týskland hevur sum mál 30 gigawatt og Belgia 8 gigawatt. Eisini Svøríki hvur sett sær hægri mál enn Norra. Við hesum í huga verður funnist at norsku stjórnini fyri ikki at seta sær nóg høg mál, men kortini er móttøkan av útmeldingini frá stjórnini sum heild góð. 

Tað er annars ikki bara sum at siga tað at fara undir útbygging av havvindmyllum, tí tað kostar nógv meira enn at seta upp vindmyllur á landi. Kortini hevur verið stór mótstøða móti stórum vindmyllum, sum skemma landslagið. Tí halda alt fleiri politikarar, at miðjast skal móti vindmyllum til havs. 

Arbeiðið er í gongd uppá at útbyggja fyrstu norsku havvindmylnulundina Haywind Tampen, sum norska orkufelagið Equinor stendur fyri. 

Eisini hjá grannanum fyri sunnan, Hetlandi, verða havvindmyllur raðfestar høgt í framtíðar orkumenningini. Har er ætlanin at seta upp hundraðtals vindmyllur bæði á landi og til havs komandi árini. Í hesum sambandi hevur Føroya Orkuídnaðarbólkur, FOÍB bjóðað kendum bretskum orkuserfrøðingi, Gunther Newcombe til Føroya á vitjan. Her skal hann kunna myndugleikar og eisini almenningin um verkætlanina "Orion", sum skal rudda slóð fyri grønu orkuleiðini í Hetlandi umframt at veita streym til raksturin av verandi og komandi olju- og gasspallum. 

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder