Tað fara ikki at verða gjørdar stórvegis broytingar í verandi orkupolitikki á oljuleitiøkinum nú eftir, at nýggjur landsstýrismaður hevur tikið við í Tinganesi. Magnus Rasmussen sigur við oljan.fo, at hann fer at fylgja sama leisti framhaldandi at lata dyrnar standa opnar hjá útlendskum oljufeløgum at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum.
Magnus Rasmussen var sum borgarstjóri í Runavík við til at marknaðarføra Føroyar sum oljuleitiøki á fleiri oljumessum í útlandinum. Mynd Jan Müller
Drúgvar royndir á oljuøkinum
Sum fyrrverandi borgarstjóri í tí kommununi, sum hevur hýst allari føroyskari oljuleiting seinastu 20 árini, hevur Magnus Rasmussen drúgvar royndir og innlit á hesum vinnuøkinum. Umframt at leggja lunnar undir og hýsa leitivirkseminum í Runavík øll árini leitað varð eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so hevur landsstýrismaðurin eisini útvegað sær holla vitan og royndir frá vitjanum í útlandinum til eitt nú oljumessur í bæði Norra og Skotlandi.
Eitt er at hava staðið á dekkinum í hesi spennandi tíð, annað er brádliga at koma uppá brúnna tvs. í landsstýrið at standa á odda fyri, hvat nú skal henda á oljuleitiøkinum. Undanmaðurin, Helgi Abrahamsen, tók við sum landsstýrismaður í eitt nú oljumálum, tá nýggj samgonga gjørdist veruleiki eftir seinasta val. Og hann gjørdi ikki mætari enn at byggja á herðarnar hjá undanfarnu samgongu og tess landsstýrismanni, nevniliga at hava dyrnar opnar fyri leiting eftir olju og gassi á landgrunninum. Og júst tað sama hendir, nú landsstýrismaðurin eitur Magnus Rasmussen.
Hóast hann raðfestir grøna orkuskiftið, minkandi útlát, eitt reint umhvørvi og ein meira burðardyggan heim, hevur hann sett sær sum mál at kunna seg væl um henda partin av orku- og vinnupolitikkinum, sum snýr seg um framtíðar føroyska oljuleiting eisini, soleiðis at tær avgerðir, sum skulu takast í framtíðini, byggja á skilagóða og neyva fyrireiking.
Magnus Rasmussen kennir tað sum eina sera stóra ábyrgd at skula umsita vinnu- orku- og umhvørvismál alt um somu tíð. Her ræður um at hava bæði beinini trygt á jørðini og fara hóvliga men miðvíst fram og ikki minst um at hava eygu opin fyri eitt nú øllum tí, sum fer fram rundan um okkum.
Magnus Rasmussen var borgarstjóri í Runavík, tá risastórur boripallur varð umvældur á Skálafjørðinum. Her takkar hann stjóranum á MEST fyri væl útint arbeiði. Mynd Jan Müller
Varðveita og menna leitiskipan
Tá oljan.fo setir honum spurningin, hvørjar broytingar – um nakrar - hann kann hugsa sær at gera á oljuleitiøkinum, nú tað hevur víst seg, at eingin ítøkiligur áhugi hevur verið fyri at bjóða uppá leitiøki í teimum seinastu útbjóðingunum, sigur hann, at í útgangsstøðinum fer hann at byggja víðari á tað, sum hevur verið.
Men nú eingin umsókn kom hvørki í 4. ella 5. útbjóðing, er so møguligt, at tað fara at vera gjørdar broytingar í eitt nú treytunum – fyri at fáa oljufeløgini at koma henda vegin?
-Nú eri eg nýggjur í Tinganesi og umsiti nógv málsøki. Men eg fari sjálvandi at hyggja neyvt eftir, hvat er farið fram á hesum økinum, og hvat møguliga kann gerast uppaftur betri.
Við hesum sipar hann til tær treytir, sum liggja til grund fyri leitingini. Landsstýrismaðurin hevur lagt til merkis, at landsstýrismaðurin í undanfarnu samgongu, tá hann kunngjørdi 5. útbjóðingina, gjørdi onkrar broytingar í treytunum við tí fyri eygað at gera tað bæði lættari og meira hugaligt fyri feløgini at koma til Føroya at leita.
-Eg fari nú saman við mínum góðu fólkum í Vinnumálaráðnum og eisini restini av landsstýrinum at vita, um vit skulu til at fremja onkra endurskoðan av loyvistreytunum aftrat.
Grøna skiftið síggjast aftur í oljuleitingini
Tá hetta er sagt, so er landsstýrismaðurin eisini sannførdur um, at grøna orkuskiftið og prátið um at minka um útlátið skal eisini síggjast aftur í leitipolitikkinum og harvið eisini í bæði leiti-, útbyggingar- og framleiðslutreytunum.
-Vit síggja, hvussu londini rundan um okkum seta oljufeløgunum størri krøv í sambandi við at minka um útlátið við eitt nú at reka oljupallar við streymi frá t.d. vindmyllum, og í heila tikið at fylgja gongdini innan grøna orkuskiftið. Tað er nakað eg fari at hyggja nærri at og kanna, hvussu tað skal síggjast aftur í eitt nú okkara framtíðar leiti- og framleiðslutreytum eisini.
-Vit hava sum sagt onga ætlan at gevast við oljuleitingini, sum undanfarin landsstýri eisini hava tikið undir við. Men eg fari sjálvandi at hava eitt vakið eygað við, hvat hendir í okkara grannalondum og í heiminum sum heild. Fyri eitt nú Norra og Bretland hava olja og gass alstóran týdning fyri bæði arbeiðsplássini og inntøkur til samfeløgini. Og vit vita, at hóast heimurin roynir at gerast meira grønur, so fer heimurin at hava tørv á olju og gassi í fleiri áratíggju aftrat. Vit eiga eisini at gera okkum greitt, at ein stórur partur av hesum ráevnum verður eisini brúktur til at framleiða alskyns lutir og vørur, sum vit øll hava gagn av, og sum heimurin hevur tørv á.
Skaptu grundarlag fyri oljuleiting
Magnus Rasmussen, sum hevur fylgt føroysku oljutilgongdini í mong ár, heldur fyri, at vit eiga ikki at gloyma tað stóra arbeiði, sum okkara dugnaligu embætisfólk og politikarar gjørdu fyri at fáa Føroyum týðandi avtalur við fyrst danir og síðani bretar um undirgrundina og markið.
Umframt at gera Føroyar størri, so vóru hesar avtalur eisini grundarlagið fyri at fara undir oljuleiting við Føroyar og harvið finna fram til, um okkara undirgrund goymir eitt orkutilfeingi, sum heimurin fer at hava tørv á í mong ár aftrat. At hava hesa vitan, tá og um tíðirnar gerast ringar, kann somuleiðis hava stóran týdning.
Landsstýrismaðurin ímyndar sær eisini, at møgulig kolvetnisfund á føroyskum øki kunnu koma at gagna tí grøna skiftinum. Inntøkur frá hesum kunnu vera við til at fremja grøna skiftið eisini eins og royndir, vitan og fíggjarliga styrkin hjá oljufeløgum í dag longu kunnu gagna tí grøna skiftinum.
Her økið, sum er boðið út til oljuleiting við Føroyar. Kelda Jarðfeingi
Áhugaverd gongd við markið
Landsstýrismaðurin, sum eisini hevur roynt at fylgja oljutilgongdini í okkara næsta grannalag, í bretskum øki, heldur tað er spennandi at fylgja við, hvat fer at henda við markið, nú útbygging av stórari oljukeldu er í stoypiskeiðini.
-Sum eg havi skilt tað, so er ætlanin hjá oljufeløgum at byggja út undirstøðukervið fáar fjórðingar frá føroyska markinum, og hetta meti eg fer at kunna skapa spennandi møguleikar fyri framtíðar føroyska oljuleiting og møguliga framleiðslu. Tí tá kunnu sjálvt smærri fund á føroyska landgrunninum møguliga útbyggjast við at binda í undirstøðukervið hinumegin markið.
Tað er so nakað, sum Magnus Rasmussen, ið umsitur vinnumál eisini, fer at hava eitt vakið eygað við, tí slík gongd kann vónandi eisini fáa týdning fyri føroysku veitingarvinnuna, nú framtíðar virksemi á bretskum øki er so stutt frá Føroyum og harvið kann skapa arbeiðsmøguleikar fyri vinnuna her eisini. Hann hevur eisini merkt sær, at føroyska Sjóvinnufelagið sær stórar møguleikar í hesum økinum, tí útbyggingar beint hinumegin markið kunnu seta fleiri ringar í sjógvin fyri føroyskar veitingarfyritøkur eisini.
Ætlanin hjá oljufeløgum er at byggja út undirstøðukervið fáar fjórðingar frá føroyska markinum, og hetta metir landsstýrismaðurin fer at kunna skapa spennandi møguleikar fyri framtíðar føroyska oljuleiting og møguliga framleiðslu. Her sæst oljukeldan Cambo beint við føroyska markið og gassleiðing til Hetlands.
Góðynski til føroyingar í olju- og frálandsvinnuni
Nú prátið gongur um møguleikar í olju- og frálandsvinnurini, so hevur landsstýrismaðurin eisini vónir um, at tað fer at ganga væl hjá teimum mongu føroyingunum, sum í dag arbeiða eitt nú á landi í norsku oljuvinnuni og eisini á sjónum umborð á okkara egnu og útlendskum frálandsskipum. Ber so til at skapa nýtt virksemi úr teimum møguleikum, sum nú koma undan kavi á markinum millum Føroyar og Bretland, so kann tað bara vera gott fyri Føroyar heldur landsstýrismaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald