Bretska undirgrundin eystan fyri føroyska markið goymir eftir øllum at døma nógv meira olju og gass, enn nakar hevur ímyndað sær higartil. Í eini frágreiðing, sum heimskenda greinarafyritøkan ”Wood Mackenzie” hevur gjørt um oljuframtíðina á Atlantsmótinum, ið er økið vestan fyri Hetland og sum vanliga verður kallað ”WOS – west of Shetland”, verður róð framundir, at flestu og størstu olju- og gassgoymslurnar í Bretlandi eru at finna í hesum økinum nær Føroyum. Í niðurstøðuni verður víst á, at fýra av teimum stóru framtíðar oljuleiðunum vestan fyri Hetland koma at verða høvuðs skattainntøkukeldan hjá bretska statskassanum komandi 10-15 árini.
Oljuleiðirnar eru Clair Ridge, Clair South, Rosebank og Cambo. Hesar báðar seinast nevndu liggja bert fáar kilometrar frá føroyska markinum og verður endalig støða til at útbyggja tær tikin tíðliga næsta ár. Hinar báðar keldurnar, Clair Ridge og Clair South, sum eru partur av risastóru oljukelduni Clair, fara undir framleiðslu í ár og um nøkur ár. Umframt hesar fýra eru longu fleiri aðrar keldur, sum longu framleiða olju og gass, eitt nú Clair Phase1, Schiehallion, Foinaven, Loyal, Solan, Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet. Aðrar sum verða útbygdar eru Glendronach, Alligin og Lancaster og helst Lyon eisini.
Frágreiðingin hjá Wood Mackenzie verður endurgivin í flest øllum orkumiðlum í hesum partinum av heiminum. Hon er sera jalig, tá tey ymsu økini á bretska landgrunninum verða nevnd og sammett. Allar metingar og tøl benda á, at Atlantsmótið fer at gerast framtíðar Norðsjógvurin her úti í Norðuratlantshavi.
Umframt tær nevndu oljuleiðirnar eru eisini nógv onnur fund gjørd, sum í framtíðini kunnu útbyggjast og knýtast í komandi undirstøðukervið, ið fer at fevna um framleiðslupallar, framleiðsluskip, (FPSO), útbúnað á havbotninum og rørleiðingar.
Vit hava hugt í frágreiðingina hjá Wood Mackenzie og skulu taka fram nakrar av yvirskriftunum:
“Four projects drive growth next decade. Clair Ridge, Clair South, Cambo and Rosebank will boost output leaving WoS as the only sector paying tax to the UK Government by 2030.” In a word: growth. Large-scale activity in the near and medium term will lead to production growth into the mid-2020s. And perhaps beyond.
“Majors are divesting elsewhere in the UK, but not West of Shetland”. Materiality and planned growth projects at existing assets keeps WoS competitive in a global portfolio. The region is core to BP, Shell, Chevron and Total.
“Growth through exploration: WoS is underexplored compared to the rest of the UK and high impact drilling is on the horizon”. Siccar Point could open up a new gas hub with material success at Lyon, while Cambo and Blackrock could provide much needed infrastructure.
“Growth through exploration: Strong West of Shetland uptake in UK 30th offshore licensing round”. Licences across three main areas were snapped up with multiple development options for future discoveries if current planned E&A activity is successful.
“The importance of West of Shetland growth: it is the only region contributing tax to the treasury by 2030”. The UK Treasury is relying on these projects and, therefore, the pressure is on the OGA and the partners to make them work.
“But perhaps there can be growth in the UK after West of Shetland... The WoS is helping to expand the UK “thematically” as well as geographically. New expertise on harsh deepwater conditions could open up the West of Scotland sector.
Týdning fyri Føroyar
Sum sæst, so eru tað fleiri av heimsins størstu oljufeløgum, sum vilja gera stórar íløgur í bæði leiting og útbyggingar í økinum vestan fyri Hetland. Og fleiri av hesum liggja tætt upp at føroyska markinum. Tað er tí neyvan nakað at ivast í, at feløg fyrr ella seinni eisini fara at hyggja eftir møguleikum føroysku megin markið, har hesir liggja tætt við fund á bretska landgrunninum. Tað er heilt vanligt, at oljufeløg, tá tey útbyggja oljufelt, eisini tryggja sær øki, sum liggja í grannalagnum.
Her er fyrst og fremst talan um tær báðar oljukeldurnar Cambo og Rosebank, sum eftir øllum at døma verða útbygdar. Seinastu tíðindini herfrá eru eisini sera kærkomin út frá einum føroyskum sjónarhorni. Herfyri boðaði Shell frá, at tað hevur keypt seg inn í Cambo, og harvið er tað við til at tryggja eina útbygging saman við oljufelagnum Siccar Point. Nú frættist so eisini, at norska oljufelagið Equinor aftur er farið at venda antennunum móti Atlantsmótinum. Tað ljóðar, at Equinor ætlar at keypa upp partin hjá Chevron av Rosebank oljukelduni. At eitt so stórt oljufelag sum Equinor, sum tók seg úr Rosebank og hesum økinum eftir prísskrædlið nøkur ár herfyri, nú aftur vil vísa flaggið í sama øki, er eitt týðiligt tekin um, hvussu stóran týdning Atlantsmótið og her ikki minst økini tætt við Føroyar hava fingið fyri altjóða oljuvinnuna.
At Cambo og Rosebank verða útbygd til framleiðslu merkir, at nýtt undirstøðukervið verður bygt tætt upp at føroyska markinum. Tað merkir so aftur, at verða fund gjørd føroysku megin markið í framtíðini, tá kunnu hesi møguliga gera brúk av undirstøðukervinum hinumegin markið, eitt nú rørleiðingum, sum kunnu flyta gass til lands í Hetlandi.
Tað er tí givið, at føroyskir oljumyndugleikar fylgja seg væl við allari tí áhugaverdu og jaligu gongdini hinumegin markið. Eitt nú er ein útbjóðing opin á bretska landgrunninum, sum m.a. fevnir um fleiri øki við markið. Í hesum sambandi hava føroyskir og bretskir jarðfrøðimyndugleikar tikið upp samstarv við tí fyri eygað, at oljufeløg, sum ætla sær at søkja um leitiloyvi á Atlantsmótinum í framtíðini, skulu kunnu hyggja at og søkja um loyvi báðumegin markið um somu tíð. Bretska OGA, sum umsitur leiting, hevur longu boðað møguligum umsøkjarum til 31. útbjóðingina, ið letur aftur í november, frá, at møguligt er eisini at søkja um loyvi í "open door" skipanini í Føroyum. So spennandi verður at síggja, hvat slíkt samstarv kann føra til.
Eisini verður áhugavert at fylgja við, hvørjar møguligar broytingar føroyskir myndugleikar fara at umhugsa í loysistreytunum, nú eingin umsøkjari var til 4. útbjóðing.
Um somu tíð verður tað spennandi at fylgja við, hvat Equinor hevur í hyggju við síni afturkomu til Atlantsmótið. Felagið var við til at finna Rosebank í 2004, men tók seg út, tá oljuprísurin kavaði í 2014, júst um sama mundið sum felagið eisini rýmdi úr Føroyum. Nú alt sær so nógv ljósari út, og Equinor aftur hevur meldað seg á banan, ber til at spyrja, nær tað fer at venda antennunum aftur móti Føroyum eisini. Vit skulu ikki gloyma, at tað var nettupp Rosebank fundið, sum á sinni gjørdi, at fleiri feløg harímillum táverandi Statoil tóku lut í 3. útbjóðingini við Føroyar. Rosebank var so mikið áhugavert, at tað í veruleikanum var grundarlagið fyri, at oljufeløg aftur hugdu at Føroyaøkinum. Nú sama Rosebank aftur er vorðið áhugavert kunnu vit spyrja, um tað fer at skunda undir aftur áhugan fyri at leita við Føroyar.
Týdning fyri føroyska veitingarvinnu
At oljuvirksemið nærkast Føroyum er eisini sera áhugavert fyri føroyska veitingarvinnu. Nógvar av teimum vørum og tænastum, sum oljufeløg hava brúk fyri bæði tá tey leita og annars útbyggja oljufelt, kunnu tey keypa í Føroyum. Og í nógvum førum eru tær kappingarførar við tær, sum fáast í Hetlandi ella Skotlandi. So tá talan verður um at útbyggja bæði Cambo og Rosebank, sum bert liggja fáar kilometrar frá føroyska markinum, tá kann føroyski veitaramarknaðurin brádliga gerast áhugaverdur fyri oljufeløgini.
Tá West Hercules herfyri boraði ein brunn á Cambokelduni 4 kilometrar markinum, tóku skipararnir á hjálparskipinum avgerð um at sigla til Havnar fyri at skifta manning og keypa ymsar vørur og tænastur heldur enn at fara í útlendska havn. Tað var nevniliga stytri at fara til Føroya enn til Hetlands. Um hetta eisini verður veruleiki, tá keldan verður útbygd, vil tíðin vísa. Men her er so avgjørt ein uppgáva hjá føroyskum fyritøkum at gera vart við seg í oljuumhvørvinum í Bretlandi. Og eingin orsøk er til at bíða. Tað er nú tað skal handlast, har m.a. heimskenda greinarafyritøkan Wood Mackenzie av álvara útrópar økið eystan fyri markið fyri framtíðar bretska oljulandslutin, sum entá kann avloysa Norðsjógvin.
Keldur: Wood Mackenzie, Energy Offshore, Offshore.com, Times, BBC, Sysla og oljan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald