Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at fá sett ferð á eina væl skipaða og skilagóða umlegging til framleiðslu úr varandi orkukeldum, meðan orkuframleiðsla grundað á kolvetni verður útfasað, og vit gerast minni bundin at innfluttari olju. Á brúkarasíðuni er neyðugt at umleggja brúkaraskipanir til el-riknar skipanir, s.s. hitapumpur og elrikin akfør.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at samstundis sum landið hevur eina langtíðar visión fyri føroyska orkuøkið, eigur landið eisini at seta sær stuttíðarmál fyri grønu útbyggingarnar, og so javnan rætta kós og seta nýggj mál við støði í teimum tøkniligu møguleikunum, sum eru tá.
Á henda hátt nærkast vit áhaldandi visiónini um, at 100 % av orkuni skal koma frá varandi orkukeldum. So hvørt sum vit nærkast málinum, ber betri til at meta, um og nær tað er skilagott, at øll orkan skal koma úr varandi orkukeldum. Sannlíkt verða tey seinastu prosentini dýr at fáa umlagt til grøna orkuframleiðslu.
Kanningar benda á, at vit á tryggum grundarlagi eiga at kunna fáa eina nógv størri el-framleiðslu úr varandi orkukeldum, samstundis sum el-framleiðsluprísurin kann lækka nakað og gerast meira støðugur. Tað snýr seg tí um, at landið og kommunurnar taka stig til at skipa el-marknaðin, so vit fáa grønari og bíligari el.
Fyri føroyskar fyritøkur, og serliga føroyskar útflutningsfyritøkur, er kappingarførið treytað av einari burðardyggari framleiðslu, eisini í mun til útlát. Tað er tí neyðugt at tryggja framdrift í orkuskiftinum, men annars leggja soleiðis til rættis, at vit ikki fáa trupulleikar av óstøðugari elveiting ella skjótt hækkandi el-prísum, sum eisini kunnu ávirka kappingarførið.
Vegurin at røkka málinum um eina grønari og effektivari orkuveiting, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag vera at aktivera fleiri fólk og meira kapital til at arbeiða fram ímóti einum effektivum orkuskifti.
SEV eigur at verða sundurskilt í eitt framleiðslufelag og eitt netfelag, størri kapping eigur at vera um el-framleiðsluna, meira privatur kapitalur eigur at verða aktiveraður, og marknaðurin skal annars skipast so, at elprísurin til brúkararnar verður lágur.
Á henda hátt verða størst sannlíkindi fyri, at brúkarin fær ein stabilan og lágan el-prís, samstundis sum grøna el- framleiðslan verður útbygd. Á framleiðslusíðuni verður størri kapping um prísir, nýggj hugskot kunnu mennast og brýnast, og nýggjur kapitalur verður tøkur til at fremja útbyggingarnar. Høvuðsuppgávan hjá almenna netfelagnum verður at eiga og reka netið og at hava yvirskipaðu systemábyrgdina. Almenn útboð av varandi orku skulu tryggja, at nóg nógvur máttur verður installeraður til at nøkta vaksandi orkutørvin.
Á nýtslusíðuni má endabrúkarin fáa ein meira aktivan leiklut og størri valmøguleikar, tí tað grøna valið liggur í stóran mun hjá honum.
Stórir møguleikar eru í at minka orkutørvin við at orkurenovera bygningar v.m., so orkutørvurin minkar.
Prísurin á nýtsluskipanum grundaðar á varandi orku lækkar alsamt. Tað er tí ivasamt, í hvønn mun tað í framtíðini verður neyðugt við serligum avgjaldsfrítøkum, sum skulu eggja fólki til at velja grønar orkuskipanir framum oljuriknar. Tað týdningarmesta er, at el-prísurin er so lágur sum til ber.
Eisini eiga skipanir við ymiskum elprísum at verða settar í verk, so vit í størri mun enn í dag javna nýtsluna út á døgnið.
Á sjónum eru framvegis avmarkaðir møguleikar fyri at leggja um frá oljuriknum motorum til battarídrivnar hjá fiskiskipum og langfara farmaskipum. Ymsar royndir verða gjørdar, so her er tað fyribils ein spurningur um at fylgja við í teknisku menningini. Hinvegin kann landið í størri mun enn higartil taka atlit til orkuspurningin, tá karmarnir kring fiskivinnuna verða lagdir til rættis.
Skipanir við landstreymi til skip, sum liggja við kai, eiga at verða fyrireikaðar og settar í verk sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag m.a. í samandráttinum av orkusjónarmiðjunum hjá felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald