Tað var í gjár, at bretski fíggjarmálaráðharrin Jeremy Hunt legði fram uppskot til fíggjarlóg. Í hesum uppskoti hækkar hann skattin hjá mestsum øllum bretum tó serstakliga teimum hægri inntøkunum. Eisini vinnan verður rakt av nýggju skattunum. Eitt nú orkuvinnan, sum fevnir bæði um olju- og gass og elframleiðandi fyritøkur.
Fyrr í ár álegði stjórnin olju- og gassfeløgum ein eykaskatt uppá 25%, soleiðis at samlaði skatturin á hesi feløg gjørdist 65%. Tó var eitt undantak gjørt fyri íløgur í nýtt virksemi, sum sluppu undan 90% av skattinum. Hetta varð gjørt fyri at eggja feløgunum at gera meira íløgur í nýtt virksemi, sum tá skuldi sleppa Bretlandi undan innflutning av olju og gassi í framtíðini.
Nú hevur stjórnin so gjørt av at hækka eykaskattin uppaftur meira við 10% aftrat, soleiðis at samlaði eykaskatturin /windfalltax) nú verður 35%, og harvið verður samlaði skatturin uppá 75%. Fyrr í ár var samlaði skatturin 40%. Tó verður undantaktið fyri íløgur varðveitt. Upprunaliga varð ætlað, at skatturin skuldi ganga fram til 2025. Nú verður tíðin longd til 2028.
Tað nýggja er eisini, at nú skulu framleiðarar av elorku tvs. m.a. vindorkufyritøkur rinda eykaskatt.
Orkuvinnan í Bretlandi hevur longu funnist harðliga at nýggju skattahækkingunum, sum hon heldur fer at tarna ella heilt steðga nýggjum íløgum í olju- og gass og helst eisini í varandi orku. Felagið hjá orkuvinnuni, OEUK, Offshore Energy UK, ávarar stjórnina og sigur í viðmerking til lógaruppskotið, at Bretland kann koma til at skula innflyta meira av olju og gassi og gera brúkararnar meira sárbarar fyri framtíðar orkutroti eins og Bretland verður meira viðkvamt, tá talan er um orkutrygd yvirhøvur.
OEUK finst eisini at avgerðini at áleggja elorkuframleiðarum 45% í nýggjum skatti. Hetta fer serliga at raka mongu verkætlaninar at menna havvindorku. Stjórin í OEUK, Deirdre Michie sigur, at broytingarnar fara at máa støðið undan eini vinnu, sum í dag hevur meira enn 200.000 fólk í arbeiði.
-Vit eru sjálvandi errin av at rinda skatt, men seinasti vøksturin fer at áleggja offshore fyristøðufeløgunum ein samlaðan skatt uppá 75%. Hesin er so mikið høgur, at hann fer at hótta framtíðar íløgur og reka íleggjarar úr Bretlandi til onnur lond at gera íløgur sigur Michie við BBC.
Hon sigur víðari, at munurin millum politikarar og vinnuna er oftani tann, at politikarar hugsa eitt valskeið fram, meðan vinnan má hugsa mong mong ár fram, tá hon ger íløgur.
-Henda vinnan hevur nú tænt Bretlandi við arbeiðsplássum og inntøkum í meira enn fimti ár. Skal hon nú til at leggja árarnar inn spyr forkvinnan. Eisini umboð fyri framleiðarar av varandi orku eru sera vónsviknir í sínum viðmerkingum í bretskum miðlum og visa á, at skatturin er við til at forða fyri nýggjum íløgum í varandi orkukeldur.
Stjórin í Offshore Energy UK, Deirdre Michie her á fundi við Sunak forsætisráðharra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald