Vit skulu aftur til oktober í 2018 at finna ein oljuprís omanfyri 80 dollarar fyri tunnuna. Tá var orsøkin amerikanska boykottið av Iran. Ein av orsøkunum til hækkaða oljuprísin í dag er óttin fyri eini orkukreppu í Evropa. M.a. er gass við at ganga undan, og hetta hevur bæði ávirkan á ein skjótt vaksandi gassprís og eisini oljuprísin. Orkukreppan er longu farin at merkjast væl í Bretlandi, har fleiri og fleiri bensinstøðir hava latið aftur. Stjórnin umhugsar nú at brúka herin til at flyta bensin til mongu bensinstøðirnar kring landið.
Aðrar orsøkir til støðuna í Bretlandi er mangulin uppá bilførarar til stóru flytibilarnar. Tað ljóðar, at tørvur er á 100.000 bilførarum. Og hetta er so eisini orsøkin til, at hyllarnar í matvøruhandlum eru við at tømast. Enn ein orsøk til støðuna á oljumarknaðinum er, at eftirspurningurin er farin at vaksa, nú virksemið, eftir ringastu avleiðingarnar av korona, er farið at økjast kring allan heimin.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/09/27/890x590/16327458595nct0mr817.png)
Meðan bretar verða hart raktir av høgu prísunum og manglandi olju og gassi, so gongur tað øðrvísi í eitt nú Norra. Har hava inntøkurnar frá olju- og gassframleiðslu ikki verið so høgar í 13 ár tvs. síðani 2008.
Í august útflutti Norra fyri 32 mia. norskar kr. ella í meðal 1,68 mió. tunnur um dagin henda mánaðin skrivar E24.no. Orsøkin til høgu framleiðsluna kemur m.a. frá stóru framleiðsluorkuni á risafeltinum Johan Sverdrup. Haraftrat er enn ein risastór oljukelda tikin í nýtslu, Martin Linge.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/09/27/890x590/1632745944jqesv7y4av.png)
Tølini siga eisini, sambært E24, hvussu støðan er broytt. Í august kostaði ein tunna av olju 603 kr. Sama mánað árið fyri kostaði hon 392 kr. Prísurin á eini tunnu higartil í ár liggur um 578 kr. Í norsku fíggjarlógini hava tey roknað við einum meðalprísi fyri 2021 uppá 557 norskar kr.
Kelda: E24.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald